Kunnandi fundur um hjálpararbeiðið

Global Contact hevur kunnandi fund á handilsskúlanum í Havn í morgin Tey sum ynska at fara við felagsskapinum ?Global Contact? og finna út av, hvussu nógv heimurin hevur brúk fyri fólki sum vilja hjálpa ? og hvussu nógv fólk hava brúk fyri heiminum, fáa nú høvið at fara á kunnandi fund, fyri at frætta um Global Contact.

Mándagin 4. mai kl. 15.15 verður kunnandi fundur í kantinuni á Handilsskúlanum á Kambsdali um Global Contact. Hin kunnandi fundurin verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 6. mai kl. 20.00.

Á fundunum fara tær tríggjar Amalia Danielsen, Alda Egilstrøð Magnussen og Ása Dam á Neystabø at fortelja um teirra upplivingar í ávíkavíst Tanzania, Kenya og Ghana. Møguleiki verður eisini at hoyra um møguleikar at ferðast til Asia og Suður-Amerika at arbeiða sjálvboðið fyri lokalar hjálparfelagsskapir.

Anders Reimer Larsen frá Mellemfolkeligt Samvirke fer at greiða nærri frá Global Contact og teirra samstarvi við hjálparfelagsskapir í menningarheiminum.

Myndir og filmar verða vístir, og harafturat verður væntandi okkurt spennandi tónleikainnslag á skránni.

Øll eru vælkomin ? einki aldursmark og eingi faklig krøv vera sett.

Umboð fyri Global Contact vitja Rás2 í morgin, og koma tey at greiða frá felagsskapinum klokkan 9.15.