roynt verður at skriva so tætt upp at upprunaforminum sum gjørligt. Hjá londum, sum brúka tað latínska alfabetið er yvirhøvur eingin trupulleiki. Reglan er: skrivið soleiðis sum ymsu londini sjálv gera [...] úttalast sum fremmandorð. Georgia er eitt fremmant staðanavn (statur í USA), men kann sigast at hava eina føroyska úttalu (Djeordjia). Tað bøtir einki um trupulleikarnar, sum eru, at gera ein serføroyskan [...] skrivimáta, sum eingin forstendur, hvørki í Føroyum ella aðrastaðni. Skuldi eg skriva bræv til Ola Norman í Geilo, og adresserað tað til Jeylu? Einaferð var ein Chile-nevnd í Føroyum, sum royndi at upplýsa
marknaðinum. Tað er tó bara tað allarbesta, sum sent verður feskt við flogfari til New York, sigur Gunnbjørn Joensen. Tað verður væl og virðiliga skilt, og tað, sum ikki verður mett sum avgjørd toppgóðska [...] japanarar, tá ein skal fiska tunfisk. Tí teir sita sum sagt mestsum á marknaðinum, tá tosað verður um frystan tunfisk. Tað er eingin bingja í heiminum, sigur Gunnbjørn Joensen, sum frystir niður á 60°, so har noyðast [...] fjør, sigur Gunnbjørn Joensen, sum er reiðari á teimum trimum skipunum, sum Partafelagið Thor í Hósvík eigur. Tey eru, umframt Túgvustein, eisini Thor og Lars A. Kruse, sum felagið nýliga hevur keypt úr
Hugsanin er at hava fyrilestur, og at onkur lesur upp fyri teimum, sum kanska ikki síggja so væl at lesa. Eitt uppskotið er at hava ein diskussiónsklubbi, har dagsins mál verða umrødd. Onkur mælir til at [...] fólk eins og tey ungu, røra seg alt ov lítið. - Hugskotini eru óendaliga nógv, og eg ætli mær sjálv ikki at avgera, hvat skal vera í húsini. Tað skulu pensinistarnir sjálvir avgera, sigur Vanja, sum leggur [...] Petersen ikki, nær hon kann lata dyrnar í Tilhaldinum í Tórsgøtu 21 upp fyri øllum pensionistum í Havn. Tað eru ikki meira enn nakrir fáir dagar, síðan hon varð sett í starv sum leiðari fyri Tilhaldinum
tann sama sum á valinum fyri fýra árum síðani. 150 fólk vóru á vali, og eru tað 10 fleiri enn seinast. Í Vesturkirkjuni var hinvegin rættilig innrás. Har var luttøkan reiðiliga dupult so stór sum seinast [...] seinast. 775 fólk móti 375 fyri fýra árum síðan. Ein grund til hetta kann vera, at hesaferð vóru skriv send fólki við áheitan um at koma á val. Men í Vesturkirkjuni høvdu tey tann trupuleika, at ólag var á listanum [...] Kirkjuráðsval var týsdagin. Men bara í seks støðum var meira enn ein listi innkomin, og sostatt nakað val. Tað var í Hvannasundi, Klaksvík, Gøtu, Toftum, Miðvági og í Vesturkirkjuni í Havn. Á Glyvrum og
morgunin eftir stóðu vit so í Kastrup. Tað var ein hurlivasi at tjekka inn! Men tað lukkaðist at vera betíðs hjá øllum. Og so av stað. Næstan sama farleið sum dagin fyri, bara hin vegin. Um Føroyar og [...] luttaka í teimum tiltøkum, sum hoyra upp í eitt sovorðið tiltak. Nú er barnadansurin bara fyri børn til 7.flokk t.v.s. um 14 ára aldur, so Sonja fór at seta seg í samband við tey, sum stutt síðan vóru farin [...] Grønland er eitt stórt land, so tað gekk ein góð løta, áðrenn vit lendu í Kangerlussuaq, sum er fyrrverandi amerikanskt hernaðarpláss. Og tað sæst enn. Bussarnir vóru sum tiknir úr einum fimtiára Holl
