Norðoyastevna verður ikki blokerað

Sambært formanninum í Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, Kristoffur Olsen, hava arbeiðarafeløgini í Klaksvík ikki nakrar ætlanir um at blokera Norðoyastevnu

? Vit hava ongar ætlanir um at blokera Norðoyastevnu, sigur Kristoffur Olsen, formaður í Klaksvíkar arbeiðsmannafelag. Hann greiðir frá, at eftir at tað slitnaði partanna millum fyri aðru ferð, tá sótu feløgini og fundaðust eina løtu. Tá høvdu feløgini í Klaksvík tikið norðoyastevnu upp og tosa um møgulig undantaksloyvi.
? Vit tosaðu um tað, og vit spurdu tey, hvussu tey høvdu gjørt, um tað var Ólavssøka, greiðir Kristoffur frá. Hann sigur, at tey serliga hugsa um fýrverkaríið og tivoli, sum allarhelst kann fara at verða rakt harðast av verkfallinum, um onki sleppur norðureftir. Kristoffur sigur tó, at ongin avgerð er tikin um undantaksloyvi, men tey fara at taka málið uppaftur á fundi millum feløgini í dag ella í morgin.
? Hetta er sjálvandi eisini við tí fyrivarni, at vit vita slettis ikki, hvussu tað er við allari vøruni, um hon yvirhøvur er komin til landið, sigur Kristoffur, sum leggur dent á, at feløgini ikki fara at blokera norðoyastevnuna.
Hann sigur eisini, at arbeiðarafeløgini í Klaksvík bert hava fingið tann eina fyrispurningin um undantaksloyvi, og tað var frá sjálvum borgmeistaranum til at rudda býin á stevnuni.
? Og tað játtaðu vit teimum, og tað stendur við, sigur Kristoffur Olsen, sum heldur, at tað lat til, at hini feløgini í verkfalli væl skilja støðuna viðvíkjandi norðoyastevnu. Men hvat endaliga verður avgjørt í hesum málinum, fæst so ikki at vita, fyrr enn feløgini hava havt fund.

Fyrireikingarnar ígongd
Meðan alt hetta stendur upp á, halda fyrireikingarnar til stevnuna fram sum vanligt, hóast alt tykist eitt sindur óvist. Og allastaðni har ein kemur í Klaksvík verður spurt um, tað fer at verða nøkur norðoyastevna. Nógv eru svartskygd, meðan onnur slettis ikki duga at síggja nakra orsøk til at útseta stevnuna.
Tosað hevur verið um at møguliga útseta stevnuna til vikuskiftið millum vestanstevnu og ólavssøku, men tað letur ikki til, at tað er undirtøka fyri tí kortini. Onkur hevur havt á máli, at øll tey tiltøk, sum møguliga ikki kunnu verða á norðoyastevnu orsakað av verkfallinum, kunnu útsetast til Klaksvíkar kommuna fyllir í august. Undir øllum umstøðum man tað ongantíð áður hava verið tosað so nógv um, um norðoyastevnan skal útsetast ella ikki.
Tað er tó ein sannroynd, at norðoyastevna er tað fíggjarliga grundarlagið hjá fleiri smærri feløgum, sum plaga at skipa fyri tiltøkum á norðoyastevnu. Og nógv meta, at tað ikki fara at koma so nógvir stevnugestir í ár sum undanfarin ár.
Á norðoyastevnu eru nógv føst tiltøk, sum eru ár eftir ár, til dømis tivoli og fýrverkarí, og tað er serliga tey føstu tiltøkini, sum krevja, at vøra kann koma norður, sum ger, at fólk tosa so nógv um, um norðoyastevnan fer at verða nakað verd í ár.
Men sum Sosialurin skilir, so er fýrverkið langt síðani komið til landið og liggur á heilsøluni í Klaksvík. Og frá NFÍ verður sagt, at flestu lutirnir til Tivoli somuleiðis eru komnir til landið, men spurningurin er, um tað fer at sleppa norður.
Men tað fara arbeiðarafeløgini sum sagt at taka støðu til í dag ella í morgin, so um tað verður játtað, so er ikki vist, at norðoyastevnan 2003 fer at verða so skerd, sum tað varð væntað.
Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa nakra viðmerking frá forkvinnuni í Føroya arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, áðrenn evsta mark.