Trýst á klaksvíkingum

Í Vágum verða teir væl nøgdir, um tað fer at eydnast teimum at fáa eitt stig burturúr ferðini til Klaksvíkar

Í fyrrahvøldið legði HB seg á odda í landskappingini. KÍ vil fegið kappast við havnarliðini um meistaraskapin, og eftir góðu gongdina síðstu vikurnar hava teir ikki avskrivað møguleikan. Men um tað skal eydnast at hang auppií, so kunnu teir ikki kiksa í tí, sum á pappírinum sær út til vera lættir dystir.

FS Vágar tók plássiðí hálvfinaluni í steypakappingini frá KÍ. Dysturin í Klaksvík endaði við javnleiki og FSV vann brotssparkskappingina. Eitt sovorðið úrslit kann KÍ ikki brúka í landskappingardystinum í morgin.

Vágamenn, sum vunnu fyri fyrstu ferð í landskappingini síðsta leygardag, eru eitt sindur skerdir. Har vesturi dylja teir ikki, at teir høvdu verið hjartans fegnir, um teimum hevði eydnast at fingið eitt stig í Klaksvík.

Darius er leikbannaður, tí hann hevur fingið trý gul kort, Emil Hentze fór út ímóti GÍ, tí hann var skaddur og hann verður ikki við í morgin. Hannus Olsen er eitt sindur ivasamur.


Stór kapping

Í Klaksvík er Niclas Niclasen leikbannaður eftir reyða kortið á Sandi. Ta ferðina spældi hann á høgra vongverja. Harley Bertholdsen var ikki tøkur í síðstu viku. Nú er veteranurin klárur sloppin av við vøddaskaðan. Arnold Joensen venur aftur við fullari ferð, og hann er við í kappingini um plássini. Á Sandi vardi Meinhard Joensen málið. Hann spældi seg ikki av, men nú er jugoslaviski málverjin tøkur aftur.

KÍ hevur spælt tríggjar heimadystir móti FSV. Í 1995 var málleyst, meðan KÍ vann stórsigrar í 1996 og 1997. Tá vóru úrslitini 4-0 og 6-0.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.