Bestu árini vóru við Álaker í 1952

Í hesum partinum greið­ir Andrias frá tíð­ini, hann var við “Álaker”. Teir fisk­aðu við snøri undi Íslandi, og vóru á sild við gørnum á sumri. Kjartan Mohr og annars øll á Skip­a­smiðjuni kann Andrias bert bera alt gott

Síðan var eg nógv ár við “Ál­a­ker”. Skal fyrst greiða eitt sindur frá hesum skipi, sum tað er greitt frá í 50-ára minnisritinum hjá Tórs­havnar Skipasmiðju. Part­a­felagið Vágsbotnur hjá Zacharias Heinesen hevði keypt “Isabellu” frá T F Thomsen á Tvøroyri. Teir vóru akkurát komnir norð við skipinum, tá hann brast á við útnyrðingsstormi tann 19. februar. Hon lá tá á red­ini í Havn. Onnur ketan slitn­aði, og hon dreiv út í Nólsoyarfjørð. Teir noyddust so at sleppa hinari ketuni fyri at fáa skipið undan og fáa segl á.
Tað eydnaðist eisini monn­u­num umborð at fáa motorin í gongd, og nólsoyingar sóu hetta skip koma grøvandi út­eftir. Jóhannes á Skúr í Nóls­oy, sum var ein av mann­ing­ini, ætlaði at seta hana á land í Nólsoy. "Isabella" fekk stór­an skaða. Kjølurin fór all­ur undan, og stórt hol var á síðuni. Í fleiri dagar royndu teir at toga hana út aftur, men illa bar til. Tryggingin fekk so fatur á Tummasi Fagr­a­nes í Runavík. Hann skipaði fyri at fáa hana á rættkjøl, og teir fingu hana avstað aftur. Tá høvdu teir bøtt hana so mikið, at teir kundu sleipa hana norð á Kollafjørð fyri fyrst.
Í apríl mánaði varð hon tik­­in upp á Skipasmiðjuna til um­­vælingar. “Isabella” var av størstu sluppum og óføra gott sjóskip. Skipasmiðjan keypti skipið, áðrenn tað var lið­ugt at gera aftur og seldi tað í 1943 aftur til p/f Álaker, har Kjartan Mohr var stjóri.
“Isabella” var bygd í 1884, og teir, sum arbeiddu uppá hana undir krígnum, vita at siga, at kjølurin var úr eini ser­ligari eik, sum var nevnd busteik. Hesin viður var so góður, at teir brúktu av tí gamla kjølinum til skøft til høgg­i­jørn, tí hesin viður helt so væl.

Kjartan søkir eftir bestamanni
Men nú hendir tað, at Kjart­an Mohr søkir eftir einum best­a­manni til "Álaker". Hann man hava frætt, at eg hevði siglt sum bestimaður við rokmanninum Jákup Andre­as (Poulsen) í Gøtu. Tað var ein havnarmaður, sum førdi hana. Hann kall­að­ist Hansmann undir Varða, son­ur Sofus undir Varða, og var hann giftur við dóttur Jóan Fredrik í Leynum. Tað gekk illa á Suðurlandinum.
Hetta var síðsta árið, tað var nettokontrakt hjá fisk­i­monn­um, og hevur tað verið í 1952. Nettokontrakt merkir, at manningin luttók í øllum út­reiðslum, sum t.d. olju, agn og salt v.m. Vit fingu 150 skippund. Hetta svaraði til 11.500 fiskar. Tann, sum var bestur at fiska, kallaðist Tork­il og var úr Havn. Hann hevði konu úr Funningsfirði, dótt­ir Johan Hansen. Men nett­o­sáttmálin gjørdi tað, at vit fingu ikki eitt oyra í av­rokning, tí úteiðslurnar vóru støri enn inntøkurnar.
Eg fiskaði vist 900-1.000 fiskar. Vit landaðu fiskin á Høg­a­bóli. Fiskurin gav kr. 25.000, men útreiðslurnar vóru 27.000.
Tá var minstalønarskipanin kom­in. Hon gav kr. 500 um mán­að­in, og túrurin vardi í tveir mánaðir. Forskotið var kr. 250, og tað fekk konan sendandi.

