Her kunnu 10.000 børn doyggja í kulda

ST sigur jarðskjálvtan í Pakistan vera eina størri vanlukku enn flóðalduna í Suðurasia, men kortini er viljin at hjálpa nógv minni nú enn tá.

-Hetta er tað ringasta, sum vit nakrantíð hava sæð. Flóðaldan í Suðurasia var ring, men hendan vanlukkan er verri, sigur ST-varaaðalskrivarin Jan Egeland. Hann hevur vegna ST biðið altjóða samfelagið um hjálp fyri 312 milliónir dollarar, men enn, fjúrtan dagar aftan á skjálvtan, er bara ein fjórðingur komin. Øðrvísi var aftan á flóðalduna. Tá komu 80 prosent av pengunum inn eftir tíggju døgum.

Í Danmark kæra hjálparfelagsskapirnir seg eisini um vantandi hjálparvilja. Felagsskapir sum Reyði Krossur, Neyðhjálp Fólkakirkjunnar, Red Barnet og UNICEF hava roynt at savnað pening inn til tey neyðstøddu, men samanborið við flóðalduna hevur unfirtøkan verið sera lítil.

-Myndirnar av baðistrondunum í Teilandi kendust meiri viðkomandi enn fjøllini í Kashmir, sigur aðalskrivarin í danska Reyða Krossi, Jørgen Poulsen, sum ikki dylur fyri, at hann er vónsvikin av teirri vantandi hjálpini.

Milliónir mistu hús og heim í jarðskjálvtanum og hava sovið undir opnum himli síðani, og ST og hjálparfelagsskapirnir hava sagt, at tørvur er á minst 200.000 tjøldum, so fólk í minsta lagi kunnu fáa skjól. Reyði Krossur hevði sett sær fyri at lata 30.000 tjøld, men í gjár hevði felagsskapurin bara fingið 200.

Og tørvurin á skjóli er stórur. Tann ísakaldi Himmalaya-veturin stendur fyri durum. Tað kavar longu summastaðni í fjøllunum, og í nógvum fjallabygdum er hitin komin niður um frostmarkið. Men har eru eingi hús eftir, so fólk noyðast at sova undir toftunum ella úti í náttarfrostinum. Jan Egeland sigur, at í veruleikanum er vandi fyri, at tríggjar milliónir fólk kunnu doyggja í kulda, fáa tey ikki hjálp.

Ann Venemann, aðalskrivari í ST-barnahjálparstovninum UNICEF, rópar eisini neyðarróp. Sum altíð eru tað børnini, sum eru ringast fyri, og hon stúrir fyri, at 10.000 børn kunnu doyggja í kulda og hungri, kemur hjálpin ikki fram skjótt.

-Orð kunnu ikki lýsa, hvussu stór neyðin er, og hvussu stórur tørvur er á hjálp. Støðan í fjøllunum er ræðandi, og eg haldi ikki, at vit nakrantíð hava verið so illa stødd. Sjálvt ikki flóðaldan var so ring, sigur Ann Venemann.

Pakistonsku myndugleikarnir siga, at 79.000 fólk eru deyð, og at onnur 74.000 hava fingið skaða. Tíðindastovurnar skriva, at minst 2.000 doyggja um dagin, tí tey fáa ikki ta neyðugu hjálpina, og ST sigur, at talið á deyðum fer skjótt at koma upp í 100.000.

-Fleiri tíggjutúsund eru í vanda og fara at doyggja, kemur hjálpin ikki nóg skjótt, sigur Jan Egeland.