Mia deyð

Yvirskriftin kann kanska undra. Men tey sum kendu Miu, hoyra hana fyri sær í yvirskriftini. Hon pakkaði ikki tingini inn, var onkur deyður, so var hann deyður, lýsingarnar um at vera farin heim, at vera sloppin, at vera sløknaður, hoyrdu ikki ordiliga heima í orðagoymslu hennara.

Ommusystur mín Mia í Hálvmørk í Oyndarfirði er deyð næstan 87 ára gomul. Hon læt eyguni stillisliga aftur týskvøldið, eftir at hon hevði fingið ein vatnsopa frá starvsfólkunum úti á Ellis og Røktarheiminum í Runavík, sum hevur verið hennara heim seinastu fáu árini. Mia var ikki fullfør og livdi sum brekað í Oyndarfirði næstan alla ævina. Onkuntíð var hon á stovni hóast tað er ein lítil partur av hennara langa lívi. Í Oyndarfirði varð hon góðtikin sum hon var og varð ikki happað, nakað sum annars var heilt vanligt hjá brekaðum í kristna føroyska happarasamfelagnum, og sum tíbetur nú er um at hvørva.

Faktisk skuldi hon hoyrt til tann veldiga skaran av deyðføddum børnum, sum vórðu borin í heim, tá ið bygdirnar í Føroyum vóru avbyrgdar og heilsuverkið var ungt, men hon fekk knappliga 87 ár og tað er ikki so galið.

Hon kom dramatiskt til heimin. Longu í móðurlívið trokaðist hon við tvíburðasystrina Mallu, sum seinni giftist í Skálabotn og tær kíndu hvørjari aðrari sum tari í sjónum í flógvum fosturvatni, meðan søt sevja frá mammuni streymaði gjøgnum nalvastreingirnar, sum kroppur hennara hevði umgjørt úr røstum fiski, grind, eplum, turkaðum kjøti og drýli, føði sum náttúrubúskapurin í Oyndarfirði bar upp til varrarnar.

Og tá ið hon skuldi koma í heimin var hóttafall á. Ódnarveður var, og mamman tørvaði læknahjálp og ikki var farandi við báti. Bretskir trolarar lógu á Pollinum í Klaksvík og lækni kom norður at hjálpa. Hann var settur av á Hellunum og síðan til gongu heim í gomlu Hálvmørk, sum var niðurtikin í fyrru helvt av tretivunum. Hon stóð millum Hálvmørkshandilin og sethúsini hjá keypmanninum í Hálvmørk, Jóan Paula Thomsen. Hví trolarin setti læknan av á Hellunum ein óveðursdag tykist løgið, men soleiðis var. Elsta systurin Anna, sum giftist til Skopunar, mintist hetta væl og hetta fortaldi hon áðrenn hon doyði.

Malla slapp heilskapað í heim og Mia tók skaða í heilanum av somu ferð. Hon lærdi ongantíð annað enn barnamál. Tað er Lustid sum skrivar. Eg fekk ongantíð annað navn og hon var øgiliga góð við meg. Malla var ein ógvuliga vitug kvinna, og tað svingaði við høgum frekvensi í ovastu hædd. Tá ið hon á ellisárum gjørdist í barndømi var stutta viðmerkingin frá tvíburðasystrini Miu hendan: “Malla dum.!”

Eg havi verið so ótrúliga heppin at hava átt fimm ommusystrar, sum hava fylgt mær positivt heilt upp til manndómsár. Nú eru bara tvær av teimum seks hálvmørkssystrunum eftir. Jóna sum er uppkallað eftir einum donskum lækna og eini sjúkrasystir og Hansa, sum var yngsta systurin. Eg hitti Hansu mikudagin, hon gekk úti við kikara í hond. Hon eigur eina ær, sum enn ikki hevur lembt og Hansa er ógvuliga hegnig til seyðahald. Hon er 80 í dag og tú sær sorg í hennara runda andliti, nú systurin, sum var so hjálparleys, er farin.

“Tað besta er, at hon slapp frá at stríðast og pínast. Hon slapp so friðarliga higani. Tað var ikki bara, tá ið hon var fødd, at tað var ódnarveður. Tá ið hon skuldi doypast var enn verri veður. Tað var so nógvur vindur, at tey tordu ikki heim eftir bakkanum, men fóru oman í fjøruna heim í kirkjuna. Mia fekk tað nógv betri við árunum. Hon var so ótrúliga bangin sum ung. Hon tordi ikki um eina grøv. Eiðislæknin sendi hana niður til Herlev sum smágentu. Men tað hjálpti so púrasta einki. Hon var stór smágenta, tá ið hon kom heim aftur, eg minnist tað væl og mamma tók hana aftur til sín, akkurát sum hon var,” sigur Hansa.

