Tað hvein í træhongslunum, tá ið hon hvarv gjøgnum hurðina innar í kovan. Eitt lítið bil gekk, kom so út aftur viðhálvpottakrússi í aðrari hondini og pulvurmjólk í hinari. Gjørdi tummulin vátan í munninum [...] vísti mær innar í fínustovu, sum var í vestara enda. Eg helt at tapetið mundi vera tað vakrasta í heiminum, hvítt viðreyðum blomstrum og grønum bløðum. Rúmið var umleið 5 alin í fýrkant, men í míni barnaverð [...] kúgv, ross og seyð; tí fitt av jørð var í húsinum. Teir vóru eisini ánarar í báti saman við øðrum bygdarmonnum. Tomasia sjálv var eitt satt konubrot, greflig í andlitið við mannligari rødd, og fell henni
hálvtrýss ár í Danmørkini vendur Páll og Elisabeth aftur til oyggjarnar í august mánaði í fjør. Tey fluttu heim til heimbygdina hjá honum, Eiði. Her eru vit á vitjan hendan fríggjdagin. Nakað uttaliga í bygdini [...] millum annað gingið í skúla hjá Else Willungsgaard, ið er kent danskt listafólk innan glaslist. Lat tað bara vera sagt beinanvegi, at hetta ikki er tað slag av glas, har blást verður í rør og skaptir verða [...] verða lutir og list. Tað er í hesum førinum nakað heilt annað. Í hesum førinum verður koyrt í ovnin. Ein serligur ovnur, ið brennir glasi. At fáast við ein tílíka ovn krevur holla vitan og venjing, tí timingin
nar, er, at tá kreppan kom, vóru so fá lærupláss at fáa í landinum, og tí varð avgjørt, at allar sveinaroyndir skuldu takast á Tekniska skúla í Havn. Men tað hevur so verið arbeitt við at fáa royndirnar [...] Klaksvík: Á hugnaløtu á Tekniska skúla fingu teir níggju nýklaktu maskinsmiðirnir teirra prógv handað. Hetta var sum sagt fyrstu ferð í tíggju ár, at næmingar tóku sveinaroynd á skúlanum. Orsøkin, til
krónur í miðal fyri kilo, avreiddi Saturn 3 fyri góðar 11 krónur í miðal. Ein sniðfundig ætlan ? Alt gekk sostatt eftir vild. Inntil ein dag í oktober í 1990, tá ið eg fái boð um at koma á fund í Føroya [...] inntil arbeiðslív hansara kom í hæddina tann dagin í 1987, tá ið hann fekk lyklarnar til stásiliga og slóðbrótandi stállínuskipið Saturn 3, sum hann hevði latið byggjað í Strandby í Danmark . Men tá ið hann [...] livibreyð í nógv ár framyvir. Hann hevði Saturn í 16-17 ár, men í 1980 keypti hann ein 20-tonsara av Sandi, sum fekk navnið Saturn 2. Tann bátin hevði hann, til hann bygdi stállínubátin Saturn 3 í Strandby
23. kl. 17.30 Messa í Kerit. Týsdagin 24. kl. 07.40 Messa í Kerit. Jólanátt kl. 00.00 Miðnáttarmessa í kirkjuni. 1. jóladag kl. 11.00 Hámessa í kirkjuni 2. jóladag kl. 11.00 Messa í kirkjuni Fríggjadagin [...] kl. 12.00 hvønn sunnudag í Hoyvíkar skúla. Barnaansing er undir báðum møtunum og sunnudagsskúli er kl. 12. Millum møtini er drekkamunnur. Katólska kirkjan Gudstænastur á jólum í Mariukirkjuni: Mánadagin [...] in 27. kl. 11.00 Messa í Kerit Leygardagin 28. kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudagin 29. kl. 11.00 Hámess aog barnadópur í Mariukirkjuni, kl. 14.30 Jólaveitsla fyri børnini. Nýggjársdag kl. 11.00 Hámessa
