Men les nú hetta gjølla: »Hesu ferð vera vínsløgini úr: Bulgariu, Italiu, Grikkalandi, Fraklandi, Argentina, Kila, Kaliforniu, Australiu og Suðurafriku«. Ein keðiligur blandingur av málsligum prinsippum. Vanligt er ikki at benda landanøvn. Lond eita til dømis Amerika, Canada, Kina ella Kenya, og sagt verður: úr ella í Amerika, í Canada, í Kina, í Kenya. Fólk siga: Italia, í Italia ella italiafiskur. Summi hava tó brúkt tann íslendska formin. Serliga eitt gamalt tjóðveldisblað brúkti tann formin, har landanøvn vóru kvennkyn. Tað kom so at eita Italia, í Italiu ella italiufiskur.
Men teir, sum bjóða til vínsmakking blanda: úr Bulgariu, úr Argentina. Men ikki nokk við tí, eitt nýtt misfostur sær dagsins ljós: Vín úr Kila. Ja, gitið nú, hvaðani kemur hetta frálíka vín? Nei, ikki er tað tí teir longu hava smakkað sær á. Turra edrúir hava teir í bestu meining tikið konsekvensin av galskapinum í tí føroyska Heimsatlasinum, sum Skúlabókagrunnurin gav út fyri nøkrum árum síðani. Har royndu teir at innføra eitt slag av føroyskar ljóðskrift, so øll landanøvn fingu eitt serføroyskt snið ella stavimáta. »Óføroyskir« bókstavir, sum C, W, og Z og X, blivu koyrdir burtur úr latínska alfabetinum, og eitt nú landið Chile, har tey brúka latínska alfabetið, skuldi nú skrivast Kili. Men Kili verður sostatt kallkyn, og skal bendast sum risi ella mjørki; í ella úr mjørka. Í ella úr Kila, eins og føroysk sernøvn: Bjarni, Bjarna.
Hesi galskapur er ímóti øllum alheims reglum og royndum á hesum øki, har roynt verður at skriva so tætt upp at upprunaforminum sum gjørligt. Hjá londum, sum brúka tað latínska alfabetið er yvirhøvur eingin trupulleiki. Reglan er: skrivið soleiðis sum ymsu londini sjálv gera tað! Barcelona, Cadiz ella Glasgow og Newcastle. Bæði spaniólar og eingilskmenn royna í dag at skriva Tórshavn, og ikki Thorshavn ella Torshaven. Men føroyingar, sum hava øst seg upp um at danskir embætismenn fyrr skrivaðu t.d. Glibre og Andefjord í staðin fyri Glyvrar og Oyndarfjørður, eru nú sjálvir farnir at skemma fremmand nøvn.
Summi óttast kanska, at fólk ikki duga at skyna á, duga at úttala fremmand orð og staðanøvn. Einaferð hevur ein ljóðbroytin verið virkin ella produktiv í føroyskum. Ki- og gi- eru broytt til tji- og dji-, eins ke- og ge- eru broytt til tje- og dje-. Tí úttalast føroysku orðini: kikari, kippa, givin, gita, keta, ketta, gera og geva soleiðis sum øll úttala hesi orð.
Men henda ljóðbroyting er ikki virkin longur. Tí fáa nýggj føroysk ella fremmand orð ikki hesa úttalu, td. ki- til tji-. Men tað vísir seg sum fólk ikki hava nakrar trupulleikar av at skyna ímillum føroysk og fremmand orð ella staðanøvn.
Summi nøvn ella kelinøvn úttalast ki- (ikki tji-): Kingo og Kingosálmar, Kissa, Kisan, Kinna, Kirstin og Ki. Staðanøvn ella landanøvn td: Kina, Kiribati, Kilimanjaro, Kingston, Kigali, Kibæk, Killinaboy, Kilkenny, Kilmarnock, Kirgisistan, Kirkwall, Kivik, Kirov, Kiruna, Kirkenæs, Kiel og í Havn hava vit Kielarkanalina (Eirik Jalls gøta). Onnur ki- orð: Kilo, kilometrar, kilowatt (ikki kilo vatt), kiosk, kitt, kiropraktor, kittil, kibbutz, kilt hjá skottum, kinin, kivifrukt, og fínafelagið Kiwanis. Øll vita, at hetta eru fremmand nøvn og orð, sum ikki hava nakra ljóðbroyting til tji-.
Ei heldur er nakar ivi um hvussu hesi ke- orð úttalast: Keflavík, Kent, Kelso, Kenya, Kerala, Kensington, Kentucky, Kedron, ella kemi, kemilux, ketogan, kemoterapi, keramikk, kefir, Kennedy, Kenneth ella bara Ken, Kepler og Kipling ella Kenwood radio, keltari, Kelvin, keppur, kerubar og ikki at forgloyma kettsjupp. Men eisini inni í orðum av fremmandum uppruna verður ke- úttalað uttan ljóðbroyting til tje-: Parkering, lakering, etikettir.
So eru øll ge- orðini: generator, genialur, generalur, genir, genetikk, genitiv (hvørsfall), ges-dur, getto ella ghetto, gerontologi, gear (ella gir), geodata, geografi, geoseismikkur, geofysikk, geometri, germanari, geysari, geiger-teljari, gelatina, Genova (obs!: italienarar siga djenova), Genesaret, Getsemane, Gehenna, Gettysburg, Gera, Gentofte, Gent ella Gilead haðani Jefta kom, Gershwin, Gert, Gerhard, Gertrud og Georg.
Og gi- orðini, sum ikki úttalast dji-: Gideon, Gimme, Gigga, gir ella gear, uppá giss, gips, gittari, gigabyte Giessen, Gibson, Gilbert, Giffhorn, Girvan, Giddens, Give, Gilleleje, Gislaved og giraffur.
Men ikki er tað altíð líka lætt: Girokort (sjiro-), Gin (djinn), Genever (sjenéver), geni (sjeni). Georg er eitt vanligt føroyskt navn, men úttalast sum fremmandorð. Georgia er eitt fremmant staðanavn (statur í USA), men kann sigast at hava eina føroyska úttalu (Djeordjia).
Tað bøtir einki um trupulleikarnar, sum eru, at gera ein serføroyskan skrivimáta, sum eingin forstendur, hvørki í Føroyum ella aðrastaðni. Skuldi eg skriva bræv til Ola Norman í Geilo, og adresserað tað til Jeylu? Einaferð var ein Chile-nevnd í Føroyum, sum royndi at upplýsa um støðuna í Chile, har tann demokratiskt valdi forsetin Salvador Allende varð myrdur av afturhaldskreftum. Nevndin virkaði fínt, sjálvt um teir skrivaðu Chile, sum tað skrivast í sponskum, sum er tað almenna málið har.
Cubanska kollveltingarhetjan Che Guevara, føddur og uppvaksin í Argentina, er nú komin aftur til Cuba og er jarðaður har. Ongin ivast í hvussu navn hansara úttalast. Men skuldi konsekvensur verið í galskapinum, so ikki bert fremmand landanøvn hava eina serliga rættskriving, men øll fremmand nøvn, so fingu vit kanska mannin at eita Ki Gevari. Ikki Ke, tí -e er ein óføroysk ending. Og ikki Gevara, tí -a er ein kvennkynsending.
Latið Che eita Che, og latið Chile framvegis eita Chile. Til jólar fari eg kanska at keypa mær eina fløsku av góðum chilenskum víni. Og tykkum, sum fara at smakka vínið í Føroyahúsinum tann 15. november, ynski eg eitt gott kvøld. Men latið bilin standa heima.