Landsverk mælir fólki til at halda seg innandura, og ikki at fara út at koyra bil, sum støðan er í løtuni. Tað er sera hált á vegnum allastaðni í landinum.
Tað hevur verið nógvur kavi og vindur í dag, og tað hevur millum annað havt við sær, at Atlantsflog hevur avlýst allar sínar ferðir, og Strandferðslan hevur avlýst fleiri av sínum túrum.