Mamman sum Hansa tosar um er langomma mín Oluffa, tann fína gamla konan úr Havn, sum tosaði reint havnarmál til ellisár og sum hevði eitt milt vesin og sum forgudaði mammu og alt sum var undan henni. Tað er slett ikki so lítið. Hon var dóttir Hans og Jóhannu á Kirkjuvegi nr. 1 í Havn. Tað er har Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður býr í dag. Mammam doyði og hon vaks upp hjá mostrini Ingu, sum var gift við Jákup Lützen, keypmanni og sum tólv ára gomul flutti hon við teimum til Oyndarfjarðar, tí tey fóru at handla í Víkum. Hon var systir Herborg hjá Spinnaranum Edward Samuelsen og ein beiggi kallaðist Pól. Tveir vóru sum doyðu og ein systir var aftur at. Minnist ikki nøvnini. Eg má fara at seta meg inn í hesa havnafamiljuna, sum kann verða góð at hava, um samleikin sum bygdamaður einaferð verður hóttur, hvat einki røkist fyri enn.

Eg var ordiliga stórur smádrongur, áðrenn tað gekk upp fyri mær, at Mia ikki var ordiliga í ordan. Vit sum sóu hana dagliga skiltu hennara mál og hon var allastaðni í míni stóru familju. Hon kom í hvønn føðingardag og hon var onkra løtuna mittpunktið, tí hon var stuttlig og hon fylgdi ótrúliga væl við. Eg fekk ikki annað navn enn Lustid og møtti eg henni, so spurdi hon eftir mammu, hvørja einastu ferð. Hon var 16 ára gomul, tá ið mamma varð fødd og mamma vaks upp fyrstu árini saman við Miu og hennara systkjum. Eg havi kent fløvan av alt mítt lív av, at mamma hevur verið ein forkelað sól millum systkini í Hálvmørk.

Svágur mín Hjørleif er bróðursonur Miu. Hann fekk ikki annað navn enn Lølle, beiggi hansara Jónhard fekk logiskt navni HiniLølle. Alt eg kann minnast hevur Mia búð hjá systrini Jónu í Tungumørk. Tá ið Kirstin hjá Jónu og Edvard í Kinn giftust, fekk maðurin Helgi beinanvegin navnið: ManniKisti. Og so vóru ikki fleiri tankar gjørdir um hetta heiti.

Eitt tað heitasta sambandið, eg upplivdi sum smádrongur, var tá ið Mia kom heim í Hoyriksstovu at vitja stórusystrina, tað næstelstu, Ingrid ommu. Tær vóru ordiliga væl og omma fór við henni sum vaksið fólk. Hon hevði at henni, um hon tvætlaði for nógv. Og meðan eg skilti tey neyðugastu orðini í barnamáli Miu, var samrøðan nógv meira nuanserað, tá ið omma og hon snakkaðu saman. Omma visti týdningin av hvørjum ljóði, sum kom av varrunum hjá Miu. Mia broyttist, tá ið hon var saman við sínum næstu. Tá kundi hon tosað frítt frá livrini og tey sum lurtaðu skiltu hvørt orð og vóru nærverandi.

Eg vitjaði hana fyri trimum mánaðum síðani og hevði planir um at fara út aftur, nú er ovseint. Hetta er ordiliga klassiskt í einum minningarorðum. Hon var broytt. Gnisturin og smílið var horvið. Hon var so alvorlig og móð. Høgra hond ristist allatíðina. Hon tosaði einki um at koma norður.

Yvir av okkum sat Malfrid, sum er ættað av Eiði, og sum hevur búð alt sítt vaksna lív í Oyndarfirði, har hon var gifti við Andrias í Tarti, sum næstan ikki mundi sloppið burtur higani væl yvir 100 ára gamal. Malfrid er í barndømi.

Mia vildi hava meg at fara at snakka við Mavu, sum hon kallaði hana. Eg so gjørdi. Malfrid kendi meg beinanvegin og nevndi meg við navni. Vit prátaðu eina løtu. Andrias var á útróðri, fortaldi hon og Andrias var tá deyður fyri langari tíð síðan,og tað kvinkaði einki við veruleikan hjá Malfrid. So hugdi hon meg djúpt inn í eyguni og spurdi. “Tú, Jústinus, hvør er handan konan sum situr yvir av okkum? “ “Hatta er Mia í Hálvmørk,” sigi eg. “Er tað hon,” svarar Malfrid, “eg kendi hana slett ikki.”

Mia spurdi meg sjálvandi eftir mammu og so kom eitt smíl. Hon vildi hava at vita hvussu vinurin Heessi hevði tað. Tað er Hentze Klein, kokkur og deknur og sum júst hevur rundað tey seksti. Tey vóru ógvuliga væl.

Eitt jarðiskt lív er at enda komið og tað eru góðar kenslur innan í mær, meðan eg skrivi hesar reglur. Spurningurin er, hvør er normal, og kanska gerst ongin ordiliga normal, fyrr enn vit doyggja, og harvið av álvara fara undir æviga lívið og drúgvu ferðina, sum ongan enda tekur og henni er enn ongin gongumaður komin aftur at siga frá, halda vit okkum til Hamlet hjá Shakespeare.

Mia deyð. Og eisini tøkk fyri tað.


Jústinus Leivsson Eidesgaard

justinus@olivant.fo