landsliðið 4. juni royndi at endurtaka sigurin, sum teir vunnu í Estlandi 20. august í fjør. Síðani hevur verið sagt, at ein av orsøkunum til stórtapið í Tallinn var, at føroyingarnir ótilvitað undirmettu estlendsku [...] taptu so nógv móti estisku grannunum hjá Litava. Í útgangsstøðuni kann ikki roknast við, at føroyingarnir hava nakað stig í posanum, tá landsliðið lendir aftur í Vágum um eina viku, men tað hevði komið væl [...] ongantíð í undankappingardystum fingið stig á útivølli. Tapini hava ikki altíð verið stór, og ikki minst stendur 3-1 tapið í fjør ? eftir at landskappingin heima á landi var liðug ? greitt í huganum. Manningin
seks framsýningar sjálvur, m.a. eina í Fuglafirði í farna mánaði. Tað undrunarverda er, at Archibald ongatíð hevur havt nakra framsýning í høvuðsstaðnum. Hvussu í víðu verð hongur tað saman?! - Tja, eg [...] skitsurnar í leypi av vetrinum! Lærir frá sær Umframt starv sítt sum bóndi, hevur Archibald eisini stóran áhuga í at geva øðrum lut í royndum sínum sum listamálari. Hann hevur í mangar vetrar undirvíst í list [...] - Tað er líkasum at kontrastirnir í landslagnum síggjast best í august mánaði, greiðir Archibald frá. Hetta er tann mánaðurin har landslagið enn er grønt, eins og tað framvegis kennist heitt uttandura
verkfall í 1954, sum vardi 2 mánaðir. Tað varð kent ólógligt av fasta gerðarrættinum í Danmark, men endaði annars við eini munandi hækking í minstulønini hjá fiskimonnum. Lá væl fyri hjá John Í 1953 gjørdist [...] teimum at fáa hana í lagi aftur. Fingu fínan túr Á Suðurlandinum gekk tað hampiligt hjá okkum sum hjá øðrum skipum. Nú fara vit vestur um í Faxa- og Breiðubuktina seinast í apríl ella fyrst í mai. Sunnudag [...] vit lógu inni, var, at í 1958 hevði Ísland flutt fiskimarkið út á 12 fjórðingar, meðan íslendingar sjálvir kundi fiska inn í klettin í lé av landinum. Teir kundu tískil fiska í nógv verri veðri enn vit
Tað er nógv virksemi í og rundanum nýggja Betesda í Klaksvík, og nú verður tað ikki leingi, inntil samkoman fer at flyta inn í nýggja bygningin, ið verður bygdur á Biskupsstøð. Avtalan er, at feløgini [...] framkomnu tøknina í sambandi við sang og tónleik. Kostnaðurin varð roknaður at verða millum 27 og 28 milliónir krónur. Tá er virðið í sjálvbodna arbeiðnum ikki roknaður uppí. Fyrsta vikuskiftið í mars vera tað [...] við, at sjálvboðin arbeiðsmegi skal syrgja fyri. Ætlanin er, at bygninguin skal verða tikin í nýtslu eina ferð í mars mánað. Enn er ikki heilt greitt, nær tað verður, men tað hevur verið nevnt, at tað verður
Eliesari og hinum. Í dag telir kórið 60 fólk, og seinastu 37 árini hevur Jógvan við Keldu verið kórleiðari. Betesdakórið hevur fleiri ferðir verið á ferð uttanlands. Seinast var í august mánaði í ár, tá tey vitjaðu [...] sum í 1926 tók stig til at stovna sanggkór í Betesda. Hetta gjørdist einki avmarkað upplop, tí síðani hevur sangkórið í Betesda virkað uttan steðg. Betesdakórið var tað fyrsta innan samkomurnar í Føroyum [...] Klaksvík: 1. oktober fylti sangkórið í samkomuni Betesda í Klaksvík 75 ár, og hetta vikuskiftið verður dagurin hildin. Leygardagin klokkan 15.00 verður opið hús í Betesda, har greitt verður frá søguni
