Í kvøld kl. 18.30 verður ein EFFO dystur í Gundadali, har B36 tekur í móti ÍF. B36 hevur ikki vunnið seinastu 2 dystirnar, meðan ÍF ikki hevur tapt síðani 21. apríl.
ÍF er uttan Hanus Thorleifsson, Hera Nesá og Alexsandar Jovevic. Eisini má venjarin Albert Ellefsen, ið bleiv burturvístur tá ÌF spældi móti TB, sita millum áskoðararnar. Tí verður tað hjálparvenjarin, Bogi Lervig, ið kemur at standa fyri liðnum í dag.
Hjá B36 hevur málmaðurin Tórður Thomsen leikbann, so Trúgvi Askham, ið er komin heim frá Danmark, verður allarhelst maðurin, ið skal verja málið hjá B36.
Fótbóltslíkindini síggja út til at verða av teimum bestu, so roknast kann við at nógv fólk vera til dystin í kvøld.