Jólakonsertir í Fuglafirði

Hugleiðing

Mikil var ljómurin og sangurin til jóla. Børn og vaksin tóku samanum og lættu ljóðið av - av øllum huga og allari sál. Sunnudagin fyri jól lótu Skákstjørnurnar seg í konsertskrúð á himnahválvinum. Hetta var sum ein umbroyting, ið fór fram ovast uppi, sum veitti íblástur til mangt eitt kór- og sanghjartað víða um


Sunnudagin fyri jól var ein sera góð konsert í kirkjuni í Fuglafirði. Tað var Fuglafjarðar hornorkestur undir leiðslu av Kenneth Mcleod, ið spældi. Her var ikki einans hornorkestur, men eisini ein blásisekstett, ið førdi seg tignarliga fram. Tað sama kann sigast um orgulspælið, solosangin, kvartetsangin og Kingosangin. Hvørt betri enn annað. Sigast kann um hornorkestrini í Føroyum, at hetta eru virknastu bólkar í tónleikinum her á landi. Tey spæla til hátiðarhald, stevnur, fagnaða o.s. fr. hetta gera tey uttan nakran háva, og tómligt hevði tað verið, um hesin táttur í tónleikalívinum varð skerdur.
Mær hóvaði sera væl ljómin í orkestrinum, livandi reint, fraseringarnar lógu tættar, inniligar og ljómurin í hornunum var góður. Vevnaðurin millum bólkarnar í orkestrinum, var ikki sum á berajólið, men sótu væl um sátt og bygdu hvønn annan upp í ljómandi brasstónum. Gott var at síggja tveir Es-bassar og ein B-bass í orkestrinum. Eg vil ikki siga at hetta fjalir fjøld av syndum, men ger at ljóðið, og tónleikurin verður væl betri hagreiddur. Hann verður bygdur á eitt gott grundstøði, og tá verður samanspælið bólkanna millum dyggari. Sigast kann, at onkuntíð hevur orkestrið verið størri, men hvør tann einasti ein, sum sat og spældi, gjørdi sítt til at fatanin av tónleikinum kom upp í ta hædd, har hon eigur sítt sati. Hetta var leiðarinum og orkestrinum til mikla tign og miklan sóma.
Sekstettin ramsaði ikki løgini av sær, men var í síni tilvitan rættstød og streyk avstað í blíðum byri í sonnum jolahýri. Ljóðførini talaðu sína millum hjartaliga, eymliga og musikalskt. Her var eingin, sum stjórnaði. Nei, nú var tað tónamálið, sum kom undan væðingini og kvað sína vísu, sum legði løgini undir fótin. Hetta var hugvekjandi, musiskt og musikalskt.
Kingosangurin var kveikjandi í hesum andans húsi henda dag. Niels og Petur Jacob reinsaðu sínar sálir í hesum gomlu løgum, og runnu tankarnir til Oyndarfjarðar frá barnaárum mínum undir bitunum í Oyndarfjarðar kirkju upp undir jol, tí sungið varð okkurt sum Skúla Jákup og Hans M. Eidesgaard úr Oyndarfirði høvdu sungið inn a band. Meg minnist væl skúla Jákup, sum sang Gamla nóta. Hann var eisini deknur í Oyndarfjarðar kirkju og var sjaldsamt at sita undir lestrinum t. d. jólakvøld, tá ið Elsa í Húsi, Fía við Stein og Dunga Oluffa sótu í sínum stólum við sínum miðaldarliga hugburi, meðan Skúla Jákup las. Her var skaldskapur, og ikki varnaðist tú tá, at Skúla Jákup skuldi røkka til Fuglafjarðar sunnudagin fyri jól ár 2002, við Nielsi og Petur Jacob, sum drógu tráð í eygað við Kingoløgum henda dag. Ja, eg má siga , at væl var fràgingið, góðar vóru versiringarnar, og teimum líkt goymdu teir eftir, næstan sum Skúla Jákup og Hans Marius Eidesgaard høvdu gjørt, og betri kundi tað ikki verið.
Møguleikarnir við eini konsert eru nógvir. Heðin leikti á urgu. Sigast kann um Fuglafjarðar kirkju, at kirkjurúmið er vælegnað til kórsang og instrumentalan tónleik, og urgan kódnar ikki í hesum trivaliga rúmi, men tey minstu ljóðini røkka upp undir tróðrið og niðuraftur spelkin og kvom. Heðin spældi orgulsolo úr Water Music av G. Fr. Händel. Lætt, ljóst sum lygnir og íðukálvar á ánni Themsen undir Tower Bridge. Tú sást alt hetta fyri tær, sum eina viðkvama impressionistiska mynd. Skvatl, sjóð, aldudrag í orglinum.. otrúligt, men soleiðis er tað bara. Væl spælt.
Jógvan Dahl, Lív, Kenneth og Andrea sungu kvartetsang. Ja sera yndisligt og Andrea sang eina ariu av Giovanni Bononcini. Fer hon at halda á fram við sanginum, fer røddin at mennast og búnast, og kanska fáa vit fleiri slíkar solosangir fra henni í framtíðini. Hon hevur eina dygga rødd, sum eg kenni frá hennara barndómi oig tannáringa tíð.