arrogant tóku tær tríggjar apurnar í favn, sum symbolisera, at eg hoyri onki, eg síggi onki og sigi onki, tá uppskotið um eina sjálvstýrislóg kom til viðgerðar í tinginum í august 1999. Tit virdu ikki uppskotinum [...] Eg eri samdur við Frederik Harhoff í, at Danmark reelt ikki longur er eitt eindarríki, men er trýbýtt. Og tað hevur longi verið so, í minsta lagi síðan onkuntíð í sjeytiárinum. Men yvirtøkan av undirgrundini [...] Atli Dam Høgni Hoydal eftirlýsir einum farra av sakligheit í orðaskifti við Atla Dam. Well hann hevur so kanska funnið ikki farran, men flísina í Atla eyga. Og flísina duga vit menniskju sambært halgubók
Útbyggingarætlanin av NMT 900 heldur fram. Umframt sendaran á Presttanga í Vágum, sum varð settur til síðst í mai mánaði, eru nú eisini sendarar á Sandfelli og á Støðlafjalli settir til. Sendarin á Sandfelli [...] verður framvið Skálafjørðinum. Innan 1. juli verða eisini sendarar settir til á Hálsinum í Klaksvík, í Nesvík og í Vági. Hesir fara at dekka Leirvík, part av eystaru síðu av Kallsoynni, stóran part av Sundlagnum
ferð eg var í Klaksvík. Tað hevur verið í 1941 og eg luttók á fyrstu KFUM skótaleguni, sum varð hildin í Føroyum. Vit búðu í teimum húsunum, sum Jógvan Gerðalíð býr í í dag. Tað var í august mánað og tað [...] fyrr í tíðini og heldur ikki í 1938. Og hann bleiv verandi í Føroyum til kríggslok í 1945, tá hann fór niður til Danmarkar at ganga á studentskúla og fekk sær síðan útbúgving á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn [...] 000 krónur í tolli, so hann mátti eg senda upp aftur at selja í Føroyum. Tí tað var akkurát nýggj lóg gjørd í maj mánað um hesi viðurskiftir, sum vit fluttu í juli, sigur hann Thulesen helt til í summarhúsinum
sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á nýggja uppsjóvarvirkinum, Pelagos, í Fuglafirði. Virkið hevur tikið ímóti fiski síðani 14. august ,tvs í ein mánað og 11 dagar. - Higartil hava vit tikið ímóti 14.000 tonskum [...] Joensen. - Jú, vit hava nokk at gera, leggur hann afturat. Hann sigur, at í løtuni er 35 fólk til arbeiðis á hvørjari vakt. Arbeitt verður í tveimum vaktum á 12 tímar, sjey dagar um vikuna, so arbeiðsfólkið á [...] avgjørt havt sínar avbjóðingar í sambandi við startin. Tað hava verið maskinur, sum ikki hava riggað, sum tær áttu og aðrar sum skuldu stillast og tað hevur kostað steðgir í framleiðsluni. - Samstundis hevur
Hin 11. august landaði kanadiska garnaskipið Nain Banker svartkalva í Nuuk. Teir høvdu roynt í kanadiskum sjógvi, tætt við sjómarkið millum Grønland og Kanada í 21 dagar og høvdu 160 tons av frystum svartkalva [...] svartkalva. Tá Nain Banker var í Nuuk og landaði, vitjaði føroyski sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, umborð, og hann vísir á, at Nuuk var stytsta leið hjá skipinum, og manningin helt eisini, at prísurin [...] mest á 400–500 metra dýpi, greiddu teir sjómanstrúboðaranum frá undir vitjanini. Nain Banker er bygdur í 1989. Skipið er 33,5 metrar langt og 8,6 metrar breitt. - Nain Banker er bygdur sum ísfiskaskip og er