Jústinus Eidesgaard
Inni í stovuni heima hjá okkum hanga tvær blýantstekningar og tær hava fylgt mær seinastu 25 árini. Tekningarnar eru tvey portrettir av abba mínum Jústinus Ejdesgaard í Oyndarfirði og blýantsstrikurnar eigur Ingálvur av Reyni, sum dró andan fyri seinastu ferð nú leygardagin, 84 ára gamal.
26. juni 1964 hendi ein stórhending í mínum lívi. Kanska ein av teimum fyrstu stóru hendingunum. Hendan dagin fylti abbi mín, sum eg eri uppkallaður eftir, Jústinus í Oyndarfirði 80 ár.
Eg minnist ikki serliga dagin, tí abbi fylti, hann var í mínum sjey ára gomlu eygum, ein gamal knarrutur maður, sum slett ikki hevði tol við børnum. Hann var so gamal, at hann heldur skuldi verið langabbi mín og tað komst av tí at pápi var yngstur av einum stórum barnaflokki, og abbi riggaði nógv betur sum abbi hjá teimum elstu barnabørnunum, og tey eru í sekstiárunum í dag.
Tað stóra við føðingardegnum hjá abba var alt fólkið hann dróg til sín. Abbi var ein kendur maður, átti nógvar vinir og serliga nógvar í Havn. Hann hevði verið nógv í Havn og tað komst kanska serliga nógv av, at hann átti eina stórusystir, Kristiannu, sum var gift til Havnar og hon er ættmóðir til ein fittan part av Mouritsenættini í Havn, tey í Snikkarastovu.
Skipið hjá Ríkisumboðnum Thorshavn førdi gestirnar norður og tá var ríkisumboðsmaðurin nakað heilt guddommiligt. Eg minnist hann frá eini kongavitjan árið fyri, og tá bar hann fjarðar í hattinum og gav hanunum í Oyndarfirði kapping. Millum fólki, sum vóru komin norður at heiðra abba vóru eisini listamenn. Sigmund Petersen og Ingálvur av Reyni vóru við í fylginum, og teir vóru vinmenn hjá abba.
Abba dámdi list og honum dámdi listafólk. Norðarastovan á Marknagili í heiminum hjá abba var fyrsta listasavnið eg sá. Har hingu tvær myndir av heimkenda íslendska listamálaranum Jóhannes Kjarvald. Teir kendust frá yngri árum av, høvdu verið til skips saman. Báðar hesar myndir eru til enn, hanga norðuri í Oyndarfirði, onnur inni hjá mammu og hin inni hjá fastur míni, skrivað i huganum av Marknagili. Síðan var ein mynd av Ingálvi av Reyni, motivið er skonnartin Karin í góðum byrði, abbi førdi hana eitt stutt skifti. Ein málningur var eisini eftir Waagstein, hann hevði omma á Marknagili fingið, tí hon hevði tænt hjá J. Waagstein. Hon snýtti meg og doyði eitt ár áðrenn eg var føddur og hana minnist eg tí slett ikki, ikki annað enn av einum málningi, sum listavinir abba høvdu málað.
Hvat hava so allar hesar reglur at gera við at Ingálvur av Reyni í dag stendur undir børu. Lurtið nú eftir:
Vit vóru ikki meira enn komnir niðan til abba tín, og høvdu fingið ein bita, so kom tað óróliga lagið á Sigmund Petersen. Tú visti hvussu hann var. Hann hevði tráðu við og nú skuldi hann til at royna nakrar nýggjar húkar og flugur, og vit avstað niðan í Vatnsdal. Eg fylgdi bara við við blokki og blýanti og hetta var ein so hendinga vakur túrur mitt um summarið. Oyndfirðingar vóru ivasamir um reiðskapin hjá Sigmundi. Teir vóru vanir við bambustráðu, húk og maðk. Ikki veit eg, síl fekk Sigmundur, vit komu oman aftur í føðingardagin við stórari teggju.
Ingálvur var ein maður, sum tosað var um heima hjá okkum. Abba dámdi so frágera væl málningarháttin hjá Ingálvi, also tann sum hann nýtti sum yngri. Abbi kom at uppliva ta sorg, at Ingálvur gjørdist forstýraður og fór at mála nakað sum hvørki var fuglur ella fiskur. Júst um hesa tíðina í fyrru helvt av sekstiárunum skuldi Ingálvur málað ein málning fyri abba. Abbi átti ein bát, sum kallaðist Grøni. Motivið skuldi verða, at abbi sat í bátinum, sum fleyt út fyri neystadráttin. Henda myndin kom í drag og gjørdist ongantíð veruleiki, tí nú hevði Ingálvur longu flutt seg inn á abstrakta lívsvegin og har vendist ikki aftur.