høvdu familju í Amerika og aðrastaðni í Evropa, men vit vistu ikki, hvar vit skuldu fara, so vit endaðu í Danmark, greiðir Milan frá. Áðrenn kríggið arbeiddi Milan í einum skógvafyritøku í seks ár. Tá kríggið [...] bara búði í Danmark í hálvt triðja ár, so fluttu tey heili átta ferðir hesi árini. - Vit hava verið flóttafólk í 10 ár. Men nú er alt gott. Vit hava alt nú. Hús og arbeiði, og vit hava frið. Her í Føroyum [...] tveimum árum síðani, fingu tey í fyrstuni ein lítlan skelk. Tey vóru koyrd á Sjómansheimið í Runavík, har tey búði í hálvan annan mánað, meðan leitað varð eftir onkrum at búgva í. - Føroyingar eru ógvuliga
men vísir á, at hetta er ein "konstantering" av givnu umstøðunum í ár. Hann váttar, at grundgevingin fyri ikki at hava jólaborðhaldið í ár eins og undanfarin, er sparingar. - Vit hava ein fíggjarkarm, [...] fyri hesum tiltaki í ár. Fyristøðumaðurin vónar tó, at tiltakið kann verða tikið uppaftur komandi ár - til gleði fyri búfólk, teirra avvarðandi og starvsfólkið annars. - Avgerðin er tikin í samráð við leiðsluna [...] væl fyriskipað út í minstu smálutir. - Her hava búfólkini havt høvi at bjóðað tveimum av sínum nærmastu við, og saman við starvsfólkum og teirra avvarðandi hava vit verið eini 200 í tali, sigur Tordur
kom, enn væntað var. Vinjard Joensen hevur í eini fýra ár tikið í móti fiski í leigaðum hølum á havnarlagnum í Sørvági. Fyrst í komandi ári flytir tað virksemið í hølini hjá timburhandlinum, sum keypt eru [...] at hækka við átta prosentum í mun til árið í ár. Í ár var inntøkan 110 milliónir krónur, men verður í 2003 mett at fara at verða 120 milliónir krónur, sigur borgarstjórin í Sørvági. Hann sigur, at ein [...] borgarstjórin í Sørvági. Havnarlagið Sum vanligt er í Føroyum yvirhøvur, er havnarlagið eisini lívæðrin í Sørvági. Og har er rættiligt lív komið í aftur, eftir at tað at kalla doyði út í kreppuárunum.
Michael Vinding er tann sami, sum eg hevði í Bhutan. Hann fekk í november í fjør áheitan frá danska uttanríkismálaráðnum um at seta upp og leiða nýggju skrivstovuna í Kabul. Longu tá tosaðu vit um, at tað hevði [...] donsku sendistovuni í Bhutan, navnliga umsiting, konsulararbeiði, journalisering, arkivering og rokniskapur. Virksemi viðvíkjandi menningarhjálp er meiri umfatandi í Afghanistan enn í Bhutan, sum ikki er [...] síðani Afghanistan hevur verið krígsherjað í 23 ár. Danmark hevur givið umleid 80 mió. kr. til uppbyggingarhjálp og 109 mió. kr. í humaniterhjálp til Afghanistan í ár. Stjórin (chargé d?affaires e.p.) Dr
musikalska degnum rúmsast í svøvnloysi í huga tínum, men rakk samljóðið, samskapið og drívmegin í tónum og orðum í ein málbúna av góðum kórsangi. Ótrúligt, so fá vit eru, at vit kunnu í einari bygd hava tvær [...] táttur í tónleikalívinum varð skerdur. Mær hóvaði sera væl ljómin í orkestrinum, livandi reint, fraseringarnar lógu tættar, inniligar og ljómurin í hornunum var góður. Vevnaðurin millum bólkarnar í orkestrinum [...] jólakvøld, tá ið Elsa í Húsi, Fía við Stein og Dunga Oluffa sótu í sínum stólum við sínum miðaldarliga hugburi, meðan Skúla Jákup las. Her var skaldskapur, og ikki varnaðist tú tá, at Skúla Jákup skuldi røkka