At kalla hvørt vikuskifti er rok og ófriður í býnum í Havn, og soleiðis var eisini seinastu nátt.
Fleiri ferðir varð politiið boðsend at sissa klandur og stríð.
Hóast politistar vóru til gongu í býnum, varð neyðugt at biðja um meira politiið, tí hópbardagi var í Steinatúni.
Tað eydnaðist ikki at sissa fólkið, fyrr enn tríggir høvdu fingið piparspray í eyguni.