Til Grønlands
Nú fara vit til Grønland. Tað gekk gott at fiska, men vit fingu maskinskaða og komu at liggja 14 dagar í Holst­en­sborg. Farið varð út at fiska við báti, men lítið kom burt­ur­úr. Meðan vit lógu inni, var kongur har. Eg minnist, at grønlendingar komu inn við tveimum hvalum at vísa gest­u­num.
Eg haldi, at vit fingu 900 skip­pund. Vit landaðu eina last í Føroyingahavnini, og so høvdu vit eina last heim. Eg fortjenti kr. 3.200 í Grønlandi, sum var gott. Tí­skil fekk eg onga minstuløn fyri vártíðina, tí inntøkan varð løgd saman fyri árið.
Vit vóru tveir bestimenn. Hin var Mikkjal, pápi Ivan Johannesen, fyrr­ver­andi løgtings- og lands­stýr­is­mann. Eg skal rósa teimum á skipasmiðjuni. Teir vóru sera hampiligir. “Álaker” var eitt toppskip í Føroyum, sum øll tosaðu um. Kann nevna sum dømi tvey ár, tá vit vóru burtur í júst um tveir mán­að­ir, og veiðan var 563 skip­pund. Til sammetingar kann nevnast, at fyrsta túrin Óla Jacobsen í 1958, var veið­an 250 skippund eisini eft­i­r tveimum mánaðum, og hetta var roknað fyri at vera hamp­i­ligt.

Verkfalsár
Nú koma vit til 1953. Sigast kann, at 1953 og 1954 gjørd­­ust sonn verkfalsár hjá fiskimonnum. Í 1953 vardi verkfallið í heilar 3 mán­aðir, og kravið var at fáa bruttosáttmála, t.v.s. sátt­mála við ongum frá­dráttum. Hetta eydnaðist eisini fyri ein part, men nýggi sátt­málin kom tó at geva minni av sær enn tann gamli.
Hetta førdi til eitt nýtt verkfall í 1954, sum vardi 2 mánaðir. Tað varð kent ólógligt av fasta gerðarrættinum í Dan­mark, men endaði ann­ars við eini munandi hækking í minstulønini hjá fiski­mon­n­um.

Lá væl fyri hjá John
Í 1953 gjørdist John Joensen úr Oyndarfirði skipari við Ála­ker. Tað lá sera væl fyri hjá John við snørinum. Hann dugdi so ógvuliga væl at finna fisk. John hugsaði eis­ini um fólkið, og hvønn sunn­u­dag fóru vit inn á Pa­treks­fjørðin at hvíla fólkið. Vit høvdu eisini sera gott fólk. Umborð vóru serliga oynd­fir­ð­ingar, víkarmenn og eiði­smenn.
Brøðurnir hjá skiparanum vóru eisini við, og teir vóru av raskastu monnum.
Summir menn eru meira hegn­igir enn aðrir. Eg minn­ast motorpassaran, Ják­up Kristoffur, sum eisini var svág­ur mín. Hann kundi fáa tað heilt ótrúliga burtur úr. Vit høvdu eina gamla trolaratelefon umborð. Onk­untíð gekk hon fyri, og so fór Kristoffur saman við øðrum at taka sundur. Telefonin varð tikin niður av skottinum, og teir at skrúva. Altíð eydnaðist teimum at fáa hana í lagi aftur.

