Bæði fornfrøðingar og málfrøðingar í Evropa og Norðuramerika hava nú aftur í longri tíð víst spurninginum viðvíkjandi fólkaviðurskiftunum í tí forna Evropa alsamt størri áhuga. Tað er í hesum høpi, at fyrilesturin skal síggjast. Høvuðsdenturin liggur á tí málfrøðiliga, serliga tí navnafrøðiliga økinum.
Í høvuðsheitum verða trý týdningarmikil ástøði viðgjørd, ið hava samband hvørt við annað: ástøði Krahes frá fimti- og sekstiárunum um eina felags fornevropeiska vatnnavnagávu, ástøði Kuhns frá seksti- og sjeytiárunum um »útnyrðingsblokkin« við forngermanskum, indoevropeiskum málsligum leivdum í einum stórum parti av tí germanska máløkinum, og ástøði Vennemanns frá áttati- og nítiárunum um »vaskonisk« og afro-asiatisk fornmál í okkara heimsparti. Í sambandi við Kuhn verður nomið við egnar rannsóknir.
Byrjað verður við at greiða nøkur grundleggjandi heiti, hugtøk og viðurskifti, m.a. við hjálp av kortum. Síðani koma lýsingar (við stuttum dømum) av ástøðunum, hvørja ferð við einari meting aftaná. Fyrilesturin endar við einum útsýni yvir uppgávur og arbeiðsbýti á tí viðgjørda økinum.
Fyrilesturin er almennur, øll eru vælkomin.










