Eftir 18 ár sum leiðari á stórari krabbameinsdeild á St. Olavs Hospital í Tróndheimi, arbeiðir Maria Aakre í dag sum formaður fyri etiska ráðið hjá sjúkrarøktarfelagnum í Noregi. Harumframt rekur hon saman við tveimum øðrum eitt etiskt verkstað, har tey hava skeið fyri leiðarum frá bæði heilsuverkinum, løgregluni, skúlaverkinum og aðrastaðni.
Í 1987 var Maria Aakre við til at byrja fyrstu norsku krabbameinsdeildina uttan fyri Oslo. Í dag eru fleiri krabbameinsdeildir í øllum teim fimm lokalu heilsuøkjunum í Noregi. Eisini innan hospise – linnandi heildarviðgerð fyri doyggjandi – hevur norska Maria Aakre verið við í slóðbrótandi arbeiði. Sum fyrsta staðið í Noregi fekk krabbameinsdeildin í Trondheimi í 1992 eina hospise deild. Slíkar hospise deildir eru í dag eisini í øllum teim fimm norsku heilsuøkjunum.
Føroyar standa møguliga í byrjunarfasuni í hesari menning. Krabbameinsdeildin á Landsjúkrahúsinum er lítil og nýggj, og enn er eingin hospisedeild í Føroyum. Vitjanin hjá Mariu Aakre var tí sera viðkomandi og áhugaverd.
Kærleikssøga hins einstaka.
- Ein sjúlingur hevur brúk fyri minni morfin, aftaná at hann hevur tosað við son sín.
So hart og kontant setur Maria Aakre myndina upp, tá ið vit tosa um leiklutin hjá familjuni í viðgerðini av deyðasjúkum.
- Stúranin hjá tí sjúka er nær knýtt at familjuni. Har situr mangan nógv óloyst pína og nógvar óloystar konfliktir. Tí nyttar tað ikki at síggja tann sjúka sum eitt einsamalt menniskja. Tey avvarandi eru ein partur av tí sjúka, og tey eru jú eisini sjálv rakt av deyðanum.
- Øll menniskju hava tørv á einari lívssøgu, og tá deyðin stendur fyri framman, uppdaga fólk ofta, at lívssøgan er kærleikssøgan. Nógv doyggjandi hava brúk fyri at rudda upp. Og henda tørv mugu vit sum heilsufólk síggja og møta.
Maria Aakre tekur sum dømi eina eldri kvinnu, sum bað seg massera sær ryggin. Sum hon situr og loysir spenningarnar í rygginum, sigur konan, at dóttir sín situr í fongsli.
- Haldi eg so framm við bara at síggja ryggin ella síggi eg menniskja, og hvat svari eg?
Søguna um gamla krígsveteranin (sí søgu aðrastaðni á opnuni, red.) fortelur hon eisini sum dømi um tað sama. Gamli maðurin hevði ongan, men hann hevði ein konkretan fysiskan tørv at rudda upp í gomlu kenslunum.
Valdsmikla starvsfólkið
- Øll menniskju hava ein felags lívslut, menniskja tørvar onnur menniskju. Og arbeiðsetikkur er, hvussu vit umsita tað vald og tað bundni, sum sprettur úr hesi støðu, sigur Maria Aakre
- Starvsfólk í heilsuverkinum eru í einari heilt serligari valdsstøðu. Teirra uppgáva er at hjálpa tí sjúka og hansara nærmastu við tí, sum tey ikki sjálvi klára. Starvsfólkini sita inni við kunnleikanum, og vandin er, at tey gloyma, at hjálpin eisini má byggja á egna ynski sjúklingans, sigur hon
- Sjúklingurin má virðast sum eitt heilt menniskja, og starvsfólk í heilsuverkinum mugu viðurkenna sítt vald og kenna síni mørk.