Fingu fínan túr
Á Suðurlandinum gekk tað hampiligt hjá okkum sum hjá øðrum skipum. Nú fara vit vestur um í Faxa- og Breið­u­buktina seinast í apríl ella fyrst í mai. Sunnudag lógu vit við jøklinum. Vit sótu og prátaðu niðri í kahúttini, tað var fínasta veður, og motorurin var sløktur. Kappin niður í kahúttina var afturi á reyv. Nú hoyri eg, hvussu teir fíla á dekkinum við vað­beinið. So tonkti eg við mær sjálvum, at tað merkir fong. Eg veit ikki, um tað var ein grynna, hann hevði lagt á, men vit komu so í stóran tosk, várfisk, og tað var fínasta veður. Vit høvdu ein kassa eftir av sild til agn, sum vit høvdu við úr Før­oyum. Tað var norsk sild, sum var í trækassum. Hon var ísað í eini krubbu, tí tá var hvørki frystikassi ella ískrubba, men sildin var spilt og bleyt.
So fór John at skjóta fugl til agn. Vit royndu alla vikuna í fínasta veðri og fingu 6.000 toskar, sum vóru eini 100 skippund.
Sunnudagin fóru vit inn á Patreksfjørðin, og har løgdu vit okkum millum skipini. “Ála­ker” sá út sum ein mási á vatninum framman. Skipið hevði verið á beding - sá ikki út til at hava fiskað nakað. Vit høvdu 400 skippund tann vártúrin og fingu ein fínan túr, meðan aðrir fingu minni
Hetta var ein góð byrjan hjá John. Tá var gott lag á Kjartan Mohr. Eg haldi ikki, at vit fóru aftur til Íslands hetta árið. Tá var tað, at vit fóru í sildina, har tað gekk gott.

Bei­nl­eið­is inn í Ves­t­mannaoyggjarnar
Vit vóru á Suðurlandinum í 1958, og var hetta triðsíðsta árið á saltfiskaveiðu undir Íslandi við snøri og snellu.
Tað var so nógvur av­lands­vindur. Tað var so ringt veð­ur, at vit fóru beinleiðis inn í Vestmannaoyggjarnar. Har lógu eisini aðrar sluppir sum “Sig­ur­farið”, “Esther” og “Fimm Systrar”. Íslendingar fingu so nógvan garnafisk um hesa tíðina, og teir mangl­aðu fólk at arbeiða und­an.
Har lógu vit eina viku. Or­søkin til at íslendingar kundu fiska, meðan vit lógu inni, var, at í 1958 hevði Ís­land flutt fiskimarkið út á 12 fjórðingar, meðan ís­lend­ingar sjálvir kundi fiska inn í klett­in í lé av landinum. Teir kundu tískil fiska í nógv verri veðri enn vit.
Tá valdu nakrir av teimum ungu umborð, at teir heldur enn bert at dríva hann av, skuldu fara at arbeiða hjá einum reiðara har, so teir kundu vinna nøkur oyru eyka.
Eitt kvøldið koma boð um, at nú er veðrið batnað og vit fara út. Hesir ungu vildu fegnir tryggja sær á­góð­an fyri arbeiðið, men hetta lá ikki fyri, tí alt var jú aft­ur­lat­ið. Men teir fáa so ein kekk í part.
Tá teir seinni koma inn á Reykjavík, fara teir inni í ein banka at loysa kekkin út, men fáa tey beskeð, at har er eingin dekningur. Hes­ir ungu í øðini og kenna seg snýttar. Teir vilja hava pol­iti uppí og vilja ikki fara úr bankanum. Tá kemur ein "fín­ur" maður framvið, og hann spyr, hvat ið er á vási. Tá vísir tað seg, at hetta er stjór­in í bankanum. Hann hyggur at kekkinum og sigur so: "Hetta er jú mín góði vin­ur nn í Oyggjunum. Har er einki problem". Og so fingu teir peningin í stundini.
Íslendska krónan var ikki ser­liga støðug tá í tíðini, so teir skundaðu sær at keypa sær okkurt meira virðisfast, sum t.d. klæðir, sum teir kundu hava heim við sær.

