Ítróttarfólk og skótar fara at ganga í skrúðgongu frá posthúsinum og út til býráðshúsini. Har verður tað Tórbjørn Jacobsen havnarmeistari, sum fer at røða, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla. Eftir flaggdagshaldið [...] flaggdagshaldið fara KFUM skótarnir at bjóða kaffi og køku.
galdandi, at annar varaborgarstjóri er sitandi borgarstjóri í Tòrshavnar kommunu. Hetta kemst av, at bæði borgarstjórin, Heðin Mortensen, og varaborgarstjórin, Bogi Andreasen, eru farnir til Íslands at luttaka [...] luttaka á Hátíð Havsins, sum byrjaði í Reykjavík í gjár. Tað merkir, at annar varaborgarstjóri má traðka til. Tað er Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum, sum altso er sitandi borgarstjóri hesar dagarnar.
Ngong-skóginum nærhendis kenyanska høvuðsstaðnum Nairobi í morgun. Myndugleikarnir siga, at seks fólk doyðu, og at George Saitoti, innanríkisráðharri (myndin), og Orwa Ojode, varainnanríkisráðharri, vóru [...] vóru teirra millum. Franska tíðindastovan AFP skrivar frá keldum í kenyansku løgregluni, at eldur kom í tyrluna, men at tað er framvegis ógreitt, hví hon datt niður.
upprunaliga, at arbeiðið skuldi vera liðugt nú um dagarnar. Men orsakað av veðrinum, og serliga tí ringa veðrinum í farnu viku, er arbeiðið seinkað nakað. Av Landsverki verður kortini upplýst, at ætlanin er [...] er at asfaltera hetta vegastrekkið í ár. Meðan arbeitt verður, heita tey á bilførarar um at vísa varsemi, meðan koyrt verður framvið arbeiðsfólkinum. snorri@sosialurin.fo
Fyri viku síðani skrivaði Sosialurin, at landið hevur ikki longur ráð at gjalda fyri veðrið. Játtanin til hetta er strikað. Og vit kunnu bara siga, at tað bilar einki. Hvat skulu vit brúka alt hetta vánaliga [...] vánaliga veðrið til – og so enntá gjalda fyri tað. Vit mæla til, at landið krevur endurgjald fyri vánaliga veðrið, vit hava fingið í vár!
Í sambandi við at felagshúsið hjá Dansifrøi í Gundadali er klárt at taka í nýtslu, verður móttøka fyri øllum áhugaðum fríggjadagin 21. mai. Góð trý ár eftir at spakin varð settur í til felagshúsið hjá [...] hjá Dansifrøi í Gundadali, er húsið nú klárt at taka í nýtslu. Í tí sambandi verður móttøka fyri øllum áhugaðum fríggjadagin 21. mai millum kl. 15. og kl.18.
Høvuðsbroytingarnar í lógunum eru, at Føroya Javnaðarflokkurin hevur skift navn til bert at eita Javnaðarflokkurin, og at flokkurin skal hava standandi valevnislistar, og at á endaliga valevnislistanum skal
Landsverk mælir fólki til at halda seg innandura, og ikki at fara út at koyra bil, sum støðan er í løtuni. Tað er sera hált á vegnum allastaðni í landinum. Tað hevur verið nógvur kavi og vindur í dag, [...] og tað hevur millum annað havt við sær, at Atlantsflog hevur avlýst allar sínar ferðir, og Strandferðslan hevur avlýst fleiri av sínum túrum.
Orsøkin er, at avmarkingarnar í flogferðsluni gera, at tað ber ikki til at flyta laks úr Europa til USA og Fjareystur í sama mun sum vanligt. Tí verður laksur seldur á ES marknaðinum ístaðin, og útboðið [...] útboðið er stórt, lækkar prísurin. Vinnuhúsið skrivar, at hetta ávirkar eisini føroyska alivinnu, sum flytur stórar nøgdir av laksi umvegis Bretland til USA við flogfari.
At kalla hvørt vikuskifti er rok og ófriður í býnum í Havn, og soleiðis var eisini seinastu nátt. Fleiri ferðir varð politiið boðsend at sissa klandur og stríð. Hóast politistar vóru til gongu í býnum [...] býnum, varð neyðugt at biðja um meira politiið, tí hópbardagi var í Steinatúni. Tað eydnaðist ikki at sissa fólkið, fyrr enn tríggir høvdu fingið piparspray í eyguni.