Føroysku ítróttarfólkini, sum eru á veg til Oyggjaleikirnar á Bermuda, eru fyribils endað í floghavnini í Keflavík.
Mjørki hevði við sær, at Airbus flogfarið hjá Atlantsflog, ið skuldi flyta føroyska ferðalagið til Bermuda, fekk ikki sett seg í Vágum í morgun.
Lukkutíð stóð hitt Airbus flogfarið í Vágum í morgun, og tað flogfarið flutti tí føroyska ferðalagið til floghavnina í Keflavík.
Airbus flogfarið, ið ikki fekk sett seg í Vágum, fleyg tí í staðin til Keflavík, haðani tað kann flyta føroysku ítróttarfólkini víðari til Bermuda.
Eftir ætlan fer føroyska ferðalagið víðari, nú um middagsleitið.
Miðlahúsið er við í ferðalagnum. Hilmar Jan Hansen greiðir soleiðis frá, hví kósin mátti setast móti Keflavík, heldur enn Bermuda. Eisini tosar hann við Petur Elias Petersen, forseta í ÍSF.
Hoyr innslagið her:









