Latið tinghúsið standa

Grækarismessan, Flaggdagurin og Ólavsøkan eru merkisdagar, ið flestir føroyingar gleðast um og eru stoltir av. Hetta eru dagar, tá vit á ein serligan hátt føla okkum stolt av at vera føroyingar, stolt av okkara mentan og fólki. Nógv fólk savnast framman fyri Tinghúsið at hoyra røðu og síggja ungdómin ganga skrúðgongu, og tá vit standa har, frammanfyri teimum vøkru føroysku Tinghúsunum, fellur alt saman í eina heild. Kulissan rundanum Tinghúsvøllin gevur merkisdegnum ein serstakan dám, ein tryggan, kendan dám. Tað er tó ikki einans á merkisdøgunum, at vit gleðast yvir Tinghúsini. Ì dagligdegnum stendur húsið eins vakurt og ímyndar ta føroysku mentanina og áhaldni. Hetta er bert ein av mongu grundunum fyri, at vit ikki vilja, at Tinghúsið sum vit kenna tað í dag, skal rívast niður fyri ein nýggjan nýmótans bygning.

Eitt er, at vit ikki vilja sleppa tí vakra Tinghúsinum, sum tað stendur í dag fyri nakran hypermodernaðan bygning, men tað eru onnur ting, ið vit noyðast at taka við í kjakið. Longri uppi á Tinghúsvegnum standa Sloans hús og Heinesens hús. Hesi hús eru bæði friðað, har tey standa millum stórar klossutar betong bygningar. Sum nú er, er Tinghúsið einasta sambindingarlið, tey hava við gomlu Havnina. Har er eitt sambindingarlið frá Heinesens og Sloans hús oman til Tinghúsið, og síðan víðari til húsini hjá Anton Degn, Býráðið, Býráðssalin og Gamla bókhandil og haðani víðari út á Tinganes. Við at bróta tað vakra ?gamla? Tinghúsið niður, og byggja glasbygning í staðin, slettast hetta sambindingarlið, og einsamøll standa tey eftir millum stórar fíggindar. Ein kundi so spurt, hvat tað næsta verður. Skal býráðið so ikki bara brótast niður eisini, ella kanska gamli bókhandil? Hví ikki droppa friðingina og bróta Heinesens hús niður og bygt eini nýggjari hús í staðin? Hesi nýggju kundu passandi líkst glashúsinum og ístaðin fyri tær 18 soylurnar, kundi ein hugsa sær, at húsið bleiv útsmykkað við eins nógvum soylum, sum William Heinesen gav út bøkur á sinni, ella hvat man nú valdi. So um ikki av tjóðskaparligum ávum, so átti man latið Tinghúsið staðið sum tað stendur í dag í respekt fyri hinum gomlu húsunum har um leiðir.

Á nógvar mátar síggja vit føroyingar upp til íslendingar, so hví ikki eisini í hesum máli? Tað íslendska Altingið, ið stendur í Reykjavík, er somuleiðis blivið ov lítið at húsa tingmonnum og at halda nevndarfundir. Tingið hevur tí aðrar bygningar rundanum til hesi endamál. Tað gamla Altingið er ikki brotið niður og bygt av nýggjum, nei, tað gamla Altingið verður brúkt til Tingfundir og til móttøkur. Á henda hátt vísir man tí gamla respekt, samstundis við at man vísir arbeiðinum teir gera respekt. Um trupulleikin hjá teimum føroysku tingmonnunum er so stórur, at teir ikki kunna liva við, at teir ikki allir húsast í sama bygningi, so kundi man hugsa sær, at eini onnur hús blivu bygd, men aðrastaðni í býnum. Tinghúsið, sum vit hava tað í dag, kann sostatt brúkast til móttøkur og til Tingfundir.

Gaman í eru undirritaðu ikki so gomul enn, at hús frá okkara ungu árum kunna friðast, men Tinghúsið, sum tað er í dag, hevur sæð soleiðis út øll okkara ár. Er tað ov nógv forlanga av okkum, at vit eisini vilja hava okkurt vakurt eftir í Føroyum frá okkara góðu árum?


Hanus Jensen & Sissal Kristiansen