Illveðurstekn: Havhestarnir settu seg á flekiborðini
So bleiv ein skái eina ferð, og vit fóru út skírisdag og fingu 350 ella 400 fisk­ar. Tá vit reinsaðu fisk­in, settu havhestarnir seg á flekiborðini millum menninar, og varð hetta rokn­að sum illveðurstekn. Nú eru vit lidnir at reinsa. John skuldi vera uppi, og tað var framvegis gott veður. Tá hoyra vit eitt sovorðið sjóð, og nú kemur skipið í ein sildastima. Tað kókaði um okkum. So tørnaðu vit inn, og John kom upp. Tá brendi hann á við illveðri, og tað lukkaðist akkurát at koma í Oyggjarnar, og har lógu vit aftur eina viku.
Tá bleiv ein lítil skái, og vit fóru út aftur, men tað var ikki veður at fiska. Vit sigldu vestur á Selvogsbankan, men tað var framvegis ikki fisk­andi fyri veður, so vit fóru inn undir Selvogsbjørgini at varpa upp. Har lógu vit uppvarpaðir, til vit mistu varpið. Vit prøvaðu at koyra loddið niður. Tað var ikki so mikið sum ein fiskur. Her fyltu skipini seg annars eft­ir kríggið. Hetta má hava ver­ið tí, at tað var so nógvur avlandsvindur, so fiskurin er ikki komin inn. So blíðkaði hann einaferð so mikið, at tað var fiskandi, men tað var eingin fiskur har á Sel­vogs­bankanum.
Vit eru komnir til seinast í apríl, og vit mundu ikki hava meira enn 1.000 fisk­­ar tilsamans. So fara vit vest­ur­um. Hetta hevur verið fyrst í mai. Tað var fínasta veð­ur, og vit fara á ta gomlu leið­ina, í Víkarálina, og har fingu vit fisk.

Sleip við inntøkutapi uttan endurgjald
So boðar “Sigurfarið” frá, at teir høvdu mist skrúv­una og ynskir, at vit skulu sleipa skipið til Reykj­a­víkar. John hevði siglt við “Sigurfarinum” árið framm­an­undan við Urbanus ­Ol­sen. Vit høvdu mett okkum at hava kunnað fingið eini 14 skippund tann fyrsta dag­in, eftir tí vit fingu fyrra part­in av degnum. Hetta var rok, men vit fara at sigla til Sig­ur­farið, og tað gekk gott at sleipa. Tað gingu 4 døgn, frá tí vit fóru, og inntil vit vóru aftur í Víkarálini, og vit mettu okkum at hava mist eini 40 skippund av hesum sleipi.
Vit koma so heim, og tað gekk gott tann túrin. Nú er tað tryggingin fyri veiðutapið av sleipinum, sum greiða mátti fáast á.
Dánjal Jákup Vilhelm, sum ar­beiddi á Skipasmiðjuni, fór til stjóran á tryggingina at tosa um hetta her. Men her fekst einki burturúr. Stjór­in segði bert, at tað gamla var at siga takk. Tað var ein dummheit av okkum ikki at lata íslendingar taka “Sigurfarið”, tí tá hevði trygg­ingin ikki sloppið undan at gjalda.
Dánjal Jákup Vilhelm segði, at tað nyttaði einki hjá okkum at leggja sak, tá rokn­ast kundi við, at alt fór í sak­ar­kostnaði. Soleiðis gekk tann túrurin.

