- Vit hava tikið ímóti meiri fiski, enn vit droymdu um. Tað sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á nýggja uppsjóvarvirkinum, Pelagos, í Fuglafirði. Virkið hevur tikið ímóti fiski síðani 14. august ,tvs í ein mánað og 11 dagar. - Higartil hava vit tikið ímóti 14.000 tonskum og tað er meir enn vit droymdu um fyri einum mánað síðani, sigur Jóhan Páll Joensen. - Jú, vit hava nokk at gera, leggur hann afturat.
Hann sigur, at í løtuni er 35 fólk til arbeiðis á hvørjari vakt. Arbeitt verður í tveimum vaktum á 12 tímar, sjey dagar um vikuna, so arbeiðsfólkið á virkinum fær nógvar tímar, og nógva yvirtíð undir beltið.
Men stjórin dylir heldur ikki fyri, at tey hava avgjørt havt sínar avbjóðingar í sambandi við startin. Tað hava verið maskinur, sum ikki hava riggað, sum tær áttu og aðrar sum skuldu stillast og tað hevur kostað steðgir í framleiðsluni. - Samstundis hevur tað verið ein avbjóðing at framleiða rætt, leggur hann afturat Nú eru tey so spakiliga við at koma í rættlag og sum heild eru tey væl nøgd við startin, virkið hevur fingið, sigur stjórin.
|