Pínufullar royndir hava lært Mariu Aakre, at tørvurin á at hjálpa ikki altíð samsvarar við tørvin á hjálp. Maria heldur eisini, at læknar og sjúkrarøktarfrøðingar tíverri mangan kunnu fáa ein sjúkling til næstan hvat sum helst.
- Tað hevur alstóran týdning, at sjúklingurin verður stuðlaður at trúgva á egna ábyrgd. Starvfólk í heilsuverkinum mugu vísa áhuga fyri persóninum. ’Hvør ert tú’ og ’hvat vilt tú’ mugu vera spurningar, sum vit ofta brúka, soleiðis at sjúklingurin styrkist í sínum egna leikluti, sigur hon
Virðisvitandi leiðslur
Sjúkrarøktarfrøðingar og onnur starvsfólk í heilsuverkinum vita, at sjúklingurin skal takast við og síggjast sum ein heilur persónur. Hetta er gomul læra í heilsuskúlum. Men í dagliga arbeiðnum møta tey einari skipan, sum krevur ferð, lønsemi og lýdni.
- Valdsmisnýstla yvir fyri sjúklingunum er ofta knýtt at vánaligari leiðslu. Tey, sum sita við dagligu leiðsluni, mugu ganga undan og vísa, hvørji virði eru galdandi. Leiðarar hyggja alt ov nógv upp eftir í skipanini og alt ov lítið niðureftir, heldur Maria Aakre.
Hon hevur undirvíst nógvum leiðarum í virðisleiðslu og ábyrgd teirra at skapa etisk røtt umhvørvi. Eg spyrji hana, hvat leiðarar siga, tá teir hoyra hennara boðskap.
- Teir gráta, sigur hon. Alt ov nógvir leiðarar hava slett ikki skilt, at teir eru mentamálaráðharrar á teirra egna arbeiðsplássi.
- Leiðarar bera seg kanska undan við, at teir eru strongdir omanífrá, men tá tað kemur til virðir og mentanir, so hevur dagligi leiðarin bæði ábyrgd og møguleika at ávirka. Loyaliteturin má liggja hjá sjúklinginum og ikki hjá skipanini.
Deyðleysa samfelagið
Eitt orðatak sigur, at tann, sum ikki torir at doyggja, maktar ikki at liva. At deyðin er eitt tabu í okkara modernaða samfelag frátekur okkum dýpdina í lívinum, heldur Maria Aakre
Krabbameinssjúklingar siga mangan, at teir ikki høvdu vilja verið royndirnar fyri uttan. Sjúkan er ikki bara ein byrði, men eisini ein vinningur. Maria Aakre sigur smílandi, at deyðin er ein lívskvalitetur. Krabbameinssjúklingar kunnu læra okkum at liva, heldur hon.
- Á eggini sært tú betri - bæði í náttúruni og í lívinum. Millum krabbameinssjúklingar sæst nakað av tí, sum flestu menniskju leita eftir – nærleiki, stórar samrøður og týdningarmiklar sáttargerðir, sigur hon.
- Vit stjala nakað frá okkara børnum og ungu við ongantíð at vísa teimum ’skríggj og meining’. Vit verja hvørki tey ella okkum sjálvi við ikki at tosa um sorg og deyða.
Deyðin hendir ikki bara, tá viðgerðir miseydnast. Deyðin er 100 prosent.
Tillukku
Sum vit enda samrøðuna, ynskir Maria Aakre at ’gratulere’ Føroyum, tí vit nú eru í ferð við at góðtaka hospise hugsjónina. Í Noregi var tað ein gáva áljóðandi 15 milliónir norskar krónur frá norska krabbameinsfelagnum, sum setti gongd á at seta hospise á stovn. Tí heldur hon tað vera sera gleðiligt, at føroyski heilsumálaráðharrin úttalar seg so jaligt um hugsjónina.
- Hospise er ein náttúrligur partur av einum samfelag, sum rúmar tey doyggjandi. Vit kunnu vera umvandrandi hospise, tá vit møta doyggjandi við tí rætta hugburðinum og etikkinum, men heilsuverkið eigur eisini at vera skipað soleiðis, at vit sum samfelag rúma deyðan og ikki altíð royna at lekja.