Ein annar túrur á Suðurlandinum
Vit fingu so uppí skipið tann túrin eisini. Hetta var rák­a­leið, tað kundi reka eftir øll­um grunninum, og tað vóru slíkir skøltar (plinkar, mið) man kom um. Begynti man at fáa ein ella tveir kongafiskar, so var man sikk­ur upp á at fáa einar tveir dráttir. Tað ráddi um at fáa 8-10 skippund, og tað var so gott. Fólkið stóð stútt við lúnn­ingina.
Eg minnist eina viku, tá vit sóu, hvussu nógv agn hev­ur at siga. Vit fóru út av Pá­treks­fjørðinum, har øll skipini høvdu ligið, og tey høvdu lig­ið leingi. Vit høvdu ringt agn ta vikuna. Vit eru so úti á Barðargrunninum. Skipini fáa nógvan fisk tann dagin alla ta vikuna, men vit fáa lít­ið. Tað var bert agnið, sum hevði skuldina. Vit føldu fisk, og skiparin skjeyt ritur til agn, men tað nyttaði einki. Vit kundu fáa 8 skippund og hini 18-20. Har fór tann vik­an, og John fór ikki mitt í viku inn eftir agni.
John var ein driftigur mað­ur, og hann vildi ikki missa nakran dag. Tá sunn­u­dag­urin kom, fóru vit rím­iligt inn eftir agni. Tað var ofta, at man kundi fara inn á Sugandafjørðin, tí tað var stutt at fara út frá har. Leiðin gekk út frá Ísafjørðinum, tí hetta var ein so deilig leið og ójavnt dýpi. Og har kundu vit fáa ein dag meira enn hini skipini fingu. John hevði eisini ein skikk, tá tað var landnyrðingur ella eyst­ur­ætt, at royna skáan út frá Fuglatanganum. Man sá út á bakkan, um tað vóru líkindi at fara út. Har skáðaði út um Breiðubuktina. Tað var ikki altíð at tað var fiskur. Eg minn­ist, at vit kundu liggja har og fáa nakrar fáar fiskar, ikki størri enn seiður. Men ein­a­ferð komu vit í eina toskatorvu. Tað minnist eg so sera væl. Tað stóð so dei­l­iga væl niður, so tað var einki trol (tá snørini fløkjast inn í hvørt annað). Tað var eitt passaligt lot, og snørini stóðu leys frá skipinum.

Skoytti uppí snørið
Mær dámdi at hava fleiri húkar á teininum, men okk­um dámdu ikki at hava hes­ar nylongreiðirnar tá. Skip­ar­anum dámdi betri tær gomlu greið­irnar við tveimum húk­um, og tað gjørdi ein partur av mann­skap­i­num eisini. So vit góvust at brúka snelluna, sum annars var roknað fyri at vera eitt stórt framstig.
Og hendan dagin var ein forferdiligur fiskur. Eg minn­ist, at tað var smáur tosk­ur, millumfiskur, 22" til longd­ar. Eg minnist, at tað var eingin fíling. Fiskurin tók beinanvegin, sum loddið kom niður, og eg fekk 3 og 4 fiskar á hvørja ta einastu ferð. Hetta er tað móðasta, eg havi verið við lúnningina, hó­ast tað ikki var langur dagur. Eg fekk hendan dagin 280 fiskar, og miðlingarnir lógu um 180. Eg fekk 100 meira enn miðlingarnir, og man hetta vera tí, at eg hevði eyka húkar.
Og nú vit fara at reinsa. Ein maður, sum stóð aft­an fyri stórvantið, hevði fingið 180 fiskar, og hann var óð­ur, tí hann skuldi arbeiða fyri meg. Soleiðis var tað í sjálv­drátti. Hetta gjørdist ein ó­føra góður dagur.

Onnur hending.
Ein annan dag okkurt ár framm­anundan liggja vit á Skáanum, men tá var so nógv alda. Tað var ein leygardag, og skipini lógu øll inni. Vit lógu eins­a­mallir úti, tað var so ó­gem­eint veður. Nú koma vit inn á Patreksfjørðin ein sunn­u­morgun. Vit høvdu mált 14 skip­pund niður, og tað var al­tíð góð vekt hjá okkum. Vit máldi ongantíð meira enn 400 skippund niður og høvdu upp til 560 skippund, tá landað varð. Kurvarnar vóru rok­aðar, og var ein hálv kurv, fór hon til góða vekt.
Tá var ringt lag á hinum skip­u­num. Tey lógu inni leyg­ar­dagin, meðan vit høvdu rokast.
Ein dagin vit lógu í Vík­ar­ál­ini, nú kemur ein stórur súl­u­flokkur. Vit fingu væl av fiski, og súlurnar stoyttu seg niður eftir fiskinum, sum var á snørinum. Vit fingu fleiri súlur, men sleptu teim­um avstað aftur. Tær vóru svangar. Tá vit fóru at reinsa, var lag á súlunum.
Vestanmenn, sum royndu á norðurlandinum, dámdu ikki at royna longur enn til hálvan september, tá heyst­aldan var komin. Tá var næst­an ikki farandi framvið har á landnyrðingi, tað bleiv so sera ringur sjógvur.
Tað vóru tveir mánaðir frá tí vit vóru á Oyndarfirði, til vit komu aftur á Oyndarfjørð við 560 skippundum annað ár­ið og 563 skippundum ann­að árið.
Tað var grúilig, sum Mein­hard Emil var raskur. Hann var lastamaður, og tað var ikki hissini avrek at arbeiða ta lastina einsamallur og aft­ur­at tí at vera miðlingur at fiska.