Nøkur ár seinni og tá havi eg gingið í realskúla á Strondum, eri eg staddur í lítla listaskálanum í Havn. Eg hevði hugt at framsýningini og gjørt mær mínar metingar eg sá ógvuliga svart og hvítt tá og hevði sera avgjørdar meiningar. Meginpartin av tí sum hekk uppi dámdi mær slett ikki. Nú heilsar ein maður høflliga og spyr um eg eri úr Oyndarfirði, hann hevur helst sæð, at eg líkist fólkinum. Tá hann fær at vita, at eg eiti Jústinus, og eri abbasonur gamla Jústinus, tá klemmaði hann eyka fast í hondina.
- Vit høvdu nógvar ríkar andaligar løtur saman abbi tín og eg. Djúpar løtur, sigur hann og spyr meg um ein málning á framsýningini. Eg svari avgjørdur, at mær dámar slett ikki og fortelji síðan Ingálvi av Reyni hvussu list skal framberast, um mær skal dáma hana. Her var ongin eyðmýkt at hóma frá míni síðu
Nú hendir eitt undur í míni listafatan. Hesin garvaði listamálarin, útbúgvin í Danmark og virdur langt út um landoddarnar tekur meg burtur úr rúgvuni av fólki henda dagin og steðgar við hvønn málning á framsýningini.
Sær tú, har er nakað, sigur hann og peikar á ein málning hjá einum heilt ókendum listamálara. Har er okkurt, hasin er ávegis, har fer okkurt at spyrjast burtur úr.
Ingálvur vísti mær runt og tá ið eg fór út aftur var eg sannførdur um, at tað var nakað í hvørjum einasta málningi eg hevði sæð og hetta nakað hevur fylgt mær fram til denna dag. Ingálvur gav mær gávuna at njóta list, ikki við at leita eftir tí fullkomna, og har alt lá í skugganum fyri tí fullkomna, sum enn ikki er málað, men heldur at leita eftir um nakað var at fegnast um.
Fyrst í áttatiárunum kom eg heim aftur til Føroya og fór at arbeiða sum journalistur. Listaframsýningar var ein partur av arbeiðinum, og Ingálvur var ein partur av listaframsýningum. Ein dagin eg møti honum sigur hann:
Tú abbasonur Jústinus í Oyndarfirði, nú hevði eg ikki eingang eitt navn, eg teknaði hann einaferð, vit sótu og drukku kaffi uppi í cafeterianum hjá Sigmundi. Eg havi tvær skitsur av honum, ætlanin var at mála eitt protrett av honum. Hetta var í 1966, málningurin varð liðugur, og hann doyði tíverri árið eftir. Ja, hann var ein ríkur maður andaliga, vit høvdu tað hugnaligt samam og serliga andaliga. Tú skal eiga hesar skitsur, um tú vit hava tær.
Ingálvur var ein vinsælur maður og hvussu vinskapurin millum hann og abba flutti yvir á meg sjálvan, tá ið eg kom til, er eitt gott dømi um hetta. Altíð heilsaði hann, tá vit hittust og altíð var hann við tí góða og positiva. Eg fór altíð eitt sindur lættari um hjarta frá honum. Hann heilsaði upp á øll. Lyfti keppin fyri hvørjum einasta menniskja. Onkur helt, at hann gjørdi ov nógv av, ein kundi ikki vera so fittur við øll. Eg ivist, tað ber neyvan til at heilsa ov nógv upp á okkara medmenniskjur. Tað ber saktans til at heilsa ov lítið. Eg eigi ongan kepp, men onkuntíð minnist eg hvussu Ingálvur heilsar og eg royni at gera sum hann. Slíkir dagar, tá ið eg smílið til umheimin, eru munandi ríkari, enn tá eg gangi og boli niður í vegin, og slett ikki síggi míni medmenniskju, sum øll eisini eru skapt í Guðs bílæti.
Gott vinsemi gongur í arv, í dag standa eftirkomarar hjá Ingálvi á mínum vinarlista og Ingálvur er á veg heim í ta fullkomna, sum hann ongantíð fann her á fold og sum hann kláraði seg fínt fyri uttan.
Eg gjørdist ongantíð partur av abstrakta málningaheiminum hjá Ingálvi. sum serfrøðingur. Havi ikki rættuliga hugflogið at duga at seta meg inn í slíka list. Ingálvur lærdi meg, at eg slett ikki skuldi seta meg inn í slíka list, bara njóta litir og formar á sama hátt sum eg helli høvdið aftur á eina stjørnuklára nátt og skoðið inn í ævinleikan ella um eg hyggi út í Guds náttúru og gloymi formin, men bert hyggi eftir litunum.
Nú eg eri við at sleppa hesi grein kemur takksemi fram um allar teir sangir listamaðurin hevur sungið meðan hann hevur stríðst við terpentin og strídna oljumáling. Sangskattur Ingálvs er eins kærur fyri nógv og málningalistin, og tá ein hevur latið so nógv mentaavrik til onnur, sum Ingálv, sá má tað vera hugaligt at gerast eingil fyri handan. Ingálvur gróv ikki sínar talentir niður og takk fái hann fyri tað.