Men tá ið vit so hittast á einum skeiði, sum hesum sært tú, at tað eru so mong onnur sum eisini hava skilagóðar meiningar, sum eru verdar at taka til eftirtektar. Og fær hann eisini ein eykavinning burturúr [...] tey eisini so trupult at laga seg eftir øðrum. Eyðfinn Petersen sigur, at hann tí heldur, at skeið, sum ehsi, eru ein fortreyt fyri at menna fakfelagsfólk, so at tað kunnu vera fleiri fólk, sum átaka sær [...] í fakfeløgunum Í veruleikanum er tað so, at í fakfeløgunum er tað at kalla bara tað eina fólki, sum myndar felagið - sum situr í øllum nevndum fyri felagið, og sum umboðar felagið á øllum fundum. ? Hesi
inum. Har leggja fyrireikararnir seg sum nevnt eftir ongantíð at skipa fyri tilvildarligum tiltøkum, men royna sum best at bera so í bandi, at tey ikki skulu vera heilt liðug, hóast tey ikki longur standa [...] sigur stjórin, Peter Turtschaninoff. Í fjør gav UNESCO, sum er stovnur hjá Sameindu Tjóðum, út álitið »Okkara skapandi margfeldi«, sum er ein frágreiðing frá Heimsnevndini fyri mentan og menning. Henda [...] »heilum« og vísindamonnum í verðini, og ein av aðalkraftunum var fyrrverandi ST-aðalskrivarin Javier Perez de Quellar. Endamálið við hesi framløgu var ein roynd at orða ein globalan etikk. Nakrar reglur fyri
Nú vil so til, at heinta eitur hente á donskum. Hetta hevur vilt mangan til at hald, at henta er ikki nóg gott føroyskt orð,m en at tað heldur eigur at vera »heinta«. Í barnasøgum hoyrist iki so sjáldna [...] niður úr trøunum. »AT TAKA TARV« Gitið er tað, sum maðurin segði á sinni, at nú var »at taka tarvin við hornunum, sum tað eitur á føroyskum«. Tað er bara tað, at soleiðis hevur tað aldri itið á føroyskum [...] mál, har sum tað er í samljóði við mállæruna at siga eitt nú: »Sild er godt« og »Mælk er dejligt«? HALDA Í Tað hoyrist meir enn so sagt t.d.: »Halt í hondini á mær«, »halt í bandinum«, ikki bara av børnum
útoyggjamenn, sum róðu út við Jógvani. Hetta mundi vera tað seinasta, sum hann var burtur. Sum vit nevndu seinasta leygardag, so róði Kaj út undir krígnum við Orminum Langa, og tað mundi mangan vera stríggið [...] Tummas, sum er føddur í 1945, og Kristina, sum fødd í 1947, búgva í Havnini, Fróði, sum er føddur í 1952, býr í Klaksvík, og Páll, sum er føddur í 1949, Bjarti, sum er føddur í 1955 og Ólavur, sum er føddur [...] teir roknaðir upp, sum áttu í, men um Jósup var bara nevnt, at hann var altíð formaður. Tað lá í hesum, at hann eisini var ein av ánarunum, og hervið er tað staðfest. Tað er so ymiskt sum lív várt er lagað
teirra eitt lítið skáp, sum mundi vera 20x20 cm, til at goyma knív, gaffil, skeið, krúss og skamtaða matin í. Skamtaði maturin var ein lítil pakki av sukri, ein pylsuendi og kanska ein dós av onkrum, og hetta [...] krónur fyri túrin, sum vardi i 10 dagar. Góð inntøka Hetta var sera gott, tí minstalønin, sum kom aftaná stóra fiskimannaverkfallið var bara 500 krónur um mánaðin. Fyrsta túrin, sum Meinhardt var við týskum [...] frí. Tað var mangan hart. - Har var so fult av upsa, og tað gingu bara nakrir fáir tímar, so var dekkið fult av fiski, sigur Meinhardt. Tað var fleiri tíma arbeiði, so teir mundu mist mótið um nakrantíð