fullkomin, tá ið vit seta alt samfelagið í skammikrók, tí sálarfrøðingar meta, at ein evarska lítil partur av ungdóminum má sleppa at »avvikla« eitt sokallað »adrenalinrush«. Hvat gera vit so? Tá vit nú vita [...] vón og viti. Vit mugu gjøgnumføra okkurt slag av royndarkoyring. Vit mugu innføra eitt royndarkoyrikort, sum í minsta lagi tvey tey fyrstu árini hongur í einum klønum tráð. Og vit mugu hava eina stigskipan [...] ár at skjóta seg undir, at tað ikki eru ráð at keypa eitt ella fleiri fototól. Vit mugu og skulu hava hesi, vit skulu hava eina asins rúgvu av fotokassum á vegunum, og um so løgreglan bara eigur tvey fototól
illa eftir Hera, tá ið hann fór til Havnar at ganga í studentaskúla. Visti, at hann búði á Sjómansheiminum, og at hann skulkaði onkuntíð. Nygaard var rektari og vildi sum vera man hava eina gyldiga grund [...] grundin líka so gyldug eina aðru ferð, tá ið Heri hevði sum gylduga grund: Eg hevði ilt. Eg gleddist altíð um høvi at vera saman við Hera, har tað bar til. Tað veri seg í Sandavági, á Tvøroyri, í Keypmannahavn [...] fáa góðan karakter í matematikk. Og sjálvandi, lagið var gott á øllum, sum inni vóru. Hugdi altíð, tá ið Heri teknaði skip. Tað vóru tey flottastu skipini, hann teknaði. So flott, at hvørki fyrr ella seinni
haldi ikki, at vit nakrantíð hava verið so illa stødd. Sjálvt ikki flóðaldan var so ring, sigur Ann Venemann. Pakistonsku myndugleikarnir siga, at 79.000 fólk eru deyð, og at onnur 74.000 hava fingið skaða [...] -Hetta er tað ringasta, sum vit nakrantíð hava sæð. Flóðaldan í Suðurasia var ring, men hendan vanlukkan er verri, sigur ST-varaaðalskrivarin Jan Egeland. Hann hevur vegna ST biðið altjóða samfelagið um [...] vantandi hjálpini. Milliónir mistu hús og heim í jarðskjálvtanum og hava sovið undir opnum himli síðani, og ST og hjálparfelagsskapirnir hava sagt, at tørvur er á minst 200.000 tjøldum, so fólk í minsta lagi
skreiðibani og ein garvillur rennistrongur tvørtur um eitt grønt vatn, har summi detta útí. Vit eru stødd í seinnu helvt av sjeytiárunum. Modernaða listasavnið Lousiana í Humlebæk í Norðursælandi hevur [...] mentan. Hendan kenslan av meira, annað, nýtt – sjálvt, tá tað er gamalt. Eitt dygdarsavn bólgnar av yvirskoti. Av meira av tí, sum fólk vilja hava. Av meira av tí, sum eftirspurningur er eftir beint nú [...] Hann er klæddur við grønum flagi. Í øllum krókunum eru alskyns aðrir løgnir lutir og listaverk, sum vit børn kunnu royna, nerta við, kenna og práta um. Eisini í vakra garðinum við víða havútsýninum eru gávur
og sorg, síggja vit, at vit menniskju onkursvegna ávirka hvørt annað. Vit hava ábyrgd fyri hvørjum øðrum, áhuga og umsorgan. So ella so. Vit hava eina ábyrgd av, hvussu vit sáa, hvar vit sáa – og ikki minst: [...] spillandi tunga, tá vit skulu ferðast saman gjøgnum tilveruna. Sum menniskju hava vit altíð so mikið av valdi yvir okkara medmenniskjum, at vit kunnu velja, um vit koma við einum góðum orði, ella tí øvugta. Um [...] freistingin er sum sagt, at vit kunnu halda okkum vera Guð – ella at vit gloyma, hvør Guð er. Okkara tala og okkara atburður hava árin – meira enn vit halda – og eisini tá vit eru farin og liggja undir
