Leiðarin fyri vápnaða herliðið í Egyptalandi, general Sisi, hevur sambært Reuters sett eitt krav til Mursi forseta.
Hann hevur givið politikarunum 48 tímar at ganga ynskjunum hjá fólkinum á møti. Um tað ikki verður gjørt, fer herurin at "taka ábyrgd", og leggja fram eina ætlan, skriva útlendskir miðlar.
General Abdul al-Sisi sigur í almenna sjónvarpinum í Egyptalandi, at herurin er til reiðar at seta fram eina ætlan, um politikararnir ikki eru førir fyri at semjast.
Hann umrøður hesa ætlan sum "koyriætlanina" hjá herinum.
Hann sigur, at tey mótmælisátøkini, sum vóru í gjár, sum kravdu at Mursi forseti leggur frá sær, eru eitt tekin um fólksins vilja.
Milliónir av egyptarum hava verið á gøtunum, og hava kravt, at Mursi forseti leggur frá sær.










