Ójavnur áhugi

Luttøkan á kirkjuráðsvalinum í Tórshavnar Vestaru Kirkjusókn var dupult so stór sum seinast

Kirkjuráðsval var týsdagin. Men bara í seks støðum var meira enn ein listi innkomin, og sostatt nakað val.

Tað var í Hvannasundi, Klaksvík, Gøtu, Toftum, Miðvági og í Vesturkirkjuni í Havn. Á Glyvrum og í Hesti var eingin listi, og má biskuppurin tí áseta nýggjan valdag á hesum støðum.

Valluttøkan var eitt sindur misjøvn.

Í Gøtu var hon umleið tann sama sum á valinum fyri fýra árum síðani. 150 fólk vóru á vali, og eru tað 10 fleiri enn seinast.

Í Vesturkirkjuni var hinvegin rættilig innrás. Har var luttøkan reiðiliga dupult so stór sum seinast. 775 fólk móti 375 fyri fýra árum síðan.

Ein grund til hetta kann vera, at hesaferð vóru skriv send fólki við áheitan um at koma á val.

Men í Vesturkirkjuni høvdu tey tann trupuleika, at ólag var á listanum frá Fólkayvirlitinum, soleiðis at fleiri fólk, sum annars hava valt fyrr, ikki stóðu á listanum hesaferð og vórðu tískil send heim aftur við óforrættaðari søk.