hava vit? Eg kann altíð royna at spyrja meg fyri hjá onkrari aðrari fyritøkum, til dømis innan alivinnuna ella aðrastaðni um tey koma at mangla fólk. - Eg havi ongatíð verið á sjónum. Tað er eitt sindur [...] fáa bátarnir. - So beint nú veit eg ikki rættiliga, hvat eg skal trúgva og halda. Er tað so, - so ljóðar tað eitt sindur skuffandi! Spyrja seg fyri Bergur á Kósini er kanska í eini meiri hepnari støðu [...] óttast framtíðina, tekur hann kortini soleiðis til: - Eg veit ikki rættiliga. Eg haldi ikki, at eg eri komin inn í ta fasuna at stúra enn. Hetta er kanska nakað sum ein roynir at skjóta út, - hetta, at
lærarum, men foreldrini hava ein altavgerandi leiklut. - Eg veit, hvat eg tosið um, tí eg havi verið næmingur, lærari og foreldur, og tí veit eg, at foreldranna partur hevur ein avgerandi leiklut, um vit [...] kreppuhjálp ella tillagingum av flotanum. - Men tað er avgerandi, at vinnan er við í einari loysn, og at tað er vinnan, sum kemur at umsita ein slíkan grunn. Sama er galdandi við víddargjaldinum til alivinnuna [...] eftirútbúgva lærarar. - Men eg haldi, at tann týdningarmesti parturin ofta verður gloymdur, og tað er heimið og foreldrini. Hann legði dent á, at skal skúlagongdin eydnast væl, er neyðugt við góðum skúla og
slitin Jórun hevur gingið øll 10. árini í skúla her vesturi, og veit tí um, hvussu hølisviðurskiftini hava verið og – ikki minst - eru í løtuni. - Jú, eg haldi at skúlin er rættiliga slitin, sigur hon, og [...] Í frítíðini er hon virkin á ymiskum økjum. Hon arbeiðir nakað í eini kiosk, men spælir annars fótbólt. Hon er við besta kvinnuliðnum hjá FS Vágum og annars við kvinnum 14 til 17 ár. Jórun er somuleiðis [...] Klokkan er farin nakað av níggju fyrrapartin í gjár, og her er sera friðarligt, bæði í skúlagarðinum og inni í forhøllini. Fleiri bilar standa parkeraðir í sjálvum spæligarðinum hjá børnunum, men lítið
hevur gongdin verið seinastu 2-3 árini. - Hetta kunnu vit ikki vera nøgd við í longdini, og eg vóni, at gongdin í primervinnuni fer at kvinka uppeftir aftur, sigur Anfinn. Hann heldur, at tað er torført at [...] flokkurin skipaði fyri. - Men soleiðis, sum eg havi skilt, liggja sjónarmiðini hjá Tjóðveldisflokkinum ikki langt frá uppskotinum hjá samgonguni. Eg haldi, at her er í fleiri førum samanfall millum uppskotið [...] Fíggjarlógin Uppskotið til fíggjarløgtingslóg hevur verið til fyrstu viðgerðar á tingi og er nú beint í fíggjarnevndina, har Anfinn Kallsberg er formaður. - Sambært tingskipanini hevur fíggjarnevndin longu
lesur bókina, eg havi skrivað, og dámar hana. Hon verður av tí sama eisini lisin og keypt, sigur Oddfríður. Oddfríður segði eisini, at tað er týdningarmikið at fáa viðurkenning, tí tað er ein fín kenning [...] útgávu, áðrenn árið er runnið. Kundu givið fleiri Oddfríður metir, at nevndin væl hevði kunnað heiðrað fleiri yrkjarum ella rithøvundum. - Hetta er eitt avbera gott tiltak, men tað er eitt sindur keðiligt [...] Eftir handanina helt Oddfríður eina røðu fyri áhoyrarunum. Oddfríður hevur verið á rithøvundaskúla í Danmark í tvey ár, og hesi árini metir hann sera høgt. Har var eitt veruligt forum fyri rithøvundar, og
