Flogskiparaverkfall í Íslandi

Flogskipararnir hjá íslendska flogfelagnum Icelandair fóru í verkfall í morgun. Teir krevja nógv hægri løn.

Talan er kanska heldur um ein arbeiðssteðg, tí flogskipararnir hava boðað frá, at teir fara aftur til arbeiðis í kvøld.

 

Tað hevur gingið sera striltið við at fáa ein nýggjan sáttmála millum flogskipararnar og Icelandair, og flogskipararnir hava boðað frá, at teir fara at leggja arbeiðið niður seks ferðir, eydnast tað ikki at fáa ein nýggjan sáttmála. Arbeiðssteðgurin í dag er tann fyrsti av teimum seks.

 

Icelandair sigur, at orsakað av arbeiðssteðginum eru 26 flogferðir við 4.500 ferðafólkum avlýstar í dag. 

 

Icelandair hevur boðið flogskiparunum 2,8 prosent meiri í løn, sum er tað sama, sum onnur á arbeiðsmarknaðinum hava fingið. Men tað tilboðið vilja flogskipararnir ikki góðtaka. Tað ljóðar, at teir vilja hava upp í 30 prosent afturat í løn, skrivar Morgunblaðið.