at verða við, tá ið stórar broytingar og samtyktir verða viðgjørdar ? Rættartrygd og opinleiki skulu galda í allari fyrisiting ? Tá ið stórar samfelagsíløgur verða gjørdar, skulu tær hava greiða raðfesting [...] ES. Mentan Tjóðarsamleikin er tað, sum knýtir føroyska fólkið saman. Orsøkin til at vit byggja land er, at vit hava ein serstakan samleika. Men hann er undir trýsti uttaneftir. Tí verða munandi átøk gjørd [...] sendimannavirksemi verður samstarv skipað við norðurlendskar sendistovur kring heimin. Menningarsamstarv Vit hava skyldu at vísa samhaldsfesti við umheimin, tí verður menningarsamstarvið framhaldandi útbygt og
vørumerkið hjá ungdóimum, sum hava fingið prógv, og sum hava fleiri møguleikar, enn nakar annar nakrantíð hevur havt. Klaksvíkin er barok. Sólkongarnir eru nógvir. Húsini kappast í stødd, dygd og útgerð. Høgur [...] Kongshavn í Grønlandi. Men sannleikin í hesum er ikki minni nú, enn hann var, tá ið Magnus sat og grundaði umborð á Kongshavn í 1965, og tá ið hann gjørdi bókina lidna fyri einari stórari fjórðings øld síðani. [...] einum proletari). Í einum øðrum broti í somu bók sigur Magnus: Vinnulívsbygd er Klaksvíkin burturav. Tá samanum kemur, skuldi Klaksvíkin itið Havnin. Tí havn er allastaðni, hon veksur inn í bygdina. Ímyndi
ikki bara, tí vit duga væl at tosa enskt. Men tí vit altíð gera, hvat vit siga. Leading by example, sigur man í útlondum. Eina sovorðna málbering hava vit helst ikki á donskum. Vit gera tað bara [...] sum loftar okkum, um vit missa fótafestið. Eru vit so komin á mál? Nei. Vit hava enn nógv, vit fegin vilja. Og tað verður nokk heldur ikki í tí nýggja fólkatingsárinum, at vit eydnast við taka ferðina [...] upptikin um, at vit eisini í framtíðini eru nóg nógv fólk í hesum landi, ið arbeiða. Um vit hava røttu treytirnar til tað. Merkir tað so hin vegin, at pengar eru týdningarleysir? Nei. Vit hava sum stjórn
líka stóran skorstein, sum vit! Kanska eg eri umskyld sum konufólk, men orsaka meg, eg skilji ikki hesa trongdina eftir at samanlíkna stødd...! Er tað veruliga soleiðis, vit ætla at venda gongdini í Suðuroy [...] kommununi? Lætt - Vit leggja saman við Hvalba. So er íbúgvaratalið vaksið og vit eru nú STÓR! Nei, hetta er sjálvandi ikki haldbart. Tíðin er farin frá høvdingum, sum berjast og samanlíkna stødd. Eins og tíðin [...] sanniliga gerast og tað “okkurt” má vera okkurt annað enn tað sama, sum vit hava gjørt tey seinastu 20 ella 50 árini! Skulu vit tosa um samanlegging, eigur tað sjálvsagt at vera øll Suðuroyggin, sum er
um. Tað er eingin trupulleiki at aktivera spitaran, so bilurin næstan flýgur avstað og samstundis hava fult tamarhald á honum. Bilurin hevur 6 gir og 17" hjól við 225/45-profili, sum eisini gera sítt til [...] ar. Hóast GTC sær nógv lægri út enn tann vanligi Astra við 5 hurðum, er hann bert 3,2 cm lægri, og tá setrini eisini sita lægri, er munurin einans 1,2 cm. So sjálvt hjá stórum persónum er plássið við [...] og aircondition. Bilurin sær rættuliga frekur út, so tað verður nokk við teimum størru motorunum at vit koma at síggja Astra GTC. Opel Astra GTC 2,0 Turbo Motorurin2,0 litur 4 syl. bensin (turbo) 200 hk