Skal asfalterast í ár

Við Áir: Í hesum døgum eru menn hjá Landsverki í ferð við at fresa vegin upp á vegastrekkinum millum Hósvík og Við Áir.

Ætlanin var upprunaliga, at arbeiðið skuldi vera liðugt nú um dagarnar. Men orsakað av veðrinum, og serliga tí ringa veðrinum í farnu viku, er arbeiðið seinkað nakað.

Av Landsverki verður kortini upplýst, at ætlanin er at asfaltera hetta vegastrekkið í ár.

Meðan arbeitt verður, heita tey á bilførarar um at vísa varsemi, meðan koyrt verður framvið arbeiðsfólkinum.

snorri@sosialurin.fo