Vit fluttu beinleiðis frá Bhutan til Afghanistan so tað var eingin tíð til umhugsan, men tað var bara at leypa úti tað frá fyrsta degi. Mítt arbeiðið er nakað tað sama sum á donsku sendistovuni í Bhutan, navnliga umsiting, konsulararbeiði, journalisering, arkivering og rokniskapur. Virksemi viðvíkjandi menningarhjálp er meiri umfatandi í Afghanistan enn í Bhutan, sum ikki er løgið síðani Afghanistan hevur verið krígsherjað í 23 ár. Danmark hevur givið umleid 80 mió. kr. til uppbyggingarhjálp og 109 mió. kr. í humaniterhjálp til Afghanistan í ár. Stjórin (chargé d?affaires e.p.) Dr. Michael Vinding er tann sami, sum eg hevði í Bhutan. Hann fekk í november í fjør áheitan frá danska uttanríkismálaráðnum um at seta upp og leiða nýggju skrivstovuna í Kabul. Longu tá tosaðu vit um, at tað hevði verið stuttligt um eg eisini kundi komið við til Kabul. Eg søkti tænastuna sum attaché og var heppin at fáa hana. Tað er sera týdningarmikið, at ein hevur eitt gott forhold til sínar starvsfelagar, tá skrivstovan er lítil og ein er so langt frá øllum. Vit eru trý útsend starvsfólk frá uttanríkismálaráðnum, men í løtuni eri eg einsamøll, tí bæði stjórin og fyrsti sekreterurin eru í jólafrítíð. Umframt okkum hava vit fimm afghanar, sum arbeiða á skrivstovuni, og níggju aðrir, sum arbeiða sum vaktir.
Lívið er ikki so galið í Kabul, sum vit plaga at siga hvør við annan, men lívið hjá nógvum afghanum er sera hart. Tað eru nógv, sum hvørki eiga hús ella fáa dagligt breyð. Tað eru serliga nógvar kvinnur, sum hava mist menn teirra undir krígnum og eru einsamallar eftir við børnunum.
Við hús mugu vit hava okkara egna el-generator, tí almenna streymin hava vit bert frá kl. 18 til uml. 23, um tað í heilatikið kemur nakar streymur, tí tað er ikki hvønn dag. Vit búgva so at siga innistongd í okkara lítlu verð, tí tað er ikki heilt trygt at ganga á gøtunum og inni í býnum, so vit koyra næstan allastaðni. Men tá vit skulu keypa inn og tílíkt noyðast vit sjálvandi at fara úr bilinum og tað kennist eisini heilt í lagi. Av og á koma ávaringar um møgulig álop og bumbuatsóknir, so tá skulu vit halda okkum frá almennum støðum har nógv fólk koma saman. Tíbetur er einki hent okkum enn, og tað er heldur ikki so, at vit hugsa um tað dagliga. Vit sum arbeiða á skrivstovuni búgva øll í sama umráði, og er tað beint við skrivstovuna.
Tá vit koyra inn til býin fyri at keypa inn er alt kaos. Ferðslan eru ræðulig, tí tað er lítil og eingin ferðslulóg, so øll koyra bara sum tey vilja. Haraftrat eru nógv fólk, sum antin royna at selja tær okkurt ella bidda á gøtuni, serliga kvinnur klæddar í burqa (turruklæð sum fjalir andlit og kropp) ella smábørn. Tað eru allastaðni menn í militer klæðum við kaleshnikovs maskinbyrsum. Nógv hús og umráði eru heilt oydiløgd og sundirbumbað aftaná so nógv ár við kríggi, men longu nú síggjast nýggj hús koma upp. Livikorini hjá kvinnum eru eisini vorðin nógv betur sídani Talibanstýrið fall í fjør. Nógvar gentur/kvinnur eru farnar aftur í skúla og nógvar kvinnur hava latið seg úr burqa?ini og ganga ístaðin við vanligum turruklæði, men tað eru eisini nógvar, sum sjálvar velja at ganga í burqa, tí tær kenna seg tryggari soleiðis. Afghanistan hevur úr at gera hesa tíðina - nýggj grundlóg, sum skal vera galdandi fyri øll, skal skrivast, val er sett til at vera í 2004, ein tjóðarherur uppá 70.000 fólk skal samansetast og venjast og løgreglan skal upplærast av nýggjum; síðst nevndu fyri at koma av við teir sokallaðu lokalu »warlords«.
Afghanistan er eitt vakurt land vid flottum fjøllum, men eisini sera oyðið og litleyst. Fólk siga, at Afghanistan var sera vakurt við skógarvøkstri fyri 30 árum síðani og útlendingar plagdu enntá at ferðast til Kabul frá m.ø. Islamabad í Pakistan fyri at keypa inn og slappa av. Tey flestu trøini vórðu nidurhøgd undir krígnum og brúkt til brenni. Tað er sandur og dust allastaðni, so ein noydist at gera reint og støva av hvønn dag.
Tað eru umleið 80 danir í Afghanistan, sum arbeiða fyri ymiskar hjálparfelagskapir og privatar handilsfyritøkur so sum Kjær & Kjær, IM Jensen, No Lemon, Bukkehave og Danimex. Tað arbeiða í løtuni 8 danir á danska neyð mobil sjúkrahúsinum, sum mest er fyri føðandi kvinnur. Umleið 40 danskir hermenn arbeiða í ISAF (International Security Assistance Force). Vit høvdu okkara fyrsta og einasta jólafrokost tann 5. desember. Tað var sera væleydnað og hugnaligt, og vit fingu næstan alt man kann hugsa sær til eitt jólaborð. Annars kann man ikki siga, at tað er nakar serligur jólahugni her. Vit hava fingið eitt sindur av jólaprýði heimanifrá, og vit hava onkrar jólafløgur, sum vit eru sera glað fyri, men tað er ringt at rættiliga koma í jólahugna og tíðin hevur eisini gingið so skjótt síðani vit komu higar. Tað er veruliga so galið, at vit ikki hava sent eitt einasta jólakort avstað. Tí er henda greinin eisini ein serlig jólaheilsan til øll okkara kæru har heima í Føroyum. Vit skulu halda jól í Islamabad saman við einum donskum vinaparið frá donsku sendistovuni har, so tá verður betur. Nýggjárið verður fagnað í Kabul - tað er ringt at hugsa sær, hvussu tað verður, men vónandi verður hampuliga friðarligt.
Eini gleðilig jól og eitt Harrans signað nýggjár verður ynskt øllum okkara kæru og øllum Føroyafólki. Takk fyri alt í tí brátt farna árinum. Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll aftur komandi summar.










