Bill Mcleod fyribilsvenjari í TB

Bill Mcleod Jacobsen verður er settur sum fyribils venjari hjá besta liðnum hjá TB.

 

U-21 landsliðsvenjarin skal venja TB næstu fjúrtan dagarnar, skrivar sudurras.fo.

 

Nevndin í Tvøroyrar Bóltfelag boðaði í gjár frá, at teir vóru vorðnir samdir við Hans Fróða Hansen, at hann gevst sum høvuðsvenjari.

 

- Avgerðin er tikin í sátt og semju, og tað er einki ilt blóð millum okkum, men eg má siga, at eg eri bæði bilsin og ikki minst øgiliga keddur av, at eg ikki sleppi at fullføra arbeiðssetningin hjá mær, segði Hans Fróði Hansen við Portalin í gjár.

 

Andre Dalfoss, formaður í TB, váttar fyri sudurras.fo, at samráðingar eru við ein nýggjan venjara sum skal taka við starvinum um tvær vikur.