Signar eigur ikki at lata seg kroysta

- Verður myndugleikin hjá okkum sum kommuna settur til viks, vita vit ikki, hvat vit kunnu vænta okkum, tá ið kommunurnar verða lagdar saman. Skal fólkið á staðnum einki hava at siga og skal alt verða stýrt úr Tinganesi? sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður í Kirkjubøar kommunu.

Kirkjubøar kommuna hevur nú við tí Preben Hansen, verkfrøðingur, er komin fram til um ætlaðu konstruksjónina, ið skal vera á múrkrúnuni í Kirkjubø, spælt bóltin víðari til fornfrøðiligu myndugleikarnar og landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum.

- Hevur Signar á Brúnni ætlanir um at skera ígjøgnum er tað upp til hann. Vit hava stóra virðing fyri honum og eru takksom fyri, at hann hevur bíðað eftir, at sakkunnleikin hjá okkum hevur hugt at málinum, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður.

Bygdaráðsformaðurin í Kirkjubøar kommunu sigur í viðmerking til tað, ið landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum førir fram í blaðnum í dag, at tey serkønu hjá báðum pørtum hava ikki kunnað tosað seg til sættis um ivaspurningar viðvíkjandi konstrukstjónini, soleiðis sum Signar á Brúnni eftirlýsir, fyrr enn verkfrøðingurin hjá kommununi hevur kannað málið.

- Tað er klárt, at vit fara ikki at biða Fornminnissavnið um at viðgera byggimál í Kirkjubøar kommunu. Vit vistu heldur ikki, tá ið vit vóru á fundi í Tinganesi hálvan juli, hvør verkfrøðingur skuldi hyggja at málinum fyri okkum. Ráðgevin í byggimálum, sum vit vanliga brúka, frásegði sær hetta málið, tí tað var á ov høgum tekniskum stigi. Preben Hansen kom ikki inn í myndina fyrr enn eftir fundin í Tinganesi, sigur Annfinn Brekkstein.

- Viðvíkjandi fundinum í Tinganesi vórðu vit tríggir bygdaráðslimir ógvuliga skelkaðir av atburðinum hjá ávísum embætismonnum. Vit vóru í stórum iva um, hvør var landsstýrismaður, um tað var Signar á Brúnni ella hesin ávísi embætismaðurin. Hesin hevði so óhøviskan atburð, at vit gjørdu av at fara av fundinum, tí vit komu ikki víðari. Hinvegin løgdu vit merki til, at Signar á Brúnni hevði eitt heilt øðrvísi sjónarhorn, hann var nógv siðiligari og tað tóku vit til eftirtektar. Morgunin eftir tóku vit í Kirkjubøar kommunu stig til at koma á tal við landsstýrismannin aftur saman við okkara sakførara, og tað var ein heilt annar fundur. Tá kundu vit tosa saman siðiliga og greiða honum frá, at málið varð sent til verkfrøðing, sum skuldi gera úttalisi. Og tað skuldi verða liðugt um miðjan august, sigur Annfinn Brekkstein.


Hvør ræður

Bygdaráðsformaðurin í Kirkjubøar kommunu loyvir sær at ivast í, um landsstýrismaðurin kann skera ígjøgnum í málinum og loyva Fornminnissavninum at fara undir umvælingararbeiðið soleiðis sum teir ætla.

- Skulu landsstýrismenn skera ígjøgnum og seta myndugleikan hjá kommununi til viks, so vita vit ikki, hvat vit kunnu vænta okkum, tá ið kommunurnar verða lagdar saman. Skal fólkið á staðnum einki hava at siga og skal alt verða stýrt úr Tinganesi?

Málið um Múrin í Kirkjubø er rættiliga serstakt?

- Ikki meiri enn tað hevur verið. Landsstýrismaðurin kennir seg kanska kroystan av ávísum embætismonnum, men eg vóni, at hann letur seg ikki kroysta. Vit vita, at Signar á Brúnni fegin vil loysa knútin og tað hava vit einki ímóti. Vit eru altíð fús at koma í Tinganes við okkara verkfrøðingi at greiða honum frá, hvat vit meta, og nú hava vit veruliga nakað at tosa um. Tað kann ikki vera meiningin, at tá ið ein almennur stovnur ætlar sær