prosent meiri í løn, sum er tað sama, sum onnur á arbeiðsmarknaðinum hava fingið. Men tað tilboðið vilja flogskipararnir ikki góðtaka. Tað ljóðar, at teir vilja hava upp í 30 prosent afturat í løn, skrivar [...] eydnast tað ikki at fáa ein nýggjan sáttmála. Arbeiðssteðgurin í dag er tann fyrsti av teimum seks. Icelandair sigur, at orsakað av arbeiðssteðginum eru 26 flogferðir við 4.500 ferðafólkum avlýstar í dag. [...] kanska heldur um ein arbeiðssteðg, tí flogskipararnir hava boðað frá, at teir fara aftur til arbeiðis í kvøld. Tað hevur gingið sera striltið við at fáa ein nýggjan sáttmála millum flogskipararnar og Icelandair
Í kvøld kl. 18.30 verður ein EFFO dystur í Gundadali, har B36 tekur í móti ÍF. B36 hevur ikki vunnið seinastu 2 dystirnar, meðan ÍF ikki hevur tapt síðani 21. apríl. ÍF er uttan Hanus Thorleifsson, Hera [...] sita millum áskoðararnar. Tí verður tað hjálparvenjarin, Bogi Lervig, ið kemur at standa fyri liðnum í dag. Hjá B36 hevur málmaðurin Tórður Thomsen leikbann, so Trúgvi Askham, ið er komin heim frá Danmark [...] Fótbóltslíkindini síggja út til at verða av teimum bestu, so roknast kann við at nógv fólk vera til dystin í kvøld.
Teir fýra íslendingarnir umborð á bátinum Auður eru enn ikki setstir við árarnar at rógva seinasta teinin til Íslands. Teir komu at landi í Porkeri týskvøldið, móðir og troyttir eftir hendingarríkan [...] teimum nakað við ferðini. Menn frá Vágs Skipasmiðju hava síðani umvælt róðrið, so nú er tann parturin ikki eftir. Sum skilst, er manningin farin á ólavsøku, og verður eftir ætlan lagt til brots móti heimlandi [...] síðani at leggja stilt fyri veturin, og komandi ár at rógva til Grønlands og Kanada. (Mynd frá móttøkuni í Porkeri: Sigmundur Olsen)
eg eri bæði bilsin og ikki minst øgiliga keddur av, at eg ikki sleppi at fullføra arbeiðssetningin hjá mær, segði Hans Fróði Hansen við Portalin í gjár. Andre Dalfoss, formaður í TB, váttar fyri sudurras [...] skrivar sudurras.fo. Nevndin í Tvøroyrar Bóltfelag boðaði í gjár frá, at teir vóru vorðnir samdir við Hans Fróða Hansen, at hann gevst sum høvuðsvenjari. - Avgerðin er tikin í sátt og semju, og tað er einki
Skráseting Føroya fer fyrsta dagin at senda 293 partafeløg og smápartafeløg í Skiftirættin, tí tey ikki hava latið inn roknskapin fyri 2012. 1. august manglaðu 357 feløg at lata inn roknskapin, men síðstu [...] inn roknskapin fyri 2012, og hesi verða nú send í Skiftirættin til tvingsilsavtølu. Tað kann hava álvarsamar avleiðingar fyri eitt felag at vera sent í Skiftirættin. - Men ofta er talan um feløg, har virksemið [...] við Kristin Balle við at trýsta á pílin undir myndini. Yvirlitið yvir teir 357 roknskapirnar, sum ikki vóru latnir inn pr 1. august, sæst við at TRÝSTA HER
stóð hitt Airbus flogfarið í Vágum í morgun, og tað flogfarið flutti tí føroyska ferðalagið til floghavnina í Keflavík. Airbus flogfarið, ið ikki fekk sett seg í Vágum, fleyg tí í staðin til Keflavík, haðani [...] eru fyribils endað í floghavnini í Keflavík. Mjørki hevði við sær, at Airbus flogfarið hjá Atlantsflog, ið skuldi flyta føroyska ferðalagið til Bermuda, fekk ikki sett seg í Vágum í morgun. Lukkutíð stóð [...] Miðlahúsið er við í ferðalagnum. Hilmar Jan Hansen greiðir soleiðis frá, hví kósin mátti setast móti Keflavík, heldur enn Bermuda. Eisini tosar hann við Petur Elias Petersen, forseta í ÍSF. Hoyr innslagið
útlendskir miðlar. General Abdul al-Sisi sigur í almenna sjónvarpinum í Egyptalandi, at herurin er til reiðar at seta fram eina ætlan, um politikararnir ikki eru førir fyri at semjast. Hann umrøður hesa [...] vápnaða herliðið í Egyptalandi, general Sisi, hevur sambært Reuters sett eitt krav til Mursi forseta. Hann hevur givið politikarunum 48 tímar at ganga ynskjunum hjá fólkinum á møti. Um tað ikki verður gjørt [...] hesa ætlan sum "koyriætlanina" hjá herinum. Hann sigur, at tey mótmælisátøkini, sum vóru í gjár, sum kravdu at Mursi forseti leggur frá sær, eru eitt tekin um fólksins vilja. Milliónir av egyptarum hava verið
er. Heldur ikki verður nakað serligt at vindi, millum 5 og 7 m/s. Hitin fer at liggja um 12-13 stig. Viðvíkjandi veðrinum á flogvøllinum komandi dagarnar, sær kanska ikki so gott út, sum í Gøtu. Tó verður [...] seinni hesa vikuna. Tað eina er, at tað er klárt í Vágum, so tónlistafólkini, ið koma úr útlandinum, kunnu lenda. Hitt er, at tað er toluligt ella gott veður í Gøtu teir dagarnar, festivalurin er. Seinna ynski [...] verður klárari í morgin, sambært yr.no.
burturúr at smugla fólk til Danmarkar í tíðarskeiðinum frá november í 2008, til hon bleiv tikin í desember í fjør, tá Útlendingastýrið varnaðist, at alt ruggaði ikki rætt. Kvinnan noktar seg seka. Verður [...] fer rætturin í Holstebro at viðgera eitt mál ímóti einari 43 ára gamlari kvinnu, sum er ákærd fyri at hava smuglað 1.049 fólk til Danmarkar. Løgreglan veit ikki, hvar tey smuglaðu fólkini eru í dag. Sambært [...] Verður hon funnin sek, kann hon fáa upp í átta ára fomgsu fyri at hava smuglað fólkl, men ákæruvaldið vil hava rættin til at brúka eina lógargrein, sum kann geva upp í 12 ára fongsul.
bøkur at velja ímillum. Í Bókatíðindum, sum útgevararnir geva út upp undir jól, eru ikki færri enn 842 bøkur í ár. Tá Bókatíðindi komu út fyrst ferð í 1991, vóru bøkurnar 405 í tali, skrivar Morgunblaðið [...] Tað er ikki bara í Føroyum, at nógv fólk velja at geva skyldfólki og vinum eina bók í jólagávu. Soleiðis er eisini í Íslandi. Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri útgevarafelagið har, vísir [...] prosent av teimum spurdu góvu bøkur í jólagávu seinastu jól. Útgevarafelagið hevur gjørt tilsvarandi kanningar fyrr, og tær vísa, at støðugt fleiri velja at geva bøkur í jólagávu. Íslendingar hava eisini