Tórbjørn talar í Runavík

Mikudagin verður 25. apríl og harvið flaggdagur. Í Runavíkar kommunu verður flaggdagshaldið klokkan 15 sunnan fyri býráðshúsini í Saltangará.

Ítróttarfólk og skótar fara at ganga í skrúðgongu frá posthúsinum og út til býráðshúsini. Har verður tað Tórbjørn Jacobsen havnarmeistari, sum fer at røða, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla.

Eftir flaggdagshaldið fara KFUM skótarnir at bjóða kaffi og køku.