- Tað er líkasum at kontrastirnir í landslagnum síggjast best í august mánaði, greiðir Archibald frá.
Hetta er tann mánaðurin har landslagið enn er grønt, eins og tað framvegis kennist heitt uttandura.
Samstundis við hetta byrjar tað at myrkja so spakuliga. Og tað er í hesum spenningsfeltinum at opnu eyguni hjá listarmanninum úr Klaksvík heinta flestu myndevnini.
- Jú, hetta er ein góð tíð, sigur hann.
16 úrslit av hesum eygleiðingum eru í løtuni at síggja á framsýning hansara í Leikalund. Umframt hesar oljumálningarnar eru ein hópur av tekningum eisini at síggja.
Her er talan um framúr góðar andlitsmyndir, har Archibald hevur verið serstakliga heppin við svarta og reyða kritinum.
Hetta er hansara triðja framsýning her í Leikalund í Klaksvík
Gavst ikki
Archibald Black er í dag 51 ára gamal, og tá hann hugsar aftur á lív sítt, hevur hann altíð havt hug at skapa nakað listarligt við blýanti og litum.
- Eg havi faktiskt altíð málað, sigur Archibald við Sosialin.
Hann byrjaði, sum so mangir aðrir javnaldrar hansara, tíðliga at tekna og mála. Og tað ger hann framvegis.
- Nógv onnur gevast at mála og tekna, tá tey gerast tannáringar. Men tað gjørdi eg altso ikki, greiðir hann frá.
Hesi mongu árini hevur hann luttikið á fleiri framsýningum. Hann hevur áður havt seks framsýningar sjálvur, m.a. eina í Fuglafirði í farna mánaði.
Tað undrunarverda er, at Archibald ongatíð hevur havt nakra framsýning í høvuðsstaðnum. Hvussu í víðu verð hongur tað saman?!
- Tja, eg veit ikki. Eg havi sindur ringt við at fáa slíkt í lag. Men sjálvandi - fær onkur annar hetta í lag einaferð í framtíðini, so er tað als ikki óhugsandi, sigur Archibald.
Einki navn
Á framsýningini í sera hugnaligu og vælegnaðu hølunum til slík endamál, hevur Archibald hesaferð 16 oljumálningar.
Heitið á framsýningini "Av fjalli í fjøru" vísir greitt, hvagani Archibald fær hugskot og íblástur til myndir sínum, og tí er høvuðsevnið ikki óvæntað "landslagsmyndir". Tað er í roynd og veru felagsheitið fyri allar málningarnar.
- Tað var eitt sindur trupult hjá mær soleiðis at kunna navngeva hvønn einstakan málning í hesi framsýningini.
- Málningurin sjálvur er jú bert at meta sum eitt frímerki í einum stórum panorama. Tí valdi eg bara at kalla tær allar fyri landslagsmyndir, greiðir Archibald frá.
Í hagan við blokki
Archibald hevur tann fyrimun, framum so mangar aðrar listarmenn, at honum dámar sera væl at ganga í haganum.
- Eg eri bóndi á Myrkjanoyri, og tí er tað í roynd og veru eisini mítt arbeiði at ganga í haganum.
- Tá eg soleiðis fara út í hagan, taki eg ofta ein skitsublokk við mær. Harúti geri eg so tær fyrstu strikurnar til eitt av verkum mínum, sigur Archibald og leggur so aftrat:
- Henda komandi mánaðin verða neyvan nógvar skitsur gjørdar, nú lembingin stendur fyri durum!
Tað eru tó langt frá allar skitsurnar, sum at enda gerast til listarverk.
Tí, sum hann sigur: - Eg plagi at sortera skitsurnar í leypi av vetrinum!
Lærir frá sær
Umframt starv sítt sum bóndi, hevur Archibald eisini stóran áhuga í at geva øðrum lut í royndum sínum sum listamálari.
Hann hevur í mangar vetrar undirvíst í list í Klaksvíkar Kvøldskúla. Tað gjørdi hann eisini í vetur.
Í ár vóru ikki færri enn trý lið við millum 10 og 12 næmingum í hvørjum teirra. Millum hesar er Armgarð Absalonsen úr Klaksvík (sí aðra grein á síðuni).
Stuttligt hevur eisini verið hjá honum at sæð, at fleiri av næmingunum hava sýnt verk síni fram á ymiskum framsýningum.
Nú er hetta kvøldskúlaárið at enda komið. Um vikuskiftið verður framsýning av tí, sum allir næmingarnir í kvøldskúlanum hava fingið burtur úr í vetur.










