Noyddur at skera ígjøgnum í málinum um Múrin

- Tað harmar meg nógv, at knúturin í málinum um Múrin í Kirkjubø ikki kann loysast í sátt og semju. Men tá ið tey serkønu hjá pørtunum ikki kunnu tosa saman, verði eg kanska noyddur at skera ígjøgnum, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður

"Hatta er sum við Múrinum í Kirkjubø", sigur gamalt orðatak og sipar sum vera man til eitthvørt, sum ongantíð verður liðugt. Og tað letur til, at varðveitingarspurningurin í sambandi við Múrin langt frá er loystur enn hóast Landsstýrið í vár tók eina prinsipiella avgerð. Stríðið er nú komið hartil, at orð stendur ímóti orði - serkunnleikin hjá Føroya Fornminnissavni mótvegis tí hjá Kirkjubøar kommunu.

Upprunaliga var ætlanin at fólk hjá Føroya Forminnissavni skuldu fara undir umvælingarnar av Múrinum tíðliga í summar. Hetta arbeiðið, sum hevur til endamáls at steðga niðurbrótingini, varð steðgað, tí Kirkjubøar kommuna kravdi, at byggiloyvi skuldi søkjast. Landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, kom upp í leikin og játtaði at bíða við at taka støðu í málinum, til kommunan hevði havt verkfrøðing at hyggja at málinum.

Tað er nú gjørt og í farnu viku handaði Preben Hansen, verkfrøðingur, frágreiðingina til bygdaráðið í Kirkjubøar kommunu. Og niðurstøðan í henni er í stuttum tann, at konstruksjónin sum ætlanin er at seta upp á múrkrúnuna fer ikki at halda í ódnarveðri. Í hinum borðinum sigur Arne Thorsteinsson, landsantikvarur, at konstruksjónin verður gjørd á tann hátt, at hon tolir ta vindmegi, ið ein kann hugsa sær verður í Kirkjubø, tá ið hart leikar á.


Togtogan

Signar á Brúnni, landsstýrismaður, gjørdi í summar eina roynd at fáa semju millum partarnar.

- Eg miðaði eftir, at alt varð avgreitt í sátt og semju og tí eri eg ógvuliga harmur um, at tað ikki ber til. Eg havi fult álit á serkunnleikanum hjá okkum á økinum, sum sigur, at konstruksjónin er í lagi. Tá ið partarnir hittust í Tinganesi hálvan juli skjeyt eg upp, at serkunnleikin hjá okkum og verkfrøðingurin hjá Kirkjubøar kommunu viðgjørdu málið í felag og tosaðu seg til sættis um ivaspurningar. Men tað var Kirkjubøar kommuna ikki hugað fyri og tað má eg siga var ógvuliga keðiligt. So høvdu vit sloppið undan knútinum, sum nú er komin í. Nú hevur kommunan úttalað seg, so skal frágreiðingin viðgerast og viðmerkingar gerast og tí verður málið seinkað enn meiri, sigur Signar á Brúnni.


Seinka málinum

Formaðurin í Kirkjubøar kommunu, Annfinn Brekkstein, hevur í blaðnum í summar sagt, at tey ikki finna seg í, at landsmyndugleikarnir skúgva Kirkjubøar kommunu til viks í málinum og at Fornminnissavnið uttan nakað fær loyvi at fara undir eitt arbeiði, sum bygdafólkið ikki kennir avleiðingarnar av.

- Tá ið bygdaráðið var á fundi við okkum í Tinganesi søgdu umboðini, at tey ikki høvdu nakran áhuga í at spenna bein fyri tí, sum skal gerast í Múrinum. Tey orðini legði eg mær í geyma, men nú loyvi eg mær at ivast í tí, tá ið tey nokta at tosa seg til sættis um eitt mál. Vit búgva í einum lítlum landi og hví skulu so tveir bólkar í hvør sínum lagi fara at kanna sama mál. Tað er heilt burtur við og oyðsl av pengum, sigur Signar á Brúnni.

Sum evsti myndugleiki á økinum kann landsstýrismaðurin taka málið í egnar hendur og gera av, hvat síðani skal henda. Tað er hetta hann hevur roynt at sloppið undan, men kanska verður hann noyddur til tað.

- Tað kann hugsast, at eg verði noyddur til at skera ígjøgnum. Fyribils bíði eg eftir, at tey sum hava við málið at gera í umsitingini hava fingið høvið at gjørt viðmerkingar, sigur Signar á Brúnni.

Hvørja avgerð Signar á Brúnni fer at taka í málinum, soleiðis at glið kemur á og knúturin verður loystur, vil hann ikki siga enn. Men vit vita, at hann í prinsippinum tekur undir við teirri avgerð, ið varð tikin í apríl av undanfarna landsstýrismanni í Undirvísingar- og mentamálum. Og hon sigur, at Múrurin er eitt fornminni og ikki ein brúkslutur, og í øðrum lagi, at bráðfeingis verndartiltøk og verja skulu gerast. Síðani skal ein hugskotskapping skrivast út, sum finnur fram til eina endaliga loysn.