Fuglafjørður: - Tá tit eru lidnir við døgverðan, so stendur kaffi har yviri. Tað er í prísinum!, sigur Tanja, sum seinastu fýra árini hevur arbeitt í matstovuni Muntra.
Við fryntligum brosi tekur hon væl ímóti øllum teimum svongu, sum ynskja sær ein døgurðabita ella teim sum ynskja sær okkurt at sløkkja tostan við.
Tað er alla tíðina okkurt at gera á eini slíkari matstovu, sum Poul Rustin rekur í Fuglafirði. Hjá honum er tað ein fongur at hava so gott fólk sum Tanju aftrat sær.
Viðhvørt er hon við uppvaskimaskinuna. Viðhvørt tekur hon av borðunum. Viðhvørt tekur hon ímóti peningi við kassan. Viðhvørt ger hon smyrjibreyð klár. Viðhvørt flysir hon epli. Og viðhvørt fær hon sær eitt lítið prát við onkran av gestunum, hon kennir væl.
- Mær dámar væl hetta arbeiðið, sigur Tanja, nú umboð fyri tíðindatænastuna eru komin inn í matstovuna at sløkkja hungurin við einum døgverðabita henda mánadagin á middegi.
Øll kenna Poul
Talið á teimum sum eta døgurða á hesi matstovuni er rættiliga skiftandi.
Hinvegin so fer eisini rættiliga nógvur matur út av húsinum, tá fólk hava størri og smærri tiltøk heima við hús ella aðrastaðni, og her serliga í Mentanarhúsinum.
- Tað vísir seg, sum um at øll kenna Poul, og tey vita tí, at hann dugir at gera góðan mat, sigur Tanja.
Á skránni á matstovuni hava tey altíð dagsins rætt ella rættir, tí tað altíð eru tveir kjøtrættir á skránni. Fríggjadag er kortini steikt flak fast á matarlepanum.
Hús og børn
Tanja hevur búð meginpartin av lívi sínum í Svøríki. Men røturnar í Fuglafirði, hagani pápi hennara er ættaður, hevur hon ongatíð gloymt.
- Síðani eg var lítið barn havi eg ferðast higar hvørt ár. Og mær hevur altíð dámað væl her.
- Tá eg so fekk arbeiði á Ellisheiminum í Runavík fyri sjey árum síðani avgjørdi eg at búseta meg her, sigur Tanja.
Tanja er ikki útbúgvin innan matstovuyrkið, men innan heilsuøkið. Hon er tað, tey í Svøríki nevna undirsjúkrasystir, sum er eitt millumting millum eina vanliga sjúkrasystir og ein heilsurøktara.
Hon arbeiddi fyrst trý ár í Runavík, áðrenn hon fekk arbeiði her á matstovuni í Fuglafirði. Og sum støðan er nú, er einki sum bendir á at hon fer úr Fuglafirði aftur í bræði.
- Eg og sjeikurin hava júst keypt okkum hús her í Fuglafirði. Vit eiga tvey børn, og eru glað fyri at vera her, sigur Tanja.
Úr at gera
At hava smábørn í húsinum hóskar sera væl við arbeiðið og arbeiðstíðina á Muntra, her hon møtir seint.
- Eg byrji faktist í stjóratíð, sigur hon brosandi.
Hon møtir vanliga kl. 10:30 og arbeiðir so til kl. 17, onkutíð styttri.
Og sum nevnt omanfyri er alla tíðina okkurt at taka hond í. Tá hon kemur er eitt tað fyrsta hon ger at rudda borðini, dekka upp og annars rudda í køkinum.
- Jú, her er altíð okkurt at takast við, sigur Tanja.










