Ársuppgerð
Fyri fyrstu ferð síðan seinast í sjeytiárunum er áognin hjá Sørvágs Kommunu nú størri enn skuldin. Goldið er niður skjótari enn ætlað, og hóast væntandi er, at búskaparvøksturin verður minni í komandi tíð, enn hann hevur verið, eru vónirnar fyri 2003 góðar, sigur borgarstjórin, Eivin Jacobsen.
Vinnulívið í Sørvági, serliga á havnarlagnum, er í menning, og kommunan fer í framtíðini at gera íløgur, sum skulu menna hetta upp aftur meira. Fólkatali er í vøkstri, og fleiri nýggj sethús verða bygd. Eisini á sosiala økinum hevur Sørvágs Kommuna stórar ætlanir.
Inntøkurnar
Skattaskylduga inntøkan hjá sørvingum komandi ár verður mett at fara at hækka við átta prosentum í mun til árið í ár. Í ár var inntøkan 110 milliónir krónur, men verður í 2003 mett at fara at verða 120 milliónir krónur, sigur borgarstjórin í Sørvági. Hann sigur, at ein fyribilsmeting vísir, at skattainntøkan hjá Sørvágs Kommunu fyri 2002 verður eitt sindur hægri, enn mett varð, tá fíggjarætlanin varð samykt.
Skattaprosentið hjá sørvingum fer at lækka við einum fjórðings prosenti komandi ár og kemur niður á 19,75%. Barnafrádrátturin í kommununi verður óbroyttur. Hann er 2.500,- krónur.
Á fíggjaræltanini fyri 2003 verður mett, at úrslitið áðrenn avdráttir fer at vera 2,3 milliónir krónur, sigur Eivin Jacobsen.
Roknskapurin fyri árið 2001 varð góðkendur í summar, og javnvigaði hann við góðum 21 milliónum. Metingin hjá Sørvágs Kommunu var rættiliga neyv, tá samanum kom. Avlopið, sum mett varð til 4.886.454,- krónur, gjørdist 4.886.472,- krónur.
Eisini eru fleiri sørvingar um at gjalda í kassan, enn teir vóru í fjør. Fólkatalið er nú við ásrlok komið upp á 963 fólk í móti 941 um somu tíð í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 2,3 prosent. Og vøksturin tykist halda á. Eini 14 sethús eru ávegis og verða væntandi liðug í komandi ári.
Og tað verður lættari fyri andanum hjá teimum eisini, tá hugsað verður um fíggjarstøðuna hjá kommununi. Seinastu árini hava verið góð til inntøku, og rúmkað er munandi um rásarúmið hjá kommununi, sigur borgarstjórin. Í 1999 vórðu goldnar fimm milliónir meira niður av skuld, enn ætlað, og tvær milliónir í ár, sigur hann.
Íløgur
Tað er ymiskt, sum enn liggur á láni eftir ringu árini í nítiárunum. Eitt nú asfalteringin av kommunalu vegunum. Men her eru glottar at hóma, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági.
Á komandi fíggjarætlan eru settar 4,9 milliónir av til íløgur, og verður hesin peningur brúktur til at betra um umhvørvið hjá borgarunum, sum hann tekur til.
Vegirnir Uppi á Mýrum treingja til asfaltering, og tað verður so eisini gjørt. Ein grund til, at tað ikki longu er gjørt, er tann, at nú undirsjóvartunnilin hevur verið í gerð og varð liðugur væl fyri tíð, gjørdi tað, at so at siga alt asfaltarbeiði annars lá stilt, tí tunnilin og vegirnir í samband við hann skuldu asfalterast, sigur Eivin Jacobsen.
Nýggja ídnaðarøkið uppi við flogvøllin skal eisini hava pengar komandi ár, eins og ábøtur verða gjørdar á havnarlagnum.
Dagtilboð og umlætting
Síðan 1999 hava fólk við rørslubrekum havt tilboð um dagtilhald í Sørvágs Skúla.
Hesi tilboð hava verið fyribils, meðan arbeitt hevur verið við at finna varandi loysnir í oynni. Sørvágs Skúli hevði eisini brúk fyri hølunum, so neyðugt var at finna okkurt annað høli, sigur Eivin Jacobsen.
Sørvágs Kommuna hevur nú loyst tann spurnignin í samráð við Almannastovuna. Hóast nøkur endalig avtala enn ikki er undirskrivað, hevur bygdarráðið samtykt at keypa eini hús í Sørvági, sum skulu umbyggjast til endamálið.
Partar av húsunum verða tiknir niður og bygdir upp aftur av nýggjum. Í ovaru hæddini verða umlætingarmøguleikar, meðan niðara hæddin fer at hýsa vardum vekstaði, sum serforsorgin so fer at leiga.
Við hesi byggingini er ein virðilig loysn funnin á hesum málinum, sigur borgarstjórin í Sørvági.
Havnarlagið
Sum vanligt er í Føroyum yvirhøvur, er havnarlagið eisini lívæðrin í Sørvági. Og har er rættiligt lív komið í aftur, eftir at tað at kalla doyði út í kreppuárunum.
Fleiri skip er komin til bygdina. Útróðurin hevur hildnast væl, og væl av virksemi er eisini hjá alistøðini. Bæði á firðinum og á virkinum á havnarlagnum. Ísvirkið fer í gongd aftur, og fiskamóttøkan flytir í rúmligari høli fyrst í komandi ári.
Alifelagið Sørvágs Laks tók í ár umleið 3.600 av laksi, og verður nøgdin væntandi eini 4.000 tons komandi ár. Prísurin á laksi hevur ikki verið so góður, so árið royndist kanska heldur lakari, tá saman um kom, enn væntað var.
Vinjard Joensen hevur í eini fýra ár tikið í móti fiski í leigaðum hølum á havnarlagnum í Sørvági. Fyrst í komandi ári flytir tað virksemið í hølini hjá timburhandlinum, sum keypt eru til endamálið. Timburhandilin flytir tá í fyrsta umfari í leigað høli, men fer ætlandi at byggja nýtt á nýggja ídnaðarøkinum. Um somu tíð, sum fiskamóttøkan flytir, fer eisini ísvirkið at lata uppaftur, og verða umstøðurnar at sleppa av við fisk í Sørvági tá munandi betri enn í dag, metir borgarstjórin.
Hann væntar, at nú undirsjóvartunnilin eisini er komin, fer tað at gera, at alt fleiri bátar og skip fara at nýta Sørvág sum uppskipingarhavn. Serliga før, sum veiða vestanfyri, heldur hann. Tí tað styttir siglingartíðina til og av fiskileið við fleiri tímum í mun til, um landað verður eitt nú á Toftum ella í Klaksvík.
Nýggjur krani er keyptur til landingina, eins og kommunan í komandi ári eisini hevur ætlanir um aðrar ábøtur á havnarlagnum. Eitt nú skal okkurt gamalt pakkhús takast niður, sigur borgarstjórin.
Men ein trupulleiki í samband við virksemi á havnarlagnum í Sørvági er ferðslan til og frá við stórum akførum.
Tað er trongligt í bygdini og stóru bingjubilarnir hava viðhvørt ilt við at koma fram. Tann trupulleikan ætlar kommunan at loysa við nýggjari vegføring oman við ánni frá Missiónshúsinum og oman í Niðaraveg, sum so skal breiðkast allan vegin út á havnarlagið.
Men tann ætlanin liggur nakað úti í framtíðini, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági. Hon er við í nýggja bygdarplaninum, sum enn er til viðgerðar.