Konsertin rakk langt, og eingin ódámur var at hoyra nakrastaðni, og takk fái Fuglafjarðar hornorkestur fyri hesa sera hugfarsligu konsert.
Fyri mær stóð sólin still henda dag. I Siloa var eisini ein konsert, ella rættari ein sangløta, sum rann av andaligum sangi og fylgisspæli á klaveri, orgli, floytu og rytmubólki. Hetta gjørdi sangløtuna fjøltáttaða. Ja, dagurin tók ongan enda í hesum tónleikanótakasti. Nógv var at heimta, og nógv gott var lagt afturat tí musikalska førninginum, sum tú bar í tónleikahuga tínum. Sangur og tónleikur ber brá av kveikjandi andum, sum reika kring og lýða okkum í oyruni um sælar dreymar í nótum, tónum, rytmu og ljómi. Hetta hevur eyðkent okkum sum fólk, har sangurin, kórsangurin hevur givið okkum nógvar sælar løtur. Soleiðis eigur tað at vera.
Eyðun og Jógvan á Lakjuni eru eingir ársungar, tá ið tað um sang og tónleik ræður, og hava vit havt óteljandi fródligar sang - og tónleikaløtur saman bæði her á landi og uttanlands, og eru hesar gleðisstundir gott at hava í skjáttuni, meðan fjakkað verður á Guðs grønu jørð.
Kórið í Siloa er eitt gott kór, sum hevur sett dám á bygdarlív okkara við andaligum sangi í eini 15 ár. Sangløtan sunnudagin fyri jól lat ikki neistan frá tí musikalska degnum rúmsast í svøvnloysi í huga tínum, men rakk samljóðið, samskapið og drívmegin í tónum og orðum í ein málbúna av góðum kórsangi. Ótrúligt, so fá vit eru, at vit kunnu í einari bygd hava tvær so fjøltáttaðar konsertir ein dag. Tað sum var felags fyri báðar konsertirnar var, at tær høvdu jólatónleik úr Noregi, Bretlandi og úr okkara egna jørðildi á skránni.
Mær hevur altið dámt sera væl kórsang, tí her eru tað orð, tónleikur og fjøld av fólki, ið medvirka. Chopin brúkti klaverið, at tulka tað, ið hann helt um tónleikin. Kensluliga kunnu vit vera eins hugtikin av klavertónleikinum og kórtónleikinum. Lagt kann verða afturat , um vit við orðum skuldu sagt tað, sum Chopin ætlaði við sínum tónleiki, hevði hetta tikið drúgva tíð. Men øðrvísi er kórsanginum, hann verður settur a búgvið borð: Gerið so væl og fáið tykkum! Orð og lag borið fram av mannarøddum her og nú!
Her er tað samfingin ond millum orð og lag, sum tulka løtuna, og passar lagið væl til orðini, nærkast tú frummegini til allan tónleik. Tú við tíni sál, kroppi, orðum og løgum (tónleikinum) tulkar innasta farið í likami tínum. Nú kann vera, at onkur annar vildi sagt hetta á ein annan hátt, men hetta eru míni orð um henda partin av tónleikinum, og eg meini tað. Tað at skapa úr heimligum jørðildi t. d. Hirðarnir við orðum av Ismar Joensen og lagið av Eyðuni, sum var á skránni, tað kemur at standa sál tíni næst. Hetta er andi Grundtvíks at tøða og taða, har tú sjálvur ert og virkar.
Sangløtan livnaði við orðunum hja Jacob Sande: I hvørjari vrá nú lýsa við týðing av Líggjas av Váli, og var hetta ein góð byrjan. Kórsangur, trio, sangbólkurin Saft og solosangurin dró løtuna av stað í fyllingum í aldudragi av vanligum fólki, sum elska at syngja. Herluf, sáli, segði altíð: Vit syngja, tí okkum dámar at syngja! Tað er eitt gott navnabretti at hava. Hanna úr Leirvik hugtók meg við sínum solosangi. Hon sang við kroppinum, eygunum, varrunum?.. og sálini í lagnum: Go, tell it on the Mountain og somuleiðis Elisabeth av Toftum: Jesus, oh what a Wonderful Child. Tey ungu firnast ikki à sini leið í tí tóma rúminum, har vit øll eru stødd. Tey skulu ein dag mynda samfelagið og sangin. Gev teimum góðan byr og vís teimum á ræsur, har gongt er. Tað gevur úrslit; vit fáa eitt gott samfelag .. ja, og góðan kórsang í framtíðini!!
Bólkurin saft sang sera reint og musikalskt. Jógvan við skyldkonunum, Eydnu og Elsebeth sungu inniliga lagið : Kom til mammu - orð/ Marius Johannesen og lagið hevði hann gjørt sjálvur. Teksturin er jólatekstur, so hetta var gott at leggja afturat til jóla. Orð og lag passaðu væl saman.
Hetta var so hesin dagur, har sólin stóð still og Skákstjørnurnar høvdu latið seg í jólaskrúð. Takk fàið Fuglafjarðar horn-orkestur, kórið í Siloa og leiðarum tess fyri ein minniríkan dag! Gott nýggjár øll somul!