Lomvigur sum pisur
Trý tey fyrstu árini høvdu vit eina lomvigu hvørt árið. Tær blivu so sera spakar. Tær sótu á flekiborðinum, og um náttina gingu tær í vaskikassanum. Tað var ein stuttleiki at hava tær um­borð. Teimum dámdu væl nebbasild og kundu fara á flog um dagin, men komu altíð aftur. Eina ferð høvdu vit eina álku eisini, men tær riggaðu ikki saman, og lom­vigan rýmdi at enda.
Tann triðja pisan, sum vit høvdu, var framvegis við, tá vit vóru á veg heim. Tað var eitt frískt lot av landnyrðingi, men tað var góð ársins tíð. Vit koma til Mánaðaroyggjarnar. Tað er sum ein skergarður (norðan fyri Rauðasand), og tað blív­ur so ringur sjógvur, men tað var einki ódnarveður. Tá høvdu vit lomviguna í skut­inum á bátinum. Tann lítli ritubáturin stóð í stóli á dekkinum, og bjarg­ing­ar­báturin stóð í gálgum framman fyri stórmastrina. Og vit fingu eitt brot, tað hevur verið eitt grunnbrot. Bát­ur­in fór, og annað beinið á stólinum skræddi ein planka úr dekkinum, av tí at surringin stóð niður gjøgnum dekkið, og so var ein jarn­pláta uppi undir. Plankin var tó ikki ordiliga leysur, og vit fingu dunkað hann nøk­u­lunda niður við eini sleggju. So vit við margarini at smyrja, har opið var, og so at negla skottini omanyvir. Last­in var smekkfull av fiski. Bátin sóu vit ikki aftur og heldur ikki lomviguna.

Á sildaveiðu
Tað lá eisini stak væl fyri hjá John á sildaveiðu við gørn­um. Vanliga gongdin var, at fyrst varð farið til Íslands við snøri og síðan á sild, tá kom­ið var út á summarið. Hetta var eitt strævið lív, ser­liga tey fyrstu árini, tá vit ikki vóru so vanir við hendan veiðuháttin. Eisini vóru gørnini vánalig. Tey vóru úr hampi, sum vóru sera tung at arbeiða við. Eg minn­ist, at vit keyptu ein heil­an reið­skap frá einum svensk­um sild­a­báti. Men gørnini vóru bukt­arotin. Hetta førdi til nógva bøting, sum var ringt fyri hendurnar.
Sum árini gingu fingu vit so við og við nylongørn, og lætti hetta munandi um. Tey vóru lættari at arbeiða, og tey vóru nógv sterkari, so tað slapst undan bøting.
Á sildaveiðu var mann­a­gongdin tann, at gørnini vóru sett seinnapartin á degi, og tey vórðu sett so hvørt, sum skip­ið rak undan vindinum. Vindurin avgjørdi tískil, hvussu skjótt tað gekk við set­ingini.
Drigið varð so morgunin eftir, og hvussu skjótt hetta gekk valdaðist eisini, hvussu nógv var í. Tá liðugt varð at draga skuldi gerast reint. Sild­in varð avhøvdað og síðan saltað í tunnur. Síðan skuldu tunnurnar fyllast við saltlaka, og botnurin slá­ast í. Tá hetta varð gjørt, skuldu tunnurnar fá­ast niður í lastina. Hetta var sera strævið, tí hvør tunna vigaði meira enn 200 pund. »Álaker« rullaði illa, so tað hevur verið strævið hjá teimum sum stúvaðu í lastina. Kortini kundu last­a­menn fáa nyttu burtur úr rulli­num at fáa tunnur uppá pláss.
Tunnurnar vóru loraðir nið­ur við spæli. Einaferð mundi ver­ið galið, tá vit mistu eina tunnu í lastakarminum, men tí­betur var eingin undir.
Eg minnist serliga eina setu. Tað var nógv sild í gørnunum, og tá brast hann á við illveðri. Tá var tað eitt rættiligt tørn at fáa alt und­an, men tað gekk eisini við hesum raska fólkinum.

