Góðar vónir um at finna olju og gass við Føroyar

-Eg haldi føroyingar hava eina realistiska og náttúrliga støðutakan til oljuútviklingin. Sum oljufelag hava vit stórar vónir um at finna bæði olju og gass í føroysku undirgrundini, men vit mugu gera okkum greitt, at tað fara eisini at vera mong vónbrot sigur leitingarstjórin hjá danska oljufelagnum Dong, Jan Terje Edwardsen, sum herfyri vitjaði í Føroyum saman við øðrum umboðum fyri Dong.

Danska oljufelagið Dong er eitt av teimum feløgunum, sum leggur serstakliga stóran dent á at vera við í leitingini við Føroyar. Felagið er við í kanningararbeiðinum bæði við Grønland og Føroyar umframt at vera sera virkið á donskum øki.

Jan Terje Edwardsen er leitingarstjóri hjá Dong, og hann var við í Føroyum herfyri, tá umboð fyri Dong kunnaðu um Dong og virksemi tess.

Undir eini samkomu fyri limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag á Hotel Hafnia varð eitt sera áhugavert kort, sum vísir undirgrundina bretsku og føroysku megin Hetlandsrennuna. Fleiri av teimum, sum vóru við á fundinum við Dong hava heitt á blaðið um at prenta tað. Sosialurin hevur biðið um loyvi at kunna prenta kortið, men frá Dong fáa vit at vita, at her er talan um loynidómar, sum helst ikki skulu kunna almannakunngerast fyri hinum oljufeløgunum, sum jú eru kappingarneytar.


Seismikkur við tveimum skipum

Blaðið skilur annars, at oljusamtakið, sum Dong er partur av, ?The Faroes Partnership? við Amerada Hess, Norsk Hydro og Lasmo, er komið rættiliga langt við sínum kanningum av føroyaøkinum.

Jan Terje Edwardsen viðgongur, at teir møguliga eru komnir longur enn onnur oljufeløg, nú teir hava gjørt stórar íløgur í eitt nýtt slag at kanningartøkni. Hann sipar til tær kanningar, sum í tveimum umførum eru gjørdar við tveimum seismikkskipum.

-Eg haldi ikki tað er ov nógv sagt, at vit við hesum nýggja teknikkinum eru komnir væl longur, enn um vit bert brúktu vanliga og kenda kanningarháttin, og at vit síggja betur gjøgnum basaltið enn um vit ikki høvdu brúkt henda teknikkin.

Blaðið skilur, at oljufeløgini hava stórar vónir til serstakliga økini við markið. Her er basaltið tynri, og tí er lættari at síggja, hvat er undir. Eisini liggja hesi økini næst verandi fundum á bretskum øki, so tað er eisini rættiliga náttúrligt, at eyguni eru vend móti marknasonuni.

Tað er greitt, at oljufeløgini royna at finna støð at bora, har basaltið ikki er alt ov tjúkt. Tað er sera kostnaðarmikið at bora gjøgnum basalt, og tess tjúkri basaltið er, tess dýrari verður tað at koma niður á møguligar oljukeldur.


Føroyingar positivir

Jan Terje Edwardsen er annars væl nøgdur við vitjanina í Føroyum nú um dagarnar. -Fólk eru sera positiv, og vit fingu gott samband við fólk umboðandi vinnulív og myndugleikar. Jan Terje heldur, at føroyingar hugsa og bera seg skilagott at, tá talan er um ein komandi oljuútvikling. Hann heldur ikki, at fólkið hevur gjørt sær órealistiskar myndir av komandi gongdini. Tað er so væl upplýst um alt hetta, at fólk eisini vita, at eingin kann siga nakað við vissu fyrr enn borað hevur verið, og tá vita tey eisini, at óvissan framvegis er stór.

-Vanliga verður sagt, at tað í meðal skulu borast 10 brunnar fyri at finna eina oljukeldu. Um hetta eisini verður so í Føroyum fáa vit at síggja, men tað er greitt, at Dong var her ikki, um vit ikki mettu møguleikarnar at finna olju og gass verða stórar.

Vit hava góðar vónir um, at tað verða funnin kolvetni við Føroyar, men vita eisini, at tað verða mong vónbrot.


Passandi lut við Føroyar

Hvat viðvíkur støddini á økinum við Føroyar, so heldur Jan Terje Edwardsen, at sammett við Norðsjógvin er talan um eitt rættiliga stórt øki, og tí er eisini pláss fyri nógvum operatørum og boripallum á føroyskum øki.

Hóast luturin hjá Dong í samtakinum tað arbeiðir saman við í Føroyum ikki er so stórur, teir hava 10%, so heldur leitingarstjórin hjá felagnum, at hetta kortini er sera passandi fyri eitt felag sum Dong. Í Danmark hava teir 20% í samtøkunum teir eru við, og í Grønlandi er talan um 8,5% í einum lisensi og 17% í einum øðrum. Har eru teir í samstarvi við m.a. Phillips og Statoil.

Jan Terje Edwardsen sigur, at Dong heldur tað vera skilagott at vera við í leiting bæði í Grønlandi og í Føroyum. Teir høvdu eisini áhugamál í Baltikum, men hava slept hesum fyri bara at brúka orkuna uppá Føroyar og Grønland - umframt týðandi virksemið í danska partinum av Norðsjónum.