Upprunin til Vertshúsið var skómakarin Søren Olsen, sum byrjaði at hava skeinkistað í 1835.
Seinni tók fyrst konan og so dóttir hansara Olevina við. Hon var ógift. Aftaná nøkur ár kemur Hans Andreas inn í myndina. Petur Alberg sigur, at hetta var eitt “fornuftspartí”. Olevina var systir Marin Kristinu, konu gamla sýslumannin H. C. Müller.
Sambært brøv, sum eru send Poul Müller, sum var kolonistjóri i Grønlandi, setti Olevina Hans Andreas til at arva seg. Hetta skuldu hon angra, men umleið 1900 doyr hon knappliga av apopleksi, so har broyttist einki. Skrivað verður eisini til Poul, at tað hevur ikki altíð verið so hugnaligt hjá Olevinu saman við Hans Andreas og hansara starvsfólki.
Hans Andreas doyr í 1908, og tá taka bróðursonur hansara Christian Edvard og kona hansara Anna Katrina við hotellinum. Christian Edvard var beiggi Hans Andreas, Janus, Poul Juel og Armgarð.
Christian doyr longu í 1916, og tá tekur konan Anna Katrina við.
Tá ið Anna Katrina doyði í 1954, 83 ára gomul, skrivaði Maria Ejde minningarorð um hana, og segði millum annað:
Við A.C. Djurhuus er farin ein av mætastu kvinnum Føroya. Katrina var av góðum bergi brotin, um slíkt kann sigast um eina kvinnu. Borin og fødd var hon í Nólsoy, dóttir tann kenda skiparan Thomas Joensen, best kendur undir Skylv-navninum. Móðir hennara var Poulina Maria, dóttir Hans Paula undir Trappuni – bróðursonur Nólsoyar Pálls.
Katrina var ein álvarsom kvinna, ein kvinna sum visti, hvat hon vildi. Hørð við seg sjálva, sterk sum heimaoyggin, ið væl kundi skelva men ikki falla. Men eisini silvitnisdagarnar í Nólsoy høvdu sett sítt merki á lyndi hennara, tí neyvan man innanfyri nakran barm hava sligið eitt hjarta við meira eymari, fínari og djúpari kenslum enn hennara.
Á ungum aldri kom hon til Havnar á Hotel Djurhuus og kom hon her at hava lívsyrki sítt og sín langa og strævna arbeiðsdag. Hon varð gift við Christian Edvard Djurhuus, ið yvirtók hotellið eftir farbróður sín. Men teimum var ikki lagað at liva leingi saman. Hann var illa nívdur av sjúku, og hann doyði fá ár eftir giftuna. Hon stóð nú eftir við trimum smábørnum, og sum einsamalt konufólk at dríva hotellið, ið tá var einasta gistingarhús í Havn, var meira enn at siga tað. Men Katrina var ikki tann, ið leivdi sær nakað. Byrðan var løgd á hana.
Vælkomin á nátt og degi
Katrina var kend ikki bert um alt Føroyaland, men langt út um landoddarnar. Allastaðnis frá kom fólk til hana at gista, og góð var móttøkan, antin ein kom á nátt ella degi. Og hjá henni fingu øll at kenna seg heima.
Fyri gestum sínum var hon eins og ein móðir fyri børnum sínum. Einki var ov gott og einki var ógjørligt, tá tað galt nakað.
Tað sum sermerkti Katrinu í tí dagliga var hennara trúskapur og stóra gávumildi. Tað var ein lívstreyt fyri hana at geva, har nakað saknaðist. Og tað var ikki náðiskursl, tá ið hon tók til, nei, stórtøkin var hon. Hon lívgaði mangan, men ikki lat hon blása í lúður, um hon rætti hondina frá sær. Men sum Jesus Sirak sigur: “En rund haand skal aldrig fattes.” So var eisini hjá Katrinu. Hon kom ongatíð at fattast nakað.
Katrina var illa herjað av sjúku í mong ár, meðan hon hevði hotellið, men hon var ikki tann sum settist hendur í favn, um hon føldi sær mein. Hon tók altíð tyngsta takið sjálv. “Kom, gamla skal,” plagdi hon at siga. Men aldurin og mest sjúkan lamdi hana so, at hon mátti leggja frá sær. Og tá kendi mangur seg heimleysan at koma til Havnar.
Børnini hjá Onnu Katrinu og Edvard vóru Jonu, kallað Birran, gift við Zacharias Niclassen á Skipafelagnum, Óli Eliesar Andreas, vanliga kallaður Dia á Vertshúsinum, kendur skipari og Essemi, sum øll búðu í Havn
Ervi í 1920
Tað er neyvan nógv vitað um gerandisdagin á hotellinum. Men í búgnum hjá Jens Christian Djurhuus, pápabeiggja Christian Edvard, er ein rokning fyri ervið hjá Jens Christian, sum hevur verið hildið á hotellinum. Her sæst bæði prísir og hvat ið var fngið at eta.
Samlaði prísurin fyri ervið var kr. 203,84. Hetta hevur verið nokk so nógv. Tøl frá hesi tíðini skulu faldast við 100 ella kanska 200 fyri at sammeta við dagin í dag.
Tað sæst, at her hevur ikki verið spart. Til døgurða hava tey so fingið kjøt. Hetta er størsti postur, sum kostaði kr. 62,90.
Sagosuppu við sviskum og rosinum fingu tey so eisini, sum vanligt var til ervi fyrr. Keypt eru tvey kg. Hetta svarar til um 150 portiónum. Hetta hevur verið nokk so nógv fólk, tá hugsað verður um, at Jens Christian hevur verið heilt ókendur í Føroyum. Hann hevði verið burtur alt sítt vaksna lív og hevði bert verið í Føroyum fáar mánaðir, tá ið hann doyði. Hann hevur fyri kortum verið umrøddur í hesi røð.
Omaná hevur verið kaffi og køkur. Tað hevur ikki verið spart uppá køkur, tí tær kostaðu kr. 44,25. Kol er sett til kr. 13,40.
Uppvartningurin kostaði 10 krónur, og tilgerðin av matinum var 10% av keyptu vørunum.
Hvat kostaði tað so at búgva?
Hetta sæst á eini aðrari rokning til búgvið. Jens Christian hevði búð á hotellinum í 151 dagar. Prísurin var 8 krónur um dagin fyri kost, logi og vask.
Jens Christian hevur uttan iva kent seg væl á hotellinum, tí í testamentinum hjá honum fekk Anna Katrina kr. 500. Hetta má hava verið eitt gott íkast hjá henni.
Tá ið hann so flutti tók hotellið kr. 100 fyri seingjarklæði og reingerð av kamarinum.
Seinni varð hotellið yvirtikið av Mortan á Skarv, og var millum manna kallað Hotel Skarv.
Eigari í dag er Beinta Háberg Jacobsen.