Slitu trossan
Einaferð komu vit soleiðis fyri, at vit mistu ein trossa. Hann slitnaði, tí tað var so nógv í sild. Tað var snóp­is­ligt, men vit høvdu fingið nak­að væl av sild mestsum ein túr.
Vit vóru millum teir fyrstu sam­an við “Vón“sum komu at brúka nylongørn. Tann fyrsti sum royndi hetta var snurr­i­váðsbátur í Porkeri. Kjart­an Mohr bestilti so gørn til bæði skipini.
Vit fornýggjaðu at byrja við 10 gørn hvønn túrin. Tað var munur á, tí tey vóru løtt at arbeiða, og tey fiskaðu so nógv betri. Tá vit fingu eina kvart tunnu í við hampgørnum, fingu vit eina heila tunnu í við nylongørnum. Tað var heilt gott. Tá liðugt var at draga, skuldi sildin reinsast. Hon var avhøvdað og magadrigin. Síðan varð hon saltað í tunnur. Aftaná at vera sjúnk­að eitt sindur, varð tunn­an fylt við laka, sum var fult saltmettaður sjógvur. Síðan varð botnur sligin í tunn­urnar, og tær vórðu koyrdar í lastina.

Bushmill og Stavanger
Tað var ofta so nógv toka, men tað var óført, sum John dugdi væl at navigera við Bushbill og Stavanger. Hetta var tann sokallaða Con­sol skipanin, sum gjørdi tað møguligt at telja seg fram til, hvar skipið var statt við at lurta eftir nevndu støð­um. Talt varð upp, hvussu nógv signal støðirnar sendu hvønn minutt, og á ein­um serligum korti kundi stað­festast, hvar skipið var statt. Seinni fekk henda skip­an tann bata, at ein pinn­ur á radioapparatinum reist­ist fyri hvørt signal, og hetta gjørdi tað lættari at telja. John kom altíð so púra beinur.
Tað hendi eisini, at vit høvdu útgerð við til onnur skip, og hann peilaði seg til skipini. Peilari var eisini fram­komin tøkni tá í tíðini.

Seinasti túrur við Álaker
Eg minnist serliga til síðsta túr við Álaker. Vit fóru í ok­to­ber og eg haldi, at vit komu ikki heim fyrr enn í november mánaði. Tað var so deiligt veður tann túrin. Vit vóru fáir mans. Fólkið var farið av. Vit høvdu bert 400 tunnur við, sum var passaligt at hava í lastini. Vit vóru næstan norð­ur ímóti Jan Mayen. John var uppi um náttina. Vit lógu millum russararnar, men hann manøvreraði seg burtur úr við at brúka skrúv­una. Trupulleikin her var tann, at føroyingar settu gørn­ini undan vindinum, með­an russarar settu tvørt vind­in. Teir komu so nær men vóru kortini hampiligir. Onnur skip tordu ikki at seta mill­um russararnar, og teir fingu lítið
Vit koyrdu gørn burtur úr, so hvørt tey skrædnaðu og koyrdu eingi uppí aftur, tí vit høvdu jú ikki so nógvar tunnur. Men vit fingu sild í hvørja nátt, hóast garnatalið kom heilt niður í 40.
Vit fingu uppí tunnurnar og eg haldi, at vit høvdu 10 ella 2­0 tunnur á dekkinum, sum vit saltaðu í fiskakassar, tá vit fóru at sigla inn. Hetta var síðsti túrur við Álaker, og var hetta í 1961.
Besta árið fingu við 2.600 tunnur av sild. Bert “St Jaq­ues” úr Vági hevði fleiri, men hon var eisini eitt størri skip. Vit fingu eisini góða inn­tøku.
Tað kann verða nevnt, at hendan veiðan gav nógv ar­beiði á landi, har øll sildin skuldi pakkast umaftur og skiljast í støddir og góðsku.

