Betri fiskiskapur í Kanada

Nain Banker er umleið somu stødd føroysku garnaskipini, men fyri tað mesta er meira at fáa í kanadiskum sjógvi.

Hin 11. august landaði kanadiska garnaskipið Nain Banker svartkalva í Nuuk. Teir høvdu roynt í kanadiskum sjógvi, tætt við sjómarkið millum Grønland og Kanada í 21 dagar og høvdu 160 tons av frystum svartkalva.

 

Tá Nain Banker var í Nuuk og landaði, vitjaði føroyski sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, umborð, og hann vísir á, at Nuuk var stytsta leið hjá skipinum, og manningin helt eisini, at prísurin fyri svartkalvan var nøktandi.

 

Skipið hevur loyvi at royna við 500 gørnum og draga 80–100 gørn um dagin. Teir royna mest á 400–500 metra dýpi, greiddu teir sjómanstrúboðaranum frá undir vitjanini. Nain Banker er bygdur í 1989. Skipið er 33,5 metrar langt og 8,6 metrar breitt.

 

- Nain Banker er bygdur sum ísfiskaskip og er seinni umbygdur til frystiskip. 14 mans eru við garnaskipinum, og vanliga arbeiða teir frá klokkan 05 á morgni til umleið klokkan 19 á kvøldi. Herfyri landaði kanadiska garnaskipið aftur í Nuuk, veit sjómanstrúboðarin at siga.

 

Nain Banker er umleið somu stødd sum tey fýra garnaskipini, sum royna undir Føroyum. Tó er munur á fiskireiðskapinum og nøgdini av fiski. Føroysku garnaskipini hava loyvi til 1400 gørn, sum eru 27,5 metrar long og 2,5 metrar høg. Hetta gevur eina longd á umleið 40.000 metrar.

 

- Tey kanadisku gørnini eru 90 metrar long og 2,5 metrar høg, sum gevur eina longd á umleið 45.000 metrar. Tí er ikki so stórur munur á samlaðu longdini á gørnunum, men fiskiskapurin er fyri tað mesta betri í Kanada, leggur sjómanstrúboðarin aftrat.