miðan aldur. Hann er snøgt ílatin, og hevur einki sum helst at gera við rokkararnar, ein annars kann seta í samband við Harley Davidson. - Tað at koyra við einari Harley Davidson er ein lívsstílur, sigur [...] motorsúkkluorkestur. Ove Ritter greiður frá, at ein Harley Davidson keypari gjarna er umleið 40 ára gamal. Hann hevur livað eitt vanligt lív, og hevur so sæð, at hann ikki hevur fingið tað burturúr lívinum [...] Harley, sigur Ove Ritter. Hann byrjaði ikki at koyra motorsúkklu sjálvur fyrr enn í 1995, tá hann var hermaður í danska herinum í Kuveit. Har slapp hann at læna eina Harley Davidson í átta mánaðir, og
men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna [...] síðsta leygardag, eru eitt sindur skerdir. Har vesturi dylja teir ikki, at teir høvdu verið hjartans fegnir, um teimum hevði eydnast at fingið eitt stig í Klaksvík. Darius er leikbannaður, tí hann hevur fingið [...] hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av. Vágagentur vóru nógv tær
AB, og at teir ikki hava vunnið, síðani teir vitjaðu B36. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað AB at vinna. At megna 1?1 javnleik á útivølli í Ikast ímóti oddaliðnum FC Midtjylland var ikki mett at vera av [...] men frá føroyskum sjónarhorni var tað undan landsliðsferðini til Sveis og Jugoslavia hugaligt at staðfesta, at Todi Jónsson rættuliga tykist hava vunnið førleikan aftur. Ferð eftir ferð fór hann framvið [...] borðinum, og heilt tíðliga í dystinum var um reppið, at hann fekk fótin á innlegg úr høgru. Todi var á vøllinum fyrstu 80 minuttirnar. So ráddi um hjá FCK at halda tørn, og meiri verjukendi Michael Mio Nielsen
ferðslulógina, hóast upprunaliga ætlanin var at gera ferðmátingar. Millum annað kundi løgreglan staðfesta, at fleiri førarar ikki høvdu koyrikortið hjá sær, at koyriljósini hjá fleiri av akførunum ikki vóru [...] sum fevndi yvir alt landið. Løgreglan í Vágum sigur, at tað er neyðugt við slíkum kanningum av og á. Løgreglan í Vágum heldur eisini, at hyggja vit at nøgdini av bilum sum vóru steðgaðir, og hvussu nógv [...] saman við ferðsluløgregluni undir at gera kanningar í ferðsluni, sum heilt víst hevur givið eina heildarmeting av, hvussu lóglig føroyska ferðslan er. Løgreglan byrjaði at gera kanningar mikudagin frá 17-18
mikið av vatni er í Havnardali, ber ikki til at at lata allan høvuðsstaðin fáa vatn haðani. Hetta kemst av rørskipanini og hæddarviðurskiftum. Men fyri at dríggja um vatnið, sum er eftir í Villingardali [...] í juli mánaði hevur havt við sær vatntrot kring alt landið, og tað eru nakað síðani at fyrstu áheitaninar á fólk um at spara vatn komu. Eisini í Havn, har tvær stórar vatngoymslur eru, gongur undan við [...] Gøtu. Tórshavnar kommuna heitir eisini staðiliga á fólk og virki um at spara vatn, og um onkur verður varugur við ein vatnleka, so er at siga kommununi frá beinanvegin.vindur og veður, ávirkan hevur og sítt
leikarum sum umbering fyri at spæla illa, tí tað er týdningarmikið hjá okkum at fáa fulla úrtøku úr dystinum, sigur venjarin, og leggur samstundis áherslu á, at tað er í slíkum støðum, at týdningurin av einum [...] við ein skaða í rivjabeinunum, og nú er líkt til, at hetta eisini hevur havt aðrar skaðar við sær. Umframt hesar báðar, so noyðist B36 enn einaferð at vera landsliðsleikaran, Jens Kristian Hansen, fyri [...] høvdu við sær, at sonevnda rútman á liðnum varð brotin. Kunnu teir finna sama spælið fram móti B36, verður talan uttan iva um ein truplan dyst fyri heimaliðið. Hagtølini tala eisini fyri, at so verður. Dystirnir
og seinasta vikuskiftið vístu kollfirðingar, at teir eru førir fyri at fáa nógv mál, tá ið teir skutu heili 41 slík ímóti runavíkingum. Um hoyvíkingar megna at vinna dystin í kvøld, so fara teir upp á ovastu [...] við nýggja liði sínum, Tjaldrið. Tað ferðina eydnaðist tað teimum at fáa ikki færri enn 33 mál, men hetta var tó ikki nóg mikið til at basa kollfirðingum, sum skoraðu ikki færri enn 41 mál. Í kvøld eru [...] hann datt gjøgnum eitt hol, har ein lemmur átti at verða. Daniel Rapa gisti nátt á sjúkrahúsinum, har hann fekk seymað fýra pentur í tinningina, umframt at hann hevði ognað sær ein sterkan heilaskjálvta
tí gamla respekt, samstundis við at man vísir arbeiðinum teir gera respekt. Um trupulleikin hjá teimum føroysku tingmonnunum er so stórur, at teir ikki kunna liva við, at teir ikki allir húsast í sama bygningi [...] Eitt er, at vit ikki vilja sleppa tí vakra Tinghúsinum, sum tað stendur í dag fyri nakran hypermodernaðan bygning, men tað eru onnur ting, ið vit noyðast at taka við í kjakið. Longri uppi á Tinghúsvegnum [...] hesum máli? Tað íslendska Altingið, ið stendur í Reykjavík, er somuleiðis blivið ov lítið at húsa tingmonnum og at halda nevndarfundir. Tingið hevur tí aðrar bygningar rundanum til hesi endamál. Tað gamla
klørnum á kreditorunum. Hevur nakar hoyrt um hetta fyrr- at vera í klørnum hjá kreditorunum - Fiskavirking Og tó! vit kunnu fáa sjálvstýri uttan at fara rabundus! Og tað er her lykilin liggur. Lykilin liggur [...] nokk! Eg vil ávara móti hesari gongd. Og eg geri tað sum búðskaparfrøðingur. Nú er at ansa sær. Einki er í veruleikanum at halda sær til í sjálvstýristankanum akkurát nú. Men tað kemur. Føroyingar skulu hava [...] boð er at loysingin skal koma. Vit hava øll eyðkenni hjá einum sjálvstøðugum samfelag: søgu, mál, mentan og so framvegis. Men loysing við hóvsemi. Fyri okkara egnu skuld. Høgni! Eingin grund er at leypa
Tungt at arbeiða við list Felagið Føroysk Myndlistafólk varð stovnað í 1990, beint áðrenn kreppan av álvara rakti samfelagið alt. - Tað hevur verið sera tungt at arbeiða við list og at fáa fólk at keypa [...] Myndlistafólk, sum stílar fyri framsýningini, at gera nakað serligt burturúr. - Vit hava fingið stuðul til at geva eitt katalog út í sambandi við framsýningina, og tað er fyrstu ferð vit royna tað. Í k [...] Føroysk Myndlistafólk heldur, at nógv er hent innan føroyska myndlist farnu tíggju árini. - Tað hava serliga verið menninir, ið hava gjørt vart við seg, men nú er gongdin við at venda og kvinnurnar eru vorðnar