Formaðurin í Miðflokkinum hevur aftur gjørt tað. Hann hevur politiskt markerað seg við at seta niður á samkynd, fornermað íslendsku tjóðina og sett Føroyar í ringt ljós kring allan heim. Heilt úr USA umvegis Ísland til Póllands skriva fjølmiðlar við einum láturbrøli, at í lítlu Føroyum eru summi so homofobisk, at tey uttan at skammast háða oddakvinnuna í einum sjálvstøðugum stati fyri hennara kynsligu sannføring.
Í Íslandi fór søgan sjálvandi upp á allar tíðindabreddar. Í ríkissjónvarpinum týskvøldið var langt innslag um mótmælið hjá Jenisi av Rana ímóti Jóhonnu Sigurðardóttir og konu hennara, Jóninu. Ríkissjónvarpið tosaði við Øgmund Jónasson, altingsmann, sum mælti íslendingum frá at døma allar føroyingar í málinum. Eisini Steingrímur Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, undraðist á útsøgnina hjá føroyska tingmanninum og harmaðist vegna føroyingar um málið.
Íslendska sjónvarpið hevði eisini spurt fólk í Havn, hvat tey hildu. Av teimum seks, ið spurd vórðu, hildu øll, at formaðurin í Miðflokkinum var farin langt út um mark. Vit eru øll javnlíkar og skulu viðfarast javnt, segði ein. Men úr íslendskum fjølmiðlum er søgan um Jenis av Rana og Jóhonnu Sigurðardóttir farin víða um heim. Ísland er sjálvstøðugt ríki, og tá landsins leiðari er fyri tílíkum persónligum álopi, bera útlendskir sendiharrar og tíðindamenn sjálvandi søguna víðari.
Mótmælti tí ónormala
Jenis av Rana segði í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum týsdagin, at hetta, hann hevði sagt upprunaliga, var ikki so álvarsligt. Hann skuldi einans hava sagt, at hann tímdi ikki út um kvøldarnar, tí hann var so ofta úti annars, og hetta skuldi so vera orsøkin til, at hann ikki vildi fara til Kirkjubøar at eta døgurða saman við Jóhonnu Sigurðardóttir og konu hennara. Men hetta var ikki heilt satt.
Fyrsta útsøgn hansara stóð á Vágaportalinum mánadagin. Jenis av Rana hevur ikki tikið frástøðu frá útsagnunum har ella hildið uppá, at hann er skeivt endurgivin, og tí hevur hann orðarætt eftir Vágaportalinum sagt hetta: »Vanliga fari eg ikki út um kvøldarnar, uttan so at konan er boðin við, so velji eg heldur at vera heima hjá henni, og hetta hevur verið soleiðis í mong ár, so hetta er ikki nakað nýtt.«
Síðan segði hann: »Men tá ið tað er sagt, so skal sigast um hesa innbjóðingina frá løgmanni til døgurðan í sambandi við vitjanina hjá íslendska forsætismálaráðkvinnuni við makanum frú Jóninu, at eg fór ikki kortini, um so konan hevði verið boðin við eisini. Hetta er nógv meira alvorligt enn sum so, og hetta signalerar ikki tað normala sambært skriftunum, so eg hevði ikki droymt um at farið til ein sovorðnan døgurða.«
Hetta var útsøgnin, sum fekk heimspressuna at varpa ljós á Føroyar, og hetta var tað, formaðurin í Miðflokkinum veruliga meinti. Íslendski forsætisráðharrin og hennara kynsliga sannføring umboðaðu ikki tað normala, og tí kundi Jenis av Rana ikki eta døgurða saman við henni og konuni, hóast Jesus ikki himpraðist við at sita til borðs saman við nøkrum. Kundi rok væntast av hesi útsøgn? Sjálvandi.
Síðan hevur Jenis av Rana sagt við Politiken, at hann hevur Føroya fólk við sær í málinum. Hann hevur víst á, at tveir aðrir floksformenn, Jørgen Niclasen og Kári P. Højgaard, eisini mótmæltu døgurðanum í Kirkjubø, hóast teir hava víst á aðrar grundgevingar enn tær hjá Jenisi av Rana. Við øðrum orðum roynir hann at siga, at hann umboðar meirilutan í Føroyum.
Fólkaræðislig vøgga
Í sjálvum sær er hetta ein áhugaverdur pástandur, sum er verdur at bjóða av, og tann møguleikin er nú til staðar, at okkurt skilagott kann spyrjast burtur úr tí skomm, sum hetta málið hevur fingið nógvar føroyingar at kenna djúpt í sínum gestablíðu hjørtum.
Orsøkin til, at mong gerast so fúkandi óð um menniskjasýnið hjá Jenisi av Rana, er, at tey flestu halda seg búgva í einum toluliga upplýstum og tolsomum samfelag við eini ávísari fólkaræðisligari hevd. Men kanska er hetta ikki so. Kanska liggja føroyingar enn í eini fólkaræðisligari vøggu og lúgva fyri sær sjálvum. Kanska eru tey fleiri, enn vit halda, sum taka undir við Jenisi av Rana og veruliga hava so stóra andstygd fyri samkyndum, at tey ikki kunnu vera í rúmi saman við teimum.