ikki minst nú, tað gjørdist greitt at Vár verður nýggj forkvinna. - Eg má siga, at eg gjørdist ógvuliga glað, tá eg hoyrdi tað. Hon er ung og frísk og hugsar “nutidigt”. Hon verður ein góð forkvinna, slær [...] fyrrverandi sjúkrasysturin fast. Góð ráð Hjá eini nýggjari forkvinnu er altíð hent at fáa góð ráð. Og tey hevur Vár longu fingið frá Gurli. - Eg havi sagt henni, at hon skal leggja stóran dent á, at limirnir tryggja [...] hesum starvinum tey komandi trý árini. - Eg eri onga løtu í iva um, at felagið hevur fingið eina unga og fríska forkvinnu, sum fer at verða til gagns fyri okkum. - Vár er ikki bangin fyri at gera ein innsats
kommunalur vegur v.m. skulu keypast ella ognartakast; hetta er trupult og tekur langa tíð. Tað er sambært Bjarna Djurholm orsøkin til, at ikki meira er hent, og játtaði peningurin ikki brúktur sum ætlað. Verður [...] milliónir. Sigur løgtingsmaðurin ósatt. Eg havi samskift við Leirvíkar Kommunu um uppskotið, og eri onga løtu í iva um, at tann vitan, fingin er til vega á hendan hátt, er samsvarandi veruleikanum. Uppskotið [...] ella bý, hetta er eisini ein náttúrlig loysn, sum tá hon fellur væl í lendi ikki skemmir náttúruna. Eg veit væl, at tað eru ikki allir leirvíkingar sum ynskja hesa loysnina, men fleiri eg havi tosað við siga
gloymt. - Síðani eg var lítið barn havi eg ferðast higar hvørt ár. Og mær hevur altíð dámað væl her. - Tá eg so fekk arbeiði á Ellisheiminum í Runavík fyri sjey árum síðani avgjørdi eg at búseta meg her [...] tostan við. Tað er alla tíðina okkurt at gera á eini slíkari matstovu, sum Poul Rustin rekur í Fuglafirði. Hjá honum er tað ein fongur at hava so gott fólk sum Tanju aftrat sær. Viðhvørt er hon við uppva [...] Talið á teimum sum eta døgurða á hesi matstovuni er rættiliga skiftandi. Hinvegin so fer eisini rættiliga nógvur matur út av húsinum, tá fólk hava størri og smærri tiltøk heima við hús ella aðrastaðni, og her
flyta. - Men slíka hjálp kann eg heldur ikki fáa. Tey siga, at skulu tey hjálpa mær til Danmarkar, noyðist eg at hava eitt arbeiði í Danmark at vísa á. Eg havi sagt, at eg kundi hugsað mær at farið á h [...] einsamøll í dag, er ítøkilig. Tað snýr seg um eina hending, sum førdi til, at hon í fjør heyst bað mannin pakka sekkin og fara. Hendingin, talan er um, er ikki viðkomandi fyri hesa grein. Maðurin er pápi til yngstu [...] nógv betri enn her heima. Nanna leigar eini hús á Skálafjørðinum til seg og genturnar. Leigan er 6.000 krónur um mánaðin, men tá eru bæði olja og el íroknað. - Eg haldi ikki, at hetta er so øgiliga dýr leiga
Kampmann ongantíð roynt at verið aftan fyri leiktjøldini - inntil nú. - Júst hetta var eg eitt sindur ørkymlað um, tá eg søkti starvið, tí fyrisiting er ikki nakað, eg havi verið so køn í. Men við tí góða [...] tiltøkum og enntá verið lærari á føroyska skúlanum. Hennara tilknýtið til húsið er sostatt sera sterkt, og hon er ein av fleiri, ið umtala Føroyahúsið sum tað bláa húsið . - Bláa húsið er onkursvegna mítt [...] m, so ivist eg ikki í, at eg skjótt fari at læra tað, sigur nýggi leiðarin. - Aftan á at hava umhugsað hetta, varð eg sannførd um, at hetta var tað perfekta starvið fyri meg. Tí gjørdi eg av at senda eina