- Við mínum vilja verður hallið á fíggjarlógini ikki størri

Anfinn Kallsberg sigur, at sum fíggjarnevndarformaður er hann ikki nøgdur við, at hall er á fíggjarlógini, og málið má vera at fáa hallið burtur sum skjótast, samstundis sum ansast má eftir, at tingini verða avvigaði skilagott

Fíggjarlógin

Uppskotið til fíggjarløgtingslóg hevur verið til fyrstu viðgerðar á tingi og er nú beint í fíggjarnevndina, har Anfinn Kallsberg er formaður.
- Sambært tingskipanini hevur fíggjarnevndin longu sent allar teir partar av uppskotinum, sum viðvíkja ymisku málsøkjunum, til viðkomandi nevndir í tinginum til ummælis.
Anfinn Kallsberg sigur, at saman við uppskotinum, hevur fíggjarnevndin eisini viðlagt eitt bræv, har víst verður á, at freistin at ummæla ymisku játtaninar er sett til 21. oktober.

Realitetsviðgerð
- Tá ið vit hava fingið hesi ummælir aftur, fer fíggjarnevndin undir sjálva realitetsviðgerðina av uppskotinum og teimum ummælum, sum fíggjarnevndin væntandi fær aftur.
Fíggjarnevndarformaðurin sigur, at við broytingum í tingskipanini fyri nøkrum árum síðani kom við í skipanina, at uppskotið til fíggjarlóg skuldi sendast út til viðkomandi nevndir.
- Vit hildu tað ikki vera rætt, at vit hava nakrar faknevndir á tingi, sum ikki hava møguleika at seta síni fingramerkir á arbeiði. Við hesi skipan hava løgtingsnevndirnar møguleikan at koma við øðrum prioriteringum, hugskotum og uppskotum.

Ivaleysa stórt
Anfinn leggur dent á, at fíggjarnevndin í viðlagda brævi til nevndirnar er samd um, at hallið á uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2006 er ivaleysa stórt.
- Vit hava eisini gjørt vart við, at um so er, at nevndirnar hava uppskot til umraðfestingar á økinum, eiga nevndirnar at hava tað fyri eyga, at samlaðu útreiðslurnar ikki verða størri enn í verandi uppskoti. Tað merkir, at møguligar aðrar raðfestingar skulu vera útreiðsluneutralar.
Anfinn sigur, at fíggjarnevndin hevur viðmerkt hetta í brævinum, tí annars er hugsandi, at nevndin fær ein langan ynski-lista, sum nevndin ikki kann brúka til nakað sum helst.
Sambært uppskotinum um løgtingsfíggjarlóg fyri 2006 verður samlaða hallið 219 miljónir krónur, og fíggjarnevndarformaðurin sigur, at við hansara vilja verður hallið ikki størri, enn tað er í verandi uppskoti.
Hann vísir á, at fíggjarlógin er nógv tað størsta málið, sum fíggjarnevndin hevur til viðgerðar, og tí væntar hann, at tað fer at krevja sín mann og sína nevnd at náa undir land við fíggjarlógini.
- Fíggjarlógarviðgerðin er altíð ein trupul "prosess", har hvør einasta játtan verður havd á lofti og verður viðgjørd, leggur hann aftrat.
Men sambært brævinum hjá fíggjarnevndini til løgtingsnevndirnar, er fíggjarnevndin samd um, at hallið á fíggjarlógini fyri komandi ár ikki verður størri enn í verandi uppskoti.

Skilagóð avviging
Anfinn vísir á, at sum fíggjarnevndarformaður er hann ongantíð nøgdur við, at hall er á fíggjarlógini, og málið má vera at fáa hallið burtur sum skjótast, samstundis sum ansast má eftir, at tingini verða avvigaði skilagott.
- Vit mugu eisini hava fyri eyga, at fíggjarlógin ikki leggur stein oman á byrði í tíðum sum hesum, har ilt er at spáa um, hvønn tað fer at bera búskaparliga.
Hann sigur, at samstundis, sum lønargjaldingarnar í almennu tænastuvinnuni og í tænastuvinnuni annars veksa, minka lønargjaldingarnar í primervinnuni, og soleiðis hevur gongdin verið seinastu 2-3 árini.
- Hetta kunnu vit ikki vera nøgd við í longdini, og eg vóni, at gongdin í primervinnuni fer at kvinka uppeftir aftur, sigur Anfinn.
Hann heldur, at tað er torført at spáa um gongdina í løtuni, men ábendingar eru um batar, samstundis sum vit í øðrum førum missa.
- Upsaprísurin hevur verið frægari, enn hann var, men samstundis hava vit mist rækjuflotan, og smátt um smátt kunnu vit vænta, at alivinnan fer at reisa seg aftur úr øskuni. Ein annar trupulleiki er gongdin í hækkandi oljuprísum, sum órógvar vinnuna.

Samanfall
Anfinn sigur, at hann hevur ikki sæð uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum til eina alternativa fíggjarlóg  annað enn tað, sum fjølmiðlarnir hava borið fram frá tí tíðindafundi, sum flokkurin skipaði fyri.
- Men soleiðis, sum eg havi skilt, liggja sjónarmiðini hjá Tjóðveldisflokkinum ikki langt frá uppskotinum hjá samgonguni. Eg haldi, at her er í fleiri førum samanfall millum uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum og samgonguni, sigur hann og vísir á, at Tjóðveldisflokkurin honum kunnugt ikki hevur lagt upp til nakrar stórar lógarbroytingar í hesum sambandi.
Anfinn Kallsberg sigur at enda, at realitetsviðgerðin av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2006 byrjar síðst í hesum mánaðinum.