Ivast vit í, um so er, so man stundin vera komin, at føroyingar innanhýsis taka dystin upp um virðini, sum føroyska samfelagið skal byggja á í framtíðini.
Í løgtinginum liggur eitt uppskot um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, sum kemur til viðgerðar hósdagin 23. september kl. 11.00. Tá tosað hevur verið um hetta uppskotið, hevur mest verið tosað um fyrstu lógargreinirnar, ið snúgva seg um landið, tjóðina og samvaldisstøðu landsins. Men í stjórnarskipanini eru nógvar aðrar lógargreinir, eitt nú lógargreinir, ið skulu staðfesta, at vanlig mannarættindi skulu galda í Føroyum.
Í grein 7 í uppskotinum stendur: »Øll fólk eru javnsett uttan mun til kyn, eyðkenni og frábregði.« Síðan stendur: »Eingin munur má vera tilvildarligur, órættvísur ella mannminkandi.« Í grein 8 verður staðfest: »Øll eiga rætt til lív og trygd.« Í grein 8 stendur eisini: »Ongin kann verða revsaður ella viðfarin miskunnarleyst ella óvirðiliga.« Í grein 12 verður staðfest, at øll eiga rætt at trúgva og útinna sína trúgv, og at kristnitrúnni kunnu verða veittar serligar sømdir, tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir.
Spurningurin er, hvørja av hesum orðingum formaðurin í Miðflokkinum hevur skilt, um hann hevur skilt nakra.
Hann javnsetti við útsøgn síni ikki Jóhonnu Sigurðardóttir og konu hennara við onnur fólk, men gjørdi mun á teimum á mannminkandi hátt. Til ber eisini at siga, at hann viðfór tær báðar miskunnarleyst og óvirðiliga. Við síni snævuskygdu kristnifatan, sum hann sambært stjórnarskipanaruppskotinum hevur rætt til at hava, tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir, gjørdi hann seg inn á grundleggjandi mannarættindi. Somu mannarættindini, sum vesturheimurin í heimskríggjum og borgarakríggjum hevur bløtt milliónir av litrum fyri at sleppa at orða og samtykkja í altjóða sáttmálum.
Um meirilutin talar
Hetta í sjálvum sær var nóg álvarsligt, og tí gjørdist málið eisini eitt rokmál uttanlands. Men tað hevði eisini eina aðra álvarsliga dimensión. Við síni atferð mótvegis íslendska forsætisráðharranum tók Jenis av Rana eina heila tjóð sum gíðsla, sína egnu tjóð. Hann gjørdi júst tað sama sum prædikumaðurin, ið fordømdi Elton John í summar. Setti egið trongskygni, ótolsemi og fyrilitaloysi fram um umdømið hjá landi og fólki. Føroyingar verða tí enn einaferð settir í bás sum forstýraðir ørvitisknokkar, hesaferð tíverri eisini í Íslandi, har vit annars altíð hava verið sera høgt í metum og mangan eru borin á lógvum, ikki minst tá arbeiðsneyð hevur verið í Føroyum.
Á kjaktorgum tykist breið semja at vera um, at hetta líkist bara ongum, og summi eru rættiliga óð. Blaðmaðurin, Arni Zachariassen, sum skrivaði Jóhonnu Sigurðardóttir eina almenna umbering í vikuni, hevur á Facebook fingið 2.300 viðurkennandi herðaklapp fyri sína aktión. Men eitt er at harmast á Facebook, við kaffiborðini og á løgtingsvalum fjórða hvørt ár. Spurningurin er, um tigandi meirilutin í Føroyum ikki meira ítøkiliga nú skuldi reist seg og talað at.
Sleppa víðgongdir minnilutar óátalað at seta dagskránna við sínum fordømandi sjónarmiðum, og sleppa teir at oyðileggja umdømi landsins í heimspressuni, og onki verður gjørt, so kunnu summi lættliga fáa ta fatan, at mannafíggindaligur husgunarháttur er góðtikin í Føroyum. Neyvan heldur meirilutin, at hetta er í lagi.
Tí er løtan tann rætta at taka dystin upp um virðisgrundarlagið í Føroyum, nú Stjórnarskipan Føroya kemur til umrøðu. Latið okkum samtykkja skjalið, sum vit til eina og hvørja tíð kunnu siga er okkara veruliga tolsama, rúmliga og víðskygda virðisgrundarlag. Latið okkum verja tey, ið vilja dyrka sína trúgv, og latið okkum verja tey, sum orsakað av trongskygdum prædikantum eru fyri mannminkandi ágangi. Latið okkum samtykkja okkara fólkaræðisliga grundarlag, so vit altíð kunnu siga við umheimin, at soleiðis eru vit veruliga, tí í veruleikanum eru vit menniskjalig og ófordømandi.
Ella eru vit?