Føroya Javnaðarflokkur hevur skift navn til »Javnaðarflokkurin«, og javnstøða skal vera á uppstillingarlistum. Leygardagin hevði flokkurin eykalandsstevnu. Umframt vitjanina hjá Helle Thorning-Schmidt var eittans punkt á skránni, lógarbroytingar. Høvuðsbroytingarnar í lógunum eru, at Føroya Javnaðarflokkurin hevur skift navn til bert at eita Javnaðarflokkurin, og at flokkurin skal hava standandi valevnislistar, og at á endaliga valevnislistanum skal tað vera javnstøða ímillum kynini.










