Betesdakórið heldur 75 ára dagin

Um vikuskiftið fer sangkórið í Betesda í Klaksvík at halda sín 75 ára dag. Kórið hevur virkað uttan steðg øll árini síðani 1926

 

Klaksvík: 1. oktober fylti sangkórið í samkomuni Betesda í Klaksvík 75 ár, og hetta vikuskiftið verður dagurin hildin.

Leygardagin klokkan 15.00 verður opið hús í Betesda, har greitt verður frá søguni hjá kórinum. Tað verður gjørt við myndum, upptøkum og øðrum. Millum annað verða upptøkur hjá manskórinum, sum vóru gjørdar í Keypmannahavn í 1946, at hoyra. Klokkan 19.00 fer kórið at syngja nakrar sangir, og greitt verður frá virkseminum hjá kórinum.

Sunnudagin kl. 18.00 fer Betesdakórið at hava sangmøti, har kórið millum annað fer at syngja verk eftir Mozart og Händel.


Slóðbrótandi

Tað var Eliesar Poulsen, sum í 1926 tók stig til at stovna sanggkór í Betesda. Hetta gjørdist einki avmarkað upplop, tí síðani hevur sangkórið í Betesda virkað uttan steðg. Betesdakórið var tað fyrsta innan samkomurnar í Føroyum, og tí var talan um slóðbrótandi verk hjá Eliesari og hinum.

Í dag telir kórið 60 fólk, og seinastu 37 árini hevur Jógvan við Keldu verið kórleiðari.

Betesdakórið hevur fleiri ferðir verið á ferð uttanlands. Seinast var í august mánaði í ár, tá tey vitjaðu í Noregi. Ferðir eru eisini gjørdar til Danmarkar, Íslands og Sveis.

Ætlanin er, at ein fløga skal gevast út við kórinum, og hendan fløgan skal ætlandi gevast út næsta ár.