ikki til at siga, hvat er endurgjald og ikki, segði forsætisráðharrin. Bankamálið er nú loyst frá okkara síðu, og tann avtalan, sum gjørd var í juni, má metast sum ein heild - tað ber tí ikki til at greina [...] svaraði Poul Nyrup Rasmussen stutt og greitt. Løgmaður vísti á, at støðan tá var ein heilt onnur, og at hetta var beint áðrenn bankafrágreiðingin varð almannakunngjørd. ? Vit høvdu tá verið ígjøgnum so nógv [...] greina sundur. Forsætisráðharrin var spurdur, hvussu tað nú var at hitta løgmann, sum ikki vildi hitta hann, tá hann var her í januar mánaði. Er alt nú gloymt? ? Ja! Tað er alt gloymt frá mínari síðu, svaraði
á Brúnni ætlanir um at skera ígjøgnum er tað upp til hann. Vit hava stóra virðing fyri honum og eru takksom fyri, at hann hevur bíðað eftir, at sakkunnleikin hjá okkum hevur hugt at málinum, sigur Annfinn [...] klárt, at vit fara ikki at biða Fornminnissavnið um at viðgera byggimál í Kirkjubøar kommunu. Vit vistu heldur ikki, tá ið vit vóru á fundi í Tinganesi hálvan juli, hvør verkfrøðingur skuldi hyggja at málinum [...] men eg vóni, at hann letur seg ikki kroysta. Vit vita, at Signar á Brúnni fegin vil loysa knútin og tað hava vit einki ímóti. Vit eru altíð fús at koma í Tinganes við okkara verkfrøðingi at greiða honum
hann hevur roynt at sloppið undan, men kanska verður hann noyddur til tað. - Tað kann hugsast, at eg verði noyddur til at skera ígjøgnum. Fyribils bíði eg eftir, at tey sum hava við málið at gera í umsitingini [...] in sum ætlanin er at seta upp á múrkrúnuna fer ikki at halda í ódnarveðri. Í hinum borðinum sigur Arne Thorsteinsson, landsantikvarur, at konstruksjónin verður gjørd á tann hátt, at hon tolir ta vindmegi [...] hevur í blaðnum í summar sagt, at tey ikki finna seg í, at landsmyndugleikarnir skúgva Kirkjubøar kommunu til viks í málinum og at Fornminnissavnið uttan nakað fær loyvi at fara undir eitt arbeiði, sum
n fór ein 34 ára gamal hálendskur bodybuildari. Ikki tí, at hann hevði ætlað at farið, men tí at hann varð vístur av landinum í fimm ár fyri at hava flutt inn stimbrandi evni. Afturat hesum fekk hann eisini [...] sum ikki eru loyvd at innflyta. Í Danmark hava teir eina lóg frá 1993 um stimbrandi heilivág, men í Føroyum er apotekslógin galdandi, og hon sigur, at einans apoteksverkið hevur loyvi at innflyta reseptskyldugan [...] eingi prógv fyri, at anabolsku steroidurnar við vakstrarhormonum, sum sendar vóru til Føroya, vóru ætlað føroyinginum. Hálendarin, sum tvær ferðir fyrr hevur verið í Føroyum, ætlaði nú at búseta seg her,
rættiliga náttúrligt, at eyguni eru vend móti marknasonuni. Tað er greitt, at oljufeløgini royna at finna støð at bora, har basaltið ikki er alt ov tjúkt. Tað er sera kostnaðarmikið at bora gjøgnum basalt [...] vóru við á fundinum við Dong hava heitt á blaðið um at prenta tað. Sosialurin hevur biðið um loyvi at kunna prenta kortið, men frá Dong fáa vit at vita, at her er talan um loynidómar, sum helst ikki skulu [...] upplýst um alt hetta, at fólk eisini vita, at eingin kann siga nakað við vissu fyrr enn borað hevur verið, og tá vita tey eisini, at óvissan framvegis er stór. -Vanliga verður sagt, at tað í meðal skulu borast
orðaskifti Hann skilir væl, at javnaðarfólk ikki hætta sær út í hetta orðaskiftið, av tí at tað er so ósaktigt. Tí hevur Javnaðarflokkurin gjørt av at gera nakað ítøkiligt, fyri at fáa sína hugsan út til fólkið [...] soleiðis, at pláss eisini var fyri at taka sær av øðrum samfelagsmálum, sum krevja viðgerð. Nú sigur Høgni Hoydal, at Javnaðarflokkurin er firtin og vil ikki samstarva, men hann sigur ikki, at vit eru [...] av. Tí eri eg ikki samdur, tá sagt verður, at bara Tjóðveldisflokkurin vil sjálvræði. Og tað er eisini orsøkin til at vit nú fara út at tosa við fólk, og at vísa til alternativar loysnir til fullveldi
spurninginum viðvíkjandi fólkaviðurskiftunum í tí forna Evropa alsamt størri áhuga. Tað er í hesum høpi, at fyrilesturin skal síggjast. Høvuðsdenturin liggur á tí málfrøðiliga, serliga tí navnafrøðiliga økinum [...] fornmál í okkara heimsparti. Í sambandi við Kuhn verður nomið við egnar rannsóknir. Byrjað verður við at greiða nøkur grundleggjandi heiti, hugtøk og viðurskifti, m.a. við hjálp av kortum. Síðani koma lýsingar
Eitt ítøkiligt dømi um betri samstarv er, at íslendska fróðskaparsetrið er sinnað til at gera avtalu við føroyingar, so at fleir føroysk lesandi sleppa inn at lesa hægri lesnað við lærda háskúlan í Reykjavík [...] vegleiðing, og um tað er møguligt, eisini at samstarva. Mentan, har mentanarstovnar í mesta mun verða hvør øðrum til hjálpar. At enda verður sagt í yvirlýsingini, at hon verður framd stig fyri stig í samráð [...] undirvísingar- og mentamálum heldur at føroyingar kunnu fáa nógv burtur úr at samstarva við íslendingar. Íslendska samfelagið er lítið og tí verða teir noyddir til at fáa sum mest burtur úr teimum krónunum
ofta sagt, at kvinnur og menn hava møguleika at søkja størv og at fara upp í politikk á jøvnum føti, men kvinnur halda seg ikki framat. At konufólk ræðast vald er kanska rætt. Eitt annað er, at tað tekur [...] Men tað at koma uppá á tindin hevur nakað við vald at gera. - Vald er eitt vítt hugtak, sum spennur líka frá einaræði til umsorgan. Kvinnan eigur at hava umsorgan við sær uppá tindin. Tað at stjórna einum [...] sjeytiárunum, at kvinnur fóru upp í politikk í Føroyum, men tað sum hevur eyðkent kvinnurnar í mun til menninar er, at tær halda fyrr upp at í politikki. - Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at politikkur verður
neyðugt at broyta hana einaferð afturat, eru vit sinnað at tosa um tað. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni vísur ikki aftur at ganga vinnulívinum í Suðuroynni á møti. Nú er einasti máti at fáa feskan [...] landinum at senda hann norður við Smyrli kl. 19 hóskvøld, so hann kann fara við Norrønu av landinum fríggjamorgun. Tað ger at suðuroyingar mugu gevast at arbeiða seinnapartin hósdag. Teir halda, at tað hevði [...] vinnulívinum, sum ger tað rímiligt at endurskoða hana, Tí eftir at avgerð varð tikin um, at fráferðin hjá Smyrli skuldi vera kl. 19 hóskvøld, hevur Skipafelagið eisini gjørt av at broyta sína ferðaætlan, so