Eingin jólaveitsla, men jólahald

Tað kom dátt við hjá búfólkum og avvarðandi á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, at leiðslan í ár avgjørdi ikki at skipa jólaveitslu, sum hevur verið fastur táttur á hvørjum ári, undantikið eitt skifti fyrst í nítiárunum, tá ið kreppa herjaði samfelagið

Jólatiltøk 
 
Fyristøðumaðurin á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, Tordur J. Niclasen, harmast um, at neyðugt skuldi vera at taka hesa avgerð, men vísir á, at hetta er ein "konstantering" av givnu umstøðunum í ár.
  Hann váttar, at grundgevingin fyri ikki at hava jólaborðhaldið í ár eins og undanfarin, er sparingar.
  - Vit hava ein fíggjarkarm, sum vit skulu halda okkum innanfyri og meta ikki, at pláss er fyri hesum tiltaki í ár.
  Fyristøðumaðurin vónar tó, at tiltakið kann verða tikið uppaftur komandi ár - til gleði fyri búfólk, teirra avvarðandi og starvsfólkið annars.
  - Avgerðin er tikin í samráð við leiðsluna, og búfólk og avvarðandi hava fingið boð um, at jólaborðhaldið verður ikki á hesum sinni.
  Eini 200 fólk plaga at vera við til jólaveitsluna á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, sum hevur verið væl fyriskipað út í minstu smálutir.
  - Her hava búfólkini havt høvi at bjóðað tveimum av sínum nærmastu við, og saman við starvsfólkum og teirra avvarðandi hava vit verið eini 200 í tali, sigur Tordur.
  Hann vísir á, at búfólkini hava goldið ein part av tiltakinum, men hóast hetta, kostar jólaborðhaldið, sum er eitt stórt tiltak, væl av peningi.
  Fyristøðumaðurin sigur, at hann hevur ikki merkt nakað serligt til, at fólk ikki skilja støðuna, men ásannar, at nøkur búfólk hava víst á, at tey harmast um avgerðina.
  - Tað geri eg eisini, og eg skilji tey væl, sigur hann.               
  Hann vísir á, at líka so nógv, sum tey gomlu gleddu seg yvir hetta tiltak - líka so hørm eru tey, nú jólaborðhaldið ikki verður á hesum sinni.             
  Umframt døgurðan, hevur hetta verið eitt minniligt kvøld á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, við ymiskum undirhaldi og sølu av lutaseðlum.

Og tó...

Men búfólk og avvarðandi fingu kortini høvi at vera saman á jólum, tí jólaaftan var gudstænasta á Røktar-og Ellisheiminum og síðan varð borðreitt við kaffi.
  - Her vóru øll hjartaliga vælkomin, sigur Tordur.
  Hann vísir á, at jólaaftan var eisini ein serligur døgurði fyri búfólkunum, og tá vóru avvarðandi vælkomin at vera saman við teimum gomlu.
  - Her var jólatræ, jólasangir, jólaevangeliið og mandlugreytur, og búfólkini fingu eisini jólagávur, sigur Tordur.
  Hann vísir á, at nógvar hugnaløtur eru á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi gjøgnum árið, og undan jólum vitjaðu børn úr Tofta skúla, har tey gingu St. Lucia. Seinni fingu tey greyt og okkurt leskandi.
  - Vit hava nógv tiltøk gjøgnum árið fyri búfólkunum og teirra avvarðandi. Jólaveitslan er bara eitt av hesum, men hon hevur so verið tað størsta tiltakið av sínum slag, sigur fyristøðumaðurin, Tordur J. Niclasen, at enda.
  
<B normal"$?$end$!$