prædikantum eru fyri mannminkandi ágangi. Latið okkum samtykkja okkara fólkaræðisliga grundarlag, so vit altíð kunnu siga við umheimin, at soleiðis eru vit veruliga, tí í veruleikanum eru vit menniskjalig [...] sjálvum. Kanska eru tey fleiri, enn vit halda, sum taka undir við Jenisi av Rana og veruliga hava so stóra andstygd fyri samkyndum, at tey ikki kunnu vera í rúmi saman við teimum. Ivast vit í, um so er, so [...] stjórnarskipanini eru nógvar aðrar lógargreinir, eitt nú lógargreinir, ið skulu staðfesta, at vanlig mannarættindi skulu galda í Føroyum. Í grein 7 í uppskotinum stendur: »Øll fólk eru javnsett uttan mun
vera um fólk, ið eru komin sera illa fyri ella í ringasta føri doyggja. Tað er uppgávan hjá okkum í løgregluni at kunna tey avvarðandi um hetta, so skjótt sum gjørligt. Men tað kunnu vit illa náa, um fólk [...] kann stoyta fólk, sigur Steen Nørskov. - Vit løgreglufólk eru sett í heimin fyri at hyggja at møguligum lógarbrotum. Men so er tað tað etiska sjónarmiðið, sum vit ikki kunnu stýra beinleiðis við lóggávu [...] deila myndina á sosialu miðlunum - tí tað hevur tú ikki loyvi til uttan víðari. Myndir við persónum á eru at rokna sum persóndata, sum merkir, at um tú deilir eina mynd, so deilir tú upplýsingar um persónin
høvdu feløgini í Klaksvík tikið norðoyastevnu upp og tosa um møgulig undantaksloyvi. ? Vit tosaðu um tað, og vit spurdu tey, hvussu tey høvdu gjørt, um tað var Ólavssøka, greiðir Kristoffur frá. Hann sigur [...] í morgin. ? Hetta er sjálvandi eisini við tí fyrivarni, at vit vita slettis ikki, hvussu tað er við allari vøruni, um hon yvirhøvur er komin til landið, sigur Kristoffur, sum leggur dent á, at feløgini [...] tað ikki fara at koma so nógvir stevnugestir í ár sum undanfarin ár. Á norðoyastevnu eru nógv føst tiltøk, sum eru ár eftir ár, til dømis tivoli og fýrverkarí, og tað er serliga tey føstu tiltøkini, sum
undan surpatunum, sum eru hermenn úr Non Surgod. Børnini er um tólv ára aldur, hava sitið í fangalegu í fýra ár, eftir at heimbygdin varð niðurbrend, og tað mesta fólkið dripið. Nú eru tey rýmd undan kúgarunum [...] hesir hermenn hava. Vit eru í einari tíð, sum minnir um okkara miðøld, og hóast skotvápn ikki verða brúkt í søguni, so verður longu á fyrstu síðu sagt um bergholið, at tað ikki eru menniskir, ið hava sprongt [...] skaldsøgum innan somu karmur. Hesir leypar av skaldsøgum eru sanniliga eisini komnir út, síðani Tolkin av álvara gjørdi vart við seg í miðjum 50?unum, og nú er ein mitt úr slagnum skrivað á føroyskum. Sonja Schneider
suðureftir, sum ikki pláss eru til, tá ið stadionið skal gerast liðugt um eini tvey ár. Nú er knappliga meira peningur tøkur. Og alt hetta verður gjørt, meðan fólk frá býráðnum eru á Gotlandi og arbeiða fyri [...] n. Nú arbeiða fólk av lívsins kreftum at seta upp ófantalig betongelement, sum øll standa har rennibreytin skal vera. Ein forðing var spreingiarbeiðið á norður/eystur síðuni, men á vestursíðuni eru ás [...] Borgarstjórin mátti standa skúlarætt, tá hann aftur og aftur varð spurdur, um tað nú er neyðugt at nýta 40000 krónur av skattaborgarans peningi til tílíka ferð. Eisini var samrøða við formannin í oygg
