Gongur undan við vatni í Havn

Eisini í Havn, har tvær stórar vatngoymslur eru, gongur undan við vatninum

Óvanliga turrveðrið í juli mánaði hevur havt við sær vatntrot kring alt landið, og tað eru nakað síðani at fyrstu áheitaninar á fólk um at spara vatn komu.

Eisini í Havn, har tvær stórar vatngoymslur eru, gongur undan við vatninum. Nógv vatn er framvegis í byrgingini í Havnardali, men lítið er eftir í Villingardali. Har hevur ongantíð verið so lítið vatn, síðani goymslan var tikin í nýtslu á sumri í 1988.

Hóast nóg mikið av vatni er í Havnardali, ber ikki til at at lata allan høvuðsstaðin fáa vatn haðani. Hetta kemst av rørskipanini og hæddarviðurskiftum.

Men fyri at dríggja um vatnið, sum er eftir í Villingardali, fáa fleiri býlingar, ið vanliga fáa vatn haðani, nú vatn úr Havnardali ístaðin.

Alt vatnið, sum nú verður latið úr Havnardali, fer beinleiðis úr byrgingini uttanum reinsiverkið. Klor verður latið út í vatnið, og tí heitir Tórshavnar kommuna á fólk um at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið.

Nakrir býlingar fáa framvegis vatn úr Villingardagli. Hesir eru ovari partur av Villingardalsvegnum, Ternuryggur, Vesturi á Flat, Millum Gilja, Lítla Gil, Eystan Gil, fram við Vegnum Langa og Inni á Gøtu.

Tórshavnar kommuna heitir eisini staðiliga á fólk og virki um at spara vatn, og um onkur verður varugur við ein vatnleka, so er at siga kommununi frá beinanvegin.vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder