Tað eru tvey ynski, sum standa ovalega á ynskilistanum hjá fyrireikarunum av G!, sum verður seinni hesa vikuna. Tað eina er, at tað er klárt í Vágum, so tónlistafólkini, ið koma úr útlandinum, kunnu lenda. Hitt er, at tað er toluligt ella gott veður í Gøtu teir dagarnar, festivalurin er.
Seinna ynski sær sambært norsku veðurtænastuni, yr.no, út til at halda. Tað verður turt við sól av og á teir tríggjar dagarnar, sum G! er. Heldur ikki verður nakað serligt at vindi, millum 5 og 7 m/s. Hitin fer at liggja um 12-13 stig.
Viðvíkjandi veðrinum á flogvøllinum komandi dagarnar, sær kanska ikki so gott út, sum í Gøtu. Tó verður klárari í morgin, sambært yr.no.