tá viðgerðir miseydnast. Deyðin er 100 prosent. Tillukku Sum vit enda samrøðuna, ynskir Maria Aakre at ’gratulere’ Føroyum, tí vit nú eru í ferð við at góðtaka hospise hugsjónina. Í Noregi var tað ein [...] rúmar tey doyggjandi. Vit kunnu vera umvandrandi hospise, tá vit møta doyggjandi við tí rætta hugburðinum og etikkinum, men heilsuverkið eigur eisini at vera skipað soleiðis, at vit sum samfelag rúma deyðan [...] nyttar tað ikki at síggja tann sjúka sum eitt einsamalt menniskja. Tey avvarandi eru ein partur av tí sjúka, og tey eru jú eisini sjálv rakt av deyðanum. - Øll menniskju hava tørv á einari lívssøgu, og
í gjár eykapening til báthylin í Skúvoy. Tilboðini at umvæla verjugarðin í báthylinum í skúvoy eru komin inn og neyðugt var at játta 800.000 kr eyka. Fíggjarnevndin metti umsóknina um eykajáttan hava skund [...] av Brúm, 300 t.kr frá Trygdartiltøk av vegum og 200 t.kr frá innkoyring til Havnar. Hesar játtanir eru frammanundan góðar 9 mió. kr tilsamans. Minnilutin, Torbjørn Jacobsen og Annita á Fríðriksmør tóku
Lurtið nú eftir: Vit vóru ikki meira enn komnir niðan til abba tín, og høvdu fingið ein bita, so kom tað óróliga lagið á Sigmund Petersen. Tú visti hvussu hann var. Hann hevði tráðu við og nú skuldi hann [...] seinastu 25 árini. Tekningarnar eru tvey portrettir av abba mínum Jústinus Ejdesgaard í Oyndarfirði og blýantsstrikurnar eigur Ingálvur av Reyni, sum dró andan fyri seinastu ferð nú leygardagin, 84 ára gamal [...] dagin eg møti honum sigur hann: Tú abbasonur Jústinus í Oyndarfirði, nú hevði eg ikki eingang eitt navn, eg teknaði hann einaferð, vit sótu og drukku kaffi uppi í cafeterianum hjá Sigmundi. Eg havi tvær
hesi orð. ? Omma, hvar eru vættrarnar, og hví sigur tú so? - Lukka, tað er so nógv, sum Guðs fingur hevur nomið við, sum eygað ikki sær. Vættrarnar eru barna- og menniskjavinir, sum eru manngóðar - vilja tær [...] heilsu í vága fyri at lívbjarga sær og sínum . Ikki minst er teimum fyri at takka, at vit hava tað samfelag, sum vit hava í dag. Kolfýrdu trolararnir, sum fiskaðu í Hvíta havinum, plagdu at fara inn í [...] Jólahugnin í Ansastovu var undir bitunum. Abbi og omma sótu still í køkinum og vóru kvirr, nú hátíðin var komin inn um garðarnar. Dýrdarinnar fjós, sum var lítilsvirt í manna eygum, stóð teimum hjarta næst
minnast vit í 1996, tá Magni Jarnskor stutt inn í seinna hálvleik hevði lagt GÍ á odda 2-0. Málverjin Jens Martin Knudsen var komin við út á vøllin at fegnast saman við liðfeløgunum og var ikki komin upp á [...] horvið sum døgg fyri sól, nú Alexander »Sasha« Radosavljevic hevur skotið hat-trick í tveimum dystum á rað. Hann var ikki tøkur hjá gøtumonnum í byrjanini av kappingini, men nú hevur hann veruliga sett [...] n, nú HB skal royna at halda fast í FM-møguleikanum. Tað mugu teir allarhelst gera uttan Súna Fríða Johannesen, sum hevur verið darvaður av skaða og er ivasamur til dystin í morgin. Allir hinir eru klárir