- Viðurkenning er besta kenningin

Hesi vóru fyrstu orðini hjá Oddfríða Marna Rasmussen, tá hann hevði fingið virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir mánadagin

Tann virðislønin, sum kanska mest spenningur er um millum fólk undan handanini, er fyri fagrar bókmentir. Í ár var tað sandoyingurin Oddfríður Marni Rasmussen, sum varð heiðraður og fekk viðurkenning frá nevndini, sum avgerð, hvør skal hava virðislønina.

Oddfríður gav fyri stuttum út yrkingasavnið "Rás Sár", og hetta savnið verður mett av nevndini at vera heiðurslønarvert. Á samkomu í Sjónleikarhúsinum fekk Oddfríður handað virðislønina.

Í grundgevingini fyri at júst Oddfríður skuldi hava virðislønina segði nevndin, at "Oddfríður er skald, ið leitar sær rás, sárur og ivingarsamur, á markinum millum heimloysi og heimlangtan. Í yrkingarsavninum "Rás Sár" ferðast hann víða í nýroyndum sínum og vísir, serstakliga í prosayrkingunum, á nýggjar leiðir í føroyskum skaldskapi".


Nógv at týða

Oddfríður segði eftir at hava fingið heiðurslønina, at ein slík heiðursløn sjálvsagt hevur nógv at týða fyri hann sum yrkjara.

- Virðislønin hevur nógv at týða fyri meg. Hetta merkir, at onkur lesur bókina, eg havi skrivað, og dámar hana. Hon verður av tí sama eisini lisin og keypt, sigur Oddfríður.

Oddfríður segði eisini, at tað er týdningarmikið at fáa viðurkenning, tí tað er ein fín kenning, um hon bara ikki setur í høvdið, leggur hann skemtandi afturat.

Umframt viðurkenningina fær Oddfríður eisini ein kekk á 20.000 krónur, og tað kemur sjálvsagt eisini væl við, tí um man vil tað ella ikki, so eru pengar frælsi, sigur vinnarin.

Oddfríður hevur áður givið út trý yrkingarsøvn, og hetta er tað fjórða, hann letur úr hondum. Hetta er fyrstu ferð, at honum verður latin heiðursløn fyri stríðið. Hann hevur heldur ikki hugsað sær at steðga nú, men ætlar sær at halda fram á somu leið sum higartil.

Hann hevur ætlanir um at geva út antin eitt stuttsøgusavn ella eitt yrkingarsavn undan jólum. Hann heldur tó, at tað fer at vera torført at fáa alt liðugt til tað tíð, men hann miðar ímóti eini útgávu, áðrenn árið er runnið.


Kundu givið fleiri

Oddfríður metir, at nevndin væl hevði kunnað heiðrað fleiri yrkjarum ella rithøvundum.

- Hetta er eitt avbera gott tiltak, men tað er eitt sindur keðiligt, at bara ein virðirsløn verður latin fyri fagrar bókmentir, sigur Oddfríður.

- Tað kundu kanska verið tvær latnar, so man hevur eitt sindur av mótspæli og okkurt at halda seg til.

Leivur Hansen, býráðsformaður, segði undan handanini, at um nevndin ikki metir, at nakar hevur uppiborið eina virðisløn, so kann hon velja ikki at lata nakra, og tað heldur Oddfríður eisini er fínt.

Oddfríður segði eisini, at hetta kom óvart á hann, og hann hevði als ikki væntað at fáa virðislønina, tá boðini komu fyri góðari viku síðani.

Eftir handanina helt Oddfríður eina røðu fyri áhoyrarunum. Oddfríður hevur verið á rithøvundaskúla í Danmark í tvey ár, og hesi árini metir hann sera høgt. Har var eitt veruligt forum fyri rithøvundar, og teir tosaðu um skaldskap tvørturum bókmentagreinar. Eitt slíkt forum heldur Oddfríður avgjørt vantar í Føroyum. Tað, sum rithøvundar mest tosa um, tá teir koma saman, er mentunarpolitikkur, og tað er harmiligt.

- Føroyskum skaldskapi tørvar harðliga eitt slíkt forum, sigur Oddfríður at enda.