Vit reisast, og hon spyr meg, um eg kenni til góð støð at ganga í Norðurstreymoy. Hon hevur vaksnu dóttir sína við sær til Føroyar, og tær ætla sær at uppliva føroysku náttúruna til gongu. Eg viðgangi, at eg kenni lítið til Suðurstreym og minni til Norðsteym.
Og sum eg fari útaftur á Áarvegin, hugsi eg, at í dag verður ein partur av kærleikssøguni hjá Mariu Aakre og dóttir hennara skrivaður á onkrari smalari føroyskari fjallagøtu.
----------
Gamli krígsveteranurin, sum vildi sleppa í bað.
Ein gamal krígsveteranur frá sjóverjuni lá á sjúkrahúsi. Hann var lamin frá bringuni og niður, var illa raktur av prostatakrabba og lá til tað síðsta. Eingin kom og vitjaði hann, og sum typisk hernaðarfólk tóktiskt hann harður og innistongdur.
Tá ein sjúkrarøktarfrøðingur ein dagin kemur inn á stovu hansara, sigur hann, at hann fegin vil sleppa í bað. Sjúkrarøktarfrøðingurin heldur tað ikki vera ráðiligt, tí maðurin er so illa fyri. Hon sigur við hann, at tað ikki ber til, men bjóðar seg at vaska honum, meðan hann liggur í songini.
Næsta dagin endurtekur søgan seg, og triða dagin spyr hann hana aftur um at sleppa í bað.
Sjúkrarøktarfrøðingurin hugsar seg um og gevur eftir. Eftir sum hann so staðiliga ynskir tað, sleppur gamli krígsveteranurin í bað.
Tá gamli maðurin er komin í baði, byrjar hann at tosa við onkran sum hann sær fyri sær. Tað vísir seg, at undir krígnum varð skip hansara søkt, allir mennirnir druknaðu uttan hann, og nú 50 ár aftaná liggur hann aftur í sjónum millum søkkandi vinnmenn sínar.
Meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir sótu við tárum og lurtaðu, segði gamli herðmaðurin farvæl við allar teir sum sokku. Hann greiddi teimum frá, at upplivingini sum tann einasti at yvirliva hevði verið so ræðulig, at hann hevði lovað sær sjálvum ongantíð aftur at vera góður við nakran.
Í 50 ár hevði kenslurúmið hjá gamla manninum verið stongt, hann hevði ongantíð gift seg og átti ongi børn. Og nú hann lá fyri deyðanum, hevði hann brúk fyri at venda aftur til tað staðið, har hurðin á fyrsta sinnið varð stongd. Hann hevði brúk fyri at sleppa í bað.
Dagin eftir doyði maðurin.
------------
Sjúkrarøktarfrøðingurin í vaktarrúminum.
Ein sjúkrarøktarfrøðingur situr á sjúkrastovu, har ein krabbameinssjúklingur liggur til at doyggja. Familjan, kona og trý børn, sita rundan um hann.
Sjúkrarøktarfrøðingurin vil øðiliga fegin vera um bæði sjúklingin og familjuna og hjálpa teimum so væl sum gjørligt. Hon hevur førleikan og kunnleikan og vil gjarna brúkast.
Men hon sær, at hvørki sjúklingurin ella familjan hava tørv á hennara hjálp, hon velur tí at bakka, fer út úr stovuni og setur seg í vaktarrúmi.
Alla náttina situr hon í vaktarrúminum og bíðar. Hon veit at maðurin er doyggjandi og væntar tí hvørja løtu, at konan kemur inn eftir henni.
Klokkan fimm kemur konan. – ”Nú kanst tú koma”, sigur hon. ”Hann doyði klokkan tvey, og nú mást tú gjarna koma inn.”