Vandamikil streymur
Eg kann minnast, at vit ein­a­ferð fóru heim við full­um skipi av sild, John var tá við eisini. Eg stýrdi, tá vit komu fyri Leirvík, og tað var norðan. Nú kemur ein streym­kurð­il, og eg fekk hana ikki upp ímóti fyrr enn mitt á fjørð­inum, so trup­ult var tað at sigla. John segði, at hann var einaferð komin so­leiðis fyri, at hann var eins­a­mallur norð­ur eftir við “Ála­ker”. Hann mundi far­ið á land við Mjóvanes. Skipið var í jað­ar­anum millum norð­­u­r­rákið og suð­ur­rákið. Tað var eisini tungt at stýra við ket­­u­­stýr­ing.
Vit komu ein­aferð forbí Nev­ið hes­u­megni Halgadal. Eg stýrdi sjálvir, tað hevur rikið suður við landinum og norð­ur eitt sindur út frá. Knapp­liga dreyar hann beint inn í­móti. Ein klaksvíkingur var við tá, sum kendi til tað á Riv­tang­anum. Tað var gott veður, og tað var at­djúpt eisini. Hann orðnaði bein­an­vegin at koyra róðrið í borðið og at sigla norðeftir. Um eg var eins­a­mallur, hevði eg sikk­urt farið suður eftir.

Kann bert bera teim­um á Álaker alt gott
Ikki eri eg heldur gloymdur á Skipasmiðjuni. Eg fekk fyri kort­um heilsan frá Søren Pram Sørrensen, sum enn er har. Hann var tvey heyst við Ála­ker og var ein ”deiligur drong­ur”.
Eg skal bera teimum, sum áttu Álaker við Kjartan Mohr á odda, alt gott. Reiðaríið var gott, og teir spardu ikki út­gerð. Men vit spardu okkum hel­d­ur ikki, og tí kom eisini so væl burturúr hjá báðum pørt­um.


---

Manningin á Álaker var sera støðug

Vit endurgeva manningarlistan 1.túrin í 1959. Teir mynstra 21.mars, og er hetta tann túrurin, teir vegna illveður fara beinleiðis inn í Vest­manna­oyggj­ar, og manningin fer at arbeiða íslendskan garnafisk, sum greitt er frá í frá­søgnini:
føddur Heimstaður
John Joensen, skipari,10.9.1918 Oyndarfjørður
Andrias Sofus Andreassen, 1.bestim1.12.1906-
Ditlev Houmann, 2.bestimað5.4.1916-
Kristoffur Joensen, motorpa5.9.1926 Eiði
Jákup M Joensen, smyrjari7.12.1934 Oyndarfjørður
Hans Johannes Gaard, kokkur6.10.1915-
Mejnhard Joensen, lastamaður1.12.1916-
Hans David Davidsen, dekkari25.09.1908 Haldarsvík
Hans Jacob Johansen28.07.1905-
Hans Martin Hammer9.4.1914-
Daniel P Henriksen19.10.1902-
Jákup Hendrik Rinkustein24.11.1938 Oyndarfjørður
Jógvan Petersen16.7.1937-
Poul Garðshorn17.6.1936-
Jóhannes Brúðarfoss28.3.1911 Hellurnar
Jacob Høgnesen18.4.1931-
Anthon Jacobsen25.7.